Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 19. desember 2005  – Tað er óhugsandi, at Landið fer at gera tunnil undir Villingadali, sum Tórshavnar Býráð vil hava, sigur Bjarni Djurholm Innkoyring til Havnar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er óhugsandi, at lands­ kassin fer at rinda fyri ein tunnil undir Villingadali. Tað sigur Bjarni Djur­ holm, lands­stýris­maður. Landið fer sostatt ikki at ganga ynskinum frá Tórs­ havnar Býráð á møti um at leggja ein part av Ytra Ringvegnum í Havnina í ein tunnil. Í samandi við ferðsluna, sum kann væntast at verða til og úr Havnini, er ætlanin, at landið og Tórs­ havnar Kommuna í felag skulu gera ein nýggjan inn­ koyringarveg og Ringveg omanfyri Havnina. Men nú hevur meirilut­­in í Tórs­havnar Býráð sam­tykt, at tað tekur ikki undir við, at Ytri Ringvegur verð­ur gjørdur soleiðis, sum ætl­ anin hevur verið, tí hann fer at leggja nógv lendi undir asfalt. Nógv dýrari enn vegur Hesin teinurin er ein partur av tí, sum Landið skal gera og Tórshavnar Býráð heldur at besta loysnin er at gera tunnil undir Villingadali. Ì øðrum lagi vil Býráðið hava vegin lagdan omanfyri Húsareyn. Men er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður ikki sinn­ aður til.  – Eg havi boðað borg­ar­ stjóranum í Havn frá, at tað er óhugsandi, at landið fer at gera tunnil undir Vill­ ingadali, tí tað er so dýrt, sigur hann. Í løgtinginum segði hann einaferð, hetta málið var til viðgerðar, at hvør metur av tunli kostar upp til tríggjar ferðir so nógv sum hvør metur av vegi. Ein tunnil skal tí vera munandi styttri enn ein veg­ ur, áðrenn hetta verður ein bíligari loysn. Hann sigur annars, at drúgvar samráðingar hava verið við seinasta og næstseinasta býráð um málið og báðir partar halda, at loysnin, sum er funnin, er tann besta, tá ið hugsa verður um nyttuna av vegnum, estetikkin og kostnaðin. Eftir hesi loysnini, kunnu eisini tey, sum ikki skulu heilt inn í býin, fara av vegnum miðskeiðis á vegastrekkinum, og fólk frá býlingunum í Hoyvík og teimum kom­­ andi býlingunum í Hoy­ víkshaganum, kunnu gera nyttu av inn­komu­vegnum við tað, at tey eisini sleppa inn á vegin. Somuleiðis kostar tað 2- 3 ferðir meiri at reka og at røkja ein veg enn ein tunnil. Og verður hugsað um trivnað, er vegurin ein stór­ur fyrimunur fyri tann ferðandi, tó at hann kann vera ein ampi hjá fólki, sum býr ov nær. Hinvegin gevur ein veg­ ur eisini atgongd til náttúr­ una. – Samstundis eru vit samd við býráðið um, at vegurin skuldi leggjast so, at hann var til so lítlan bága sum gjørligt, sigur Bjarni Djurholm. Lítið skilagott Bjarni Djurholm staðfestir eisini, at tað er lítið skila­ gott at leggja vegin upp um Húsareyn, tí so liggur hann so høgt uppi at tað er ivasamt um hann er til nakra nyttu. Annars sigur Bjarni Djurholm, at hann hevur onki hoyrt frá Tórshavnar Býráði. – Vit høvdu fund um mál­ið í november og tá av­talaðu vit at hittast aftur á jólum og ikki at taka nøkur politisk stig, fyrrenn vit høvdu havt fund aftur. Tórshavnar Býráð vil helst hava, at ein partur av tí nýggja Ringvegnum omanfyri Havnina verður lagdur í ein tunnil tunnil Ringvegur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað besta hevði verið at lagt ein part av tí nýggja ringvegnum, sum skal ger­ ast omanfyri Havnina, í ein ­tunnil. Tað heldur meirilutin í Tórshavnar Býráði. Tað var júst málið Ytra Ringvegin í Havnini, sum førdi til rok í Tórshavnar Býráð hóskvøldið og sum endaði við, at teir trígg­ir býráðslimirnir í minnilutanum, Jan Christi­ ansen, Sjúrður Olsen og Høgni Mikkelsen, rýmdu av fundi. Ætlanin hevur í nógv ár verið at gera ein ringveg frá Oyggjarvegnum, undir Krákugjógv fram­ við traðunum við Vill­inga­ dalsvegin og so binda í onku­staðni á Sandvíkum. Hetta var ein verkætlan, sum landið og kommunan skuldi betala hvønn sín part av. Men á býráðsfundi hós­ dagin samtykti býráðið, at tað tekur ikki undir við ætlaðu linjuføringini úr Krákugjógv undir Húsa­ reyni norður í Sundsvegin. Meirilutin í Býráðnum sigur, at nógv er broytt á samferðsluøkinum seinastu seinastu 20 árum síðani. Fast samband er í Vágar og skjótt er eisini koyrandi undir Leirvíksfjørð. Um fá ár verður tunnil mill­ um Skálafjørðin og Suð­ur­ streym ætlandi veruleiki og afturat hesum skulu vit at rokna við føstum sambandi í Sandoy. Tunnil er besta loysnin Men meiilutin í Býráðnum hevur eisini rættiliga nógv­ ar atfinningingar ímóti ætl­ anin at leggja ringvegin, har ætlanin er. Hann fer at elva til langar bíði­røðir út á vegir, har ferðsl­an frammanundan er nógv. Somuleiðis fer vegurin gjøgnum bygt øki og tað eiga vit ikki at góðtaka utt­ an víðari nú á døgum. Nógv ognartøka skal til eftir øllum teininum. Veg­ urin liggur í einum skráa við vanda fyri grót- og áar­ lopi og nógvur kavi legst á teininum og tí fer hann at krevja nógva rudding. Tí heldur býráðið, at besta loysnin er at leggja vegin í tunnil. Ein tunnil leggur so at siga einki øki undir seg og fer at lætta um á kommunala veganetinum. Býráðið nevnir onki um, hvussu stórur partur av vegn­um skal leggjast í tunn­-­­ il, men Katrin Dahl Jacob­ sen, sum nú er býráðslimur og sum var tinglimur í sein­ asta valskeiði, førdi eina­ ferð fram í tinginum, at verður ein so stórur part­ur sum gjørligt, lagdur í tunnil av teininum frá Oyggj­ar­ vegnum ella Marknagili til Millum Gilja og kanska til Sandvíkar, hevði tað eirt ein stóran part av tí avmarkaða lendinum, sum er. Men ber ikki til at gera ein tunnil, heldur meirilutin í Tórshavnar Býráði, at veg­ ur­in skal í øllum førum leggjast upp um Húsareyn. Meirilutin í Býráðnum mælti tískil til at beina mál­ ið í teknisku nevnd, sum skal arbeiða víðari við tí og leggja tað aftur fyri bý­ráðið. Landskassin betalir ikki fyri tunnil undir Havnina Bjarni Djurholm gongur ikki ynskinum frá meirilutanum í Tórshavnar Býráði á møti, tí tað er alt ov dýrt Besta loysnin er ein tunnil undir Havnini Vegirnir inn í Havnina klára illa ferðsluna sum er og tí skulu landið og Tórshavnar Kommuna í felag gera ein nýggjan innkoyringarveg og ringveg omanfyri Havnina. Men nú vil meirilutin í Tórshavnar Býráði, at ætlanin skal broytast