mánadagur 19. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 243 - 19. desember 2005
Henda tíðin upp undir jól er ein sera strongd
tíð. Øll hava skund og strongdin bara veksur
fyri hvønn dag. Hetta er eisini ein sera myrk
tíð og sýnið á vegnum er mangan sera vána
ligt. Hetta er eisini ein tíð, tá nógv hendir,
sum ikki átti at hent, og hetta er ein tíð, har
mangan álvarsamar vanlukkur henda. Í staðin
fyri at leika so í og at latið okkum strongja,
so áttu vit øll at lært okkum at tikið tað heila
eitt sindur meira róliga.
Vit eiga fyrst og fremst at sýna fyrilit í ferðsl
uni. Mangan er hált hesa ársins tíð, og so
er uppaftur meira orsøk til sýna fyrilit.Tað
vístu vit eisini á í vikuskiftisblaðnum, og tað
kann ikki endurtakast ov oftani. Vit kundu
eisini spurt okkum sjálvi, hví ið vit leika so í.
Hvat er tað vit hátíðarhalda hesar dagarnar?
Vit hátíðarhalda jú eina friðarhátíð, sum er
til minnis um heimsins frelsara, sum kom
við friðarboðum til menniskjuni. Tað er tí
nakað løgið í hesum, at vit gera so nógv
burtur úr øllum, sum ikki beinleiðis hevur
við jólaboðskapin at gera. Her eiga vit øll at
steðga á og hugsa okkum um.
Men eisini avvarandi myndugleikar eiga at
hugsa seg um og at sýna ábyrgd. Løgreglan
eigur at vera sjónlig og lands- eins væl og
kommunalir myndugleikar eiga at gera
nógv meira til tess at gera ferðsluna tryggari
hesa tíðina. Tað eru ávís støð, serstakliga í
høvuðsstaðnum, har fólk og serstakliga børn
eru í stórum vanda. Skúlar og barnagarðar
standa við høvðusvegir við nógvari ferðslu.
Bensinstøðir standa beint yvir av ella við
síðuna av skúlum og dagstovnum. Sjálvt
um gonguteigar eru, so eru hesi støðini
ofta illa upplýst og er hálka, so kann vandi
vera á ferð. Her er enn langt á mál, áðrenn vit
kunnu siga, at nú eru skúlavegirnir tryggir.
Men vit eiga eisini fyri okkara egnu skuld
at ansa okkum betur. Um vit læra at taka
tað meira róligt, so kunnu vit ivaleyst njóta
jólafriðin og jólaboðskapin betri saman við
børnum og øðrum. Men latum okkum øll
fram um alt sýna fyrilit úti sum heima – á
arbeiðsplássum á sjógvi og landi og ikki
minst í ferðsluni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fyrilit
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Geir Wardum
Eg haldi ikki, at tað eru
børnini, ið eru tann størsti
trupulleikin við ikki at nýta
endurskin. Eg koyri børnini
hjá okkum hvønn morgun
oman forbí viðarlundina í
Havn í Kommunuskúlan, har
síggi eg lærarar og vaksin
bæði til gongu og á súkklu
sum ikki hava endurskin ella
ljós á súkkluni. Tey vaksnu
fólkini í dag keypa næstan
altíð myrkar jakkar (svartar
ella onkran myrkari lit fyri
at fjala teirra yvirvekt) og
tey hugsa ikki um at koyra
endurskin upp á klæðini.
Um dagin og kvøldarnar,
tá ið myrkrið fellur á, sæst
eisini ofta, at rennararnir
renna uttan endurskin, og
helst eru tey í myrkum klæð
um fyri at fjala eitthvørt.
Tað eru ikki børnini, ið
eru tann størsti trupulleikin.
Nei, tey vaksnu skuldu fyrst
og fremst tikið seg saman,
og so kundu børnini lært av
teimum.
Carl August Arge
x-limur í Sjálvstýris
flokkinum
Kári P. Højgaard sigur í
Útvarpinum, í viðmerking
til at so nógv fyrrverandi val
evni hava melda seg úr Sjálv
stýrisflokkinum - seinast
eg sjálvur, at hann skilur
ikki mína útsøgn um, at so
lítið orðaskifti hevur verið
í flokkinum um eym mál.
Hann segði, at málið um
bann móti diskriminatión
vegna kynsliga orientering
»hevur verið høvuðsevnið
innanfloks tey seinastu tvey
árini«.
Harvið sigur hann meg
siga ósatt.
Eg tími sera illa at keglast
um tílíkt, men eg vil ikki av
órøttum vera sagdur at fara
lætt um sannleikan. Tí hesa
viðmerking.
Far inn á heimasíðu flok
sins www.sjalvstyri.fo. Hygg
undir »Greinar«. Har standa
allar útmeldingar, flokkurin
hevur gjørt seinastu árini.
Eisini útmeldingarnar frá
seinastu landsfundunum.
Har verður ikki við einum
orði nevnt nakað um tað,
Kári P. Højgaard sigur hev
ur verið »høvuðstemaið sein
astu tvey árini«.
Rætt er, at evnið hevur
verið frammi. Men tað hevur
verið tí at onkur av okkum,
sum í dag ikki longur eru
limir, hava reist málið undir
skrápunktinum »Ymiskt«.
Leikluturin hjá Kára P. Høj
gaard hevur verið at royna at
tiga málið burtur.
Rætt skal vera rætt.
Leila Solmunde
Formaður í MBF
MBF vil við hesum skrivið
heita á Landsstýrismannin
um at bera so í bandi, at stov
nurin fyri fjølbrekað børn
verður tikin í nýtslu sum
ætlað 1. januar 2006.
Síðani vilja vit heita á
landsstýrismannin, at brúka
tíðina fram til 1. apríl 2006,
til at finna útav hvussu hesi
viðurskifti eiga at skipast,
hesum børnum at gagni.
Er ætlanin at ansingin av
fjølbrekaðum børnum skal
verða ein landsuppgáva burt
urav, so má Almanna- og
heilsumálaráðið seta pening
av til serstovnar til hesi børn,
og heimild fáast fyri at reka
tílíkar stovnar.
Fær kommunan ábyrgd av
einum dagtilboði til øll børn,
og landið bert skal gjalda fyri
ta meirútreiðslu sum stendst
av brekinum, verða øll børn
líka fyri lógini, óansæð hvar
í landinum tey búgva.
MBF er av tí fatan, at øll
hava sama rætt til ansing í
kommununi, og at foreldur
at børnum við breki skulu
gjalda sama gjald, sum onnur
foreldur. Meirkostnaðurin av
hesum ansingartilboði eigur
landið at gjalda fyri. Hetta
vil gera øll børn líka fyri lóg
ini, og øll fáa sama rætt.
At vit hava fleiri skipanir
kann gera, at nøkur børn
detta niðurímillum í lógar
verkinum, og er hetta dømi
sum nú er íkomið, eitt tekin
um, at fjølbrekað børn ikki
fáa tey tilboð, sum teimum
var ætlað, tá avgerð varð tik
in um at gera hetta stovns
tilboðið.
Eitt vælvirkandi samstarv
millum kommunur, ráð,
stovnar og foreldur er ein
fyritreyt fyri at tilboðini hjá
hesum børnum skulu virka
væl og ikki enda í einum
trætumáli um, hvør hevur
ábyrgd av hvørjum.
Tað er ein tapari í hesum
máli, og tað eru tey fjøl
brekaðu børnini og foreldur
teirra. Tí er okkara vón, at
málið verður avgreitt sum
skjótast, so hesi børn kunnu
byrja á einum góðum og
egnaðum dagstovni 1. januar
2006.
Børn nýta ikki endurskin!
Sig sum er Kári P. Højgaard
Opið bræv til Hans Paula Strøm