Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 19. desember 2005 7 ­­Kendur danskur løgfrøðingur og Am­nesty Inter­natio­ nal finnast hvassliga at avgerðini hjá Før­ oya Løgtingið um at vraka uppskotið um at lógin um at gera mismum á fólki, eisini verður galdandi fyri kynsliga sannføring Mismunur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ritzau skrivaði sunnu­ kvøld­ið, at Føroyar kunnu enda í evropeiska manna­ rættindadómstólinum í Stras­ bourg. Tað er avgerðin hjá Føroya Løgtingi um at vraka uppskotið um, at lógin um at gera mismun, eisini skal vera galdandi fyri kynsliga sannføring, ið hevur sett Før­ oyar í hesa óhepnu støðu. Formaðurin í danska rætt­­­arpolitiska fe­lagskap­ inum, løgfrøðingurin Bjørn Elmquist heitir á fólk, ið hava verið fyri mismuni, um at melda málini og royna tey í føroysku dómstólinum. Um tey ikki fáa viðhald, kunnu tey fara til evropeiska mannarættindadómstólin í Strasbourg. Bjørn Elmquist er ikki í iva um, at tey fáa viðhald har. Aðalskrivarin í donsku deild­ini av Amnesty Inter­ national Lars Norman Jørg­ ensen, boðar somuleiðis frá, at løgtingið fer at fáa eina reaktión frá Amnesty. Hann sigur við Ritzau ”Fyri okkum er tað grunnleggjandi, at fólk ikki verða happaði, hvørki orsakað av rasu, etniskum tilknýti, átrúna, kynsligari sannføring ella øðrum. Mis­ munur er nakað av tí, ið vit fáast mest við í Amnesty í Evropa. Og tað er greitt, at hetta er eitt mál, har vit noyðast at reagera.” Flest øll donsk bløð og miðl­ar bera í kvøld søguna um keðiligu støðuna Føroya løgting hevur sett Føroyar í. Málið um forboð ímóti at gera mun á fólki vegna kynsliga sannføring fall í løgtinginum, tá málið kom fyri aðru viðgerð. Tá atkvøtt varð, fall málið við 20 atkvøðum ímóti og 12 fyri. Føroyar kunnu enda í manna­rættinda­dómstólinum Amnesty Inter­ national harmast stórliga Í tíðindaskrivi tekur Amnesty International Føroya Deild undir við atfinningunum, ið Føroyrar eru fyri í sambandi við m álið um m ismum vegna kynsliga sannføring. Mismunur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Amnesty International Føroya Deild harm­ ast stór­liga um, at Løg­­tingið feldi upp­ skotið um at víðka mannamunsgreinina. Hetta sigur Amnesty í tíð­inda­ skrivið í morgun. Felagið sigur m.a. ”Vit taka fult undir við til­ mælunum, sum eru frammi í løtuni um at kæra ítøkilig mál um mismun fyri dómstólin, um neyðugt heilt til Evropeiska manna­ rættinda­d óm­stólin, fyri at fáa staðfest at eisini samkynd í Føroyum eru vard av ásetingunum í Evropeiska manna­ rættinda­ sátt­málanum, sum Fólkatingið hevur undirskrivað vegna Føroyar.” Amnesty Inter­natio­ nal Føroya Deild hevur fyrr víst á vantandi rættar­ støðuna hjá samkyndum í Føroyum, og sigur ”at tá løgtingið enn einaferð velur at vraka uppskotið um at víðka manna­ muns­­­greinina til eisini at fevna um “kynsligan samleika” er hetta sera harmiligt. ”Mismunur er ein stórur trupulleiki í dagsins Evropa og flestu málini, Amnesty International arbeiðir við í Evropa, snúgva seg um mismun antin vegna húðalit, etniskan uppruna, átrúnað ella kynsligan samleika.”, sigur fleagið og vísir á, at málið hevur vakt ørkymlan uttanlands og aðrar Amnesty deildir fylgja við málinum nú. Tá samkynd velja at flyta av landinum fyri at liva eitt vanligt lív, so er Føroyar ikki eitt land fyri øll, sigur Føroya løgmaður, Jóannes Eidesgaard, ið heldur støðuna Føroya løgting hevur sett Føroyar í, vera bæði óhepna og heilt ótrúliga keðiliga. Mismunur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nú bæði danski rættar­ polit­iski felagskapurin og Am­nesty International finnast at Føroyum fyri støð­­una í málinum um at gera mismum á fólki vegna kynsliga sannføring. Harmast Føroya løgmaður um støðuna. Hann sigur við Sosialin, at hetta er ein óheppin støða, ið hann persónliga ikki hevði ynskt at verið komin í. Tað er ongantíð heppið hjá nakrari tjóð at verða drigin fyri manna­­rættindadómstólin í Strasbourgh, sigur løg­ mað­ur. Hann vísir á, at hetta ikki gevur Føroyum nakra positiva umrøðu í út­landinum. “Eg fái hinvegin einki gjørt við málið. Eg noyðist at fyrihalda meg til tað, sum løgtingið hevur avgjørt, men tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg hevði atkvøtt fyri uppskotinum, sat eg á tingi”, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, at Føroyar hevur tikið undir við Manna­ rættinda­ sátt­málanum, og í Føroyum varð hesin enntá settur í gildið sum lóg. Tí kunnu vit ikki gera lógir, ið eru ímóti hesum altjóða sáttmála. Í røðu á Homo-Event 2004 í Grasagarði segði Jóannes Eidesgaard, at hann ynskti, at Føroyar skuldu gerast eitt samfelag fyri øll. Tí heldur hann persónliga, at tað er sera hugstoytt, at ferð eftir ferð hoyra ung samkynd siga frá, at tey flyta av landinum, tí her ikki er verandi fyri samkynd. “So er Føroyar tíverri ikki eitt land fyri øll, og tað eri eg harmur um. Eg kann ikki lata vera við, at hugsa um, tá vit sendu fólk við brekið av landinum á stovnar í Danmark. Hetta var ein støða vit skammaðust av, og vit hava nýtt nógva orku fyri at fáa hesi fólk heim aftur, og nú eru vit í eini støðu har ein annar bólkur verður sendur av landinum, tað er sera keðiligt”, sigur løgmaður. Hann vísir samstundis á at mótstøðan er sera hørð og ring at argumentera ímóti. Men løgtingið er jú vitandi um teir altjóða sáttmálar, ið vit hava sett í gildi. Føroyar eru tíverri ikki eitt land fyri øll Jóannes Eidesgaard segði í røðu á Homo-Event í Grasagarði í 2004, at Føroyar skulu vera fyri allar føroyingar Bjørn Elmquist formaður í Rættarpolitiska felagnum heitur á føroysk samkynd um at kæra til mannarættindadómstólin