Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 243 - 19. desember 2005 Marknaðarrák Eftir ódnina Katrinu og heilt til byrjanina av desembur lækk­aði prísurin á Brentolju úr 70 dollarum fyri tunnuna í 52. Har steðgaði lækkingin á hesum sinni, og í farnu viku var hann uppi á 60 dollarum aftur. Størstu sveiggini í oljuprísinum eru í løtuni orsakað av veðr­in­ um. Veðurtíðindini úr USA hava boðað frá heitari veðri enn væntað. Tað minkar um væntaða oljutørvin, og hetta fær prísin at lækka. Hinvegin sær næstan út til, at marknaðirnir gerast kløkkir av, at tað kann vera kalt um veturin, og so hækkar olju­ prísurin av tí. Í løtuni sær út til, at oljupríslækkingin er steðgað á hesum sinni, hóast veðrið framvegis kann fáa prísin at sveiggja báðar vegir. Lánsbrøv støðug Lánsbrævarenturnar lækkaðu støðugt í farnu viku. 10- ára danska rentan lækkaði úr 3,41% í 3,34%. Av tí at sera lítið verður handlað í desembur, er ilt at meta um, hvussu renturnar flyta seg eitt so stutt tíðarskeið sum eina viku. Oljupartabrøv lækkaðu Í miðal lækkaðu partabrøvini, ið eru skrásett á norðurlendsku keypsskálunum, í farnu viku. Mált við vísitalinum FTSE Norex 30, var lækkingin 0,4%. Høvuðsorsøkina til lækkingina áttu partabrøv tengd at oljuvinnuni. Millum annað lækkaði Norsk Hydro 4,3% og Statoil 2,9%. Fríggja­ dagin lækkaði prísurin á Brent olju 3,8%, og hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at oljutengd partabrøv lækkaðu í vikuni. Hóast lækkingina hava hesi bæði oljupartabrøvini stað­ ið seg væl. Síðan ársbyrjan er Norsk Hydro er hækkað 50% og Statoil 67%. Av tí at lítil útlit eru fyri, at oljuprísurin fer at lækka munandi kom­ andi tíðina, meta vit, at olju­ partabrøv eisini kunnu standa seg væl framyvir. Hesa vikuna Hesa vikuna verða eyguni á fíggjarmarknaðunum vend ímóti USA. Haðani verða kunngjørd hagtøl fyri prísvøkstur, sølu og privata nýtslu. Privata innlendis nýtslan er 2/3 av amerikanska búskapinum, og tí gevur nýtslan góðar ábendingar fyri bæði láns- og partabrævamarknaðirnar. Lækkingin í oljuprísinum steðgað Vika 49 2005 Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 620,49 -1,6% Lánsbrøv í DKK 104,73 0,2% JPY 5,36 2,6% Evru Lánsbrøv 173,41 -0,2% GBP 1.100,19 -0,6% Norrøn Partabrøv 106,53 -0,6% NOK 93,34 -0,6% Altjóða Vøkstur 72,67 0,9% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 2,90% 3,10% 3,30% 3,50% 19/09 20/10 20/11 940 980 1020 1060 19/09 20/10 20/11 Tíðindaskriv Týskvøldið 20. desember klokkan 20 fara Petur J. Eliasen (Lylli) og Niels Mid­ jord at syngja Evert Taube vísur og kingosálmar í Miðla­ húsinum í Vágsbotni. Petur og Niels eru partur av sangbólkinum Kingomenn. Tiltakið í Miðlahúsinum er m.a. í sambandi við, at Kingomenn herfyri góvu út eina eskju við fýra fløgum við kingoløgum. Føroyski mentanararvurin verður her blandaður saman við Eveert Taube løg, ið serliga í tulkingini hjá Herman Jacobsen, sála hava fingið eitt serpláss í føroysku til­ vitskuni. Tiltakið í Miðla­ húsinum varir í umleið ein tíma. Kingo og Evert Taube í Miðlahúsinum Hermann Jacobsen, sáli gava Evert Taube vísunum nakað heilt serligt. Týskvøldið fara Petur og Niels at tríva í somu vísur Petur og Niels, sum týskvøldið fara at syngja í Miðlahúsinum Niels Midjord fær helst mong at fara av húsum oman í Vágsbotn