Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 19. desember 2005 11 SjónaRMIÐ Martin Næs Kringvarp Árið byrjaði sum eitt mentanar­ politiskt óløgi við tíðindum um, at frá fyrsta januar 2005 vórðu Út­varp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í stovnin Kringvarp Føroya. Annar stjórin fór, hin helt, at avbjóðingin var stór. Orsøkin til, at hesir báðir stovnarnir nú vórðu lagdir saman, segðist vera tann, at nú hóskaðu teir nógv betur saman, nógv betur enn teir høvdu gjørt øll hini árini síðan 1984, tá ið Sjónvarp Føroya varð sett á stovn sum sjálvstøðugur stovnur. Spennandi verður at síggja ta nýggju kringvarpslógina, ið, sum fráboðað skuldi ligið klár um 14 dagar. Tjóðpallur Sama dag sum hetta inntrivið verður gjørt í føroyskan ment­ anarpolitikk, verður ein annar mentanarstovnur settur á stovn, einsamallur og heilt fyri seg, men undir sama ráði og sama ráðharra – við egnari lóg, egnum stjóra og einum sløði av peningi, Tjóðpallur Føroya. Her var eingin slingur í valsinum. Mitt í hesum samanleggingartíðum verður enn ein nýggjur stovnur altso settur á stovn, og hann skal, eftir øllum at døma, partú, vera fyri seg sjálvan og ikki saman við onkrum av teimum verandi, eitt nú onkrum virknum sjónleikarafelag ella Sjónvarpi Føroya, ella kanska nógv best – saman við tí veruliga leikpallinum, Føroya Løgtingi. Kringpallur Nú tá ið árið næstan er liðið, kanst tú ikki lata vera við at hugsa - um tú yvirhøvur hugsar mentanarpolitiskt og eitt sindur yvirskipað - hví alt hetta skuldi henda sama dag, t.e. 1. januar 2005? Var hetta tann bera tilvild? Ella vælvild? Var hetta ein framúr góður leikur? Vóru hetta amatørar sum vóru upp á spæl, ella vóru hetta yrkislærdir leikarar, sum dusaðu sær í stríðnum um at fáa ta mentanarpolitisku kábalina at ganga upp? Tjóðpallin hevur tjóðin grátið eftir síðan fyrst í sjeytiárunum, og honum hava tey flestu av okkum longst eftir nú í mong ár, men vit vildu eisini hava eina virðiliga játtan at fylgja við, og SvF hevði, eftir øllum at døma, spælt fallitt við at hótta við at senda meira danskt tilfar, um teir ikki fingu eina størri játtan. Knappliga høvdu vit ongan sjónvarpsstjóra, hóast hann bæði hevði høli og játtan, men ein tjóðpalsstjóra – sum í roynd og veru hvørki hevði høli ella játtan. Og í dag hava vit eitt Sjónvarp, sum sendir so nógv danskt, at tað nærum hevur yvirhálað sjálvt danska sjónvarpið við donskum sendingum, men hetta verður bara ikki skorið út í papp, víst verður bara til skránna. Fólkabókasøvn 14. desember mælti fíggjar­ nevndarformaður løgtingsins, ósmæðið og óinnpakkað, í tí partinum av Kringvarpi Føroya, sum nú eitur Útvarp Føroya, til, at tað skal verða ‘ókeypis’ at ferðast um firðir og sund í Føroyum. Hvør vil ikki hava slíka jólagávu? Á morgni 15. desember sam­ tykti Føroya Løgting broyting í bókasavnslógini frá 2001, sum ger, at teir við fullum rætti kunnu spara heilar 1.7 mill. kr. í útreiðslum til fólka­ bókasøvnini í landinum næsta ár og øll tey fylgjandi árini. Hesin peningur skal takast frá fólkabókasøvnunum og ikki frá skúlabókasøvnunum, tí Tingið hevur mitt í hesum javnstøðutíðum, nevniliga samtykt, at munur skal gerast á hesum báðum sløgum av bókasøvnum. Skúlabókasøvnini skulu varðveita síni 60% í rakst­rarstuðli, meðan fólka­ bókasøvnini skulu í framtíðini bara fáa 40% í rakstrarstuðli. Hóast mótmæli frá øllum avvarðandi, fer málið ígjøgnum sum um eingi spurnartekin verða sett. Hetta er í roynd og veru fyrsta stigið til avtøku av føroyskum fólkabókasøvnum, tí hvør leggur í at stovnseta og reka fólkabókasøvn og fáa 40% í rakstrarstuðli, tá ið tú kanst stovna skúlabókasøvn og fáa 60% í rakstrarstuðli? Av tí at so nógv av teimum fólkavaldu her hjá okkum (tíverri í hesum føri) eru lærarar, gloymdu tey eina løtu, at skúlabókasøvnini bara tæna lærarum og næmingum, meðan fólkabókasøvnini tæna øllum fólkinum – og hava opið eisini tá ið skúlarnir hava afturlatið. Hesi tíðindini sá og hoyrdi eg í tí partinum av Kringvarpi Føroya, sum nú eitur Sjónvarp Føroya, nú triðja viðgerð av tingmálinum var til viðgerðar og samtykt, kl. 10.33 í morgun, uttan at nakar tingmaður tók orðið. Vit hava ikki ráð at rinda fyri raksturin av nøkrum smáum mentanarstovnum á bygd og í bý í okkara egna landi. Hetta eru søvn, sum mong hava verið virkin í meira enn hálvthundrað ár, og sum í dag í mongum førum hava fíggjarætlanir, sum eru so smáar, at eg hugsi at sjálvt ein nútíðar føroyskur slipsaklæddur vinnulívsmaður við ringi í oyranum, og sum bæði hevur fingið reyv og høku, hevði smílst at tølunum í fíggjarætlanini. Rakstrarstuðulin til øll fókabókasøvnini, sum í 2005 er slakar 5 mill. kr. skal lækkast við 1.7 mill. kr. í 2006, sum eitt sparitiltak!!! Degns-hús Samstundis hevur Tórshavnar Býráð her við ársenda ráð at keypa eini gomul sethús í mið­býnum í Havn fyri 5 milliónir kr, eini sethús, sum friðingarnevndin ikki metir hava varðveitingarvirði. Nú kanst tú spyrja, hvat hetta við Degns-húsum hevur við hini málini at gera. Jú, tað hongur soleiðis saman, at hetta, tá ið samanum kemur, alt er mentanarpolitikkur, og hetta er alt mentanarpolitikkur stýrdur meira og minni av vælsignilsi Føroya Javnaðarfloks bæði á Løgtingi, í Býráðnum og hvar aðrastaðni, ið leitað verður. Hetta er so asosialt, at eg fái ilt langt inn í mína sosialu samvitsku. Hvat hugsar Føroya Javnaðarflokkur? Hvar er visiónin? Politiski myndugleikin Politik­ararnir lata ikki munn­ in upp í dag uttan at tosa um ´altjóðagerð og ´heims­ samfelag´, teir fara við sjógv á baki til norðurlendsku grannar okkara og suður til ES at kanna møguleikarnar at fáa granskingarstuðul og annan stuðul, samstundis verður sagt, at vit sjálv ikki eiga sýru í vegg. Alt skal knúskast av berari asosialari smáligheit. Vit tosa um 1.7 millión krónur til 16 fólkabókasøvn í árinum 2006 eftir Kristi føðing. 16 fólkabókasøvn, sum hava opið fyri almenninginum í tilsamans 200 tímar um vikuna. Barnagarður Á morgni 16. desember veit Útvarpið at siga, at Føroya Landsstýri fer, løgið nokk, at lata nett 1.7 mill. kr. til at endurbyggja ein barnagarð á Sri Lanka, sum skal hýsa 14 børnum. Hetta er uttan iva eitt gott og tiltrongt tiltak, men tá ið peningurin skal takast úr tí sama kassanum, sum í gjár var skralltómur, so má hetta vera stuldur, lygn ella tað, ið verri er, sum vartað verður upp við. Eg fái als ikki samanhang í hetta, men her er kanska eingin samanhangur, tí var tað tað, so hevði óivað mangt sæð øðrvísi út. Hevði útvarpsmaðurin ver­ ið kringur í luftini henda morg­unin, so hevði hann loftað hesum við teimum ein­ umkommasjeymilliónunum. Hetta kundi í hvussu er verið ein av yvirskriftunum, sum man kundi heft seg við í desember. Einakomma­sjeymilliónir­ herogeinakommasjey­ milliónirder. Undirstriking Til tess at eg ikki skal takast í tí, at eg ikki unni Tjóðpalli Føroya og Barnagarðinum á Sri Lanka tey oyruni, ið játtað verða teimum, vil eg taka fram her, at sjálvandi taki eg undir við, at bæði Tjóðpallur Føroya og Barnagarðurin á Sri Lanka fáa tann neyðuga peningin, hetta skal bara gerast, uttan at fara inn og samstundis taka peningin frá øðrum, eitt nú føroyskum mentanarstovnum, sum frammanundan skríða í skræðuni. Politiski myndug­ leikin skal bara kalla ein spaka fyri ein spaka, so fáa vit samanhang í viðurskiftini, og so eru vit vónandi greiðari um støðuna, tá ið krossurin skal setast næstu ferð. Ring rás Eg eri bangin fyri, at hetta verður alt ein hvørvisjón í 2015. Helst fari eg skeivur, tí sambært fólkaræðisliga myndugleikanum veit hesin, hvat hann ger. Fólkið átti at staðið sum kánus. Men gakk. Ring rás. Mentanarpolitikkur í desember Jógvan Arge varaborgarstjóri Tórshavnar Býráð hevur sam­tykt nýggja reglugerð fyri mannagongdir í sínum egnu byggimálum. Í hesi reglugerð verður strammað upp í mannagongdunum til tess at koma burtur úr óhepn­ ari gongd og úrslitum, tá bygt verður til kommunal enda­mál. Ein høvuðsbroyting í manna­gongdini er, at sjálvt býráðið kemur inn í málini nógv fyrr enn áður. Longu tá ein býráðsnevnd vísir á tørv á eini bygging til eitthvørt endamál, skal málið leggjast fyri býráðið til samtyktar, áðrenn farast kann víðari við tilrættalegging. Onnur høvuðsbroyting er, at tekur býráðið undir, verður beinanvegin vald ein bygginevnd við fimm lim­ um, tá ætlanin verður mett at kosta 20 mió kr ella meir. Býráðið sjálvt velur tveir býráðslimir í bygginevndina og borgarstjórin tilnevnir tríggjar, sum skula umboða miðfyrisitingina (fíggjarligt innlit) , teknisku fyrisitingina (tekniskt og byggifrøðilig innlit) og ta fyrisitingina, sum ætlar at byggja (fakligt innlit). Verður byggingin mett at fara at kosta minni enn 20 mió krónur, tilnevnir borg­arstjórin teir tríggjar um­sitingarligu limirnar eftir sama leisti, og býráðið sjálvt kann velja ein av sínum lim­ um í nevndina. Bygginevndin skal javn­ an kunna borgarstjóran og kommunustjóran um gongd­ ina í verkætlanini Setningurin hjá byggi­ nevnd­ini er at stíla fyri bygg­ ingini, at ráðgeva býráðnum og nevndunum og hava ábyrgd av, at verkætlanin verð­ur framd í samsvari við politisku krøvini/ynskini og innanfyri givnar karmar. Seinastu árini hevur ikki verið vanligt, at býráðið sjálvt hevur verið umboðað í bygginevndum. Endamálið við at seta bý­ráðslimir í byggi­nevnd­ irnar er eitt nú at tryggja, at politiska leiðslan er so nær verkætlanunum, at óhepnar gongdir kunna loftast í tøk­ um tíma. Nýggja reglugerðin er ein­ mælt samtykt í býráð­num. Stórar byggingar fyri framman Fleiri stórar kommunalar byggiætlanir eru fyri framm­ an. Summar hava verið á borðinum í fleiri ár, men eru ikki settar í verk. Nú kann illa bíðast longur. Talan er eitt nú um víðk­ an og nýtíðargerð av skúl­ anum á Argjum og ný­bygg­ ing av einum stórum skúla í Hoyvík at taka móti børn­ unum úr teimum nýggju býar­pørtunum har uppi. Býráðið valdi longu á síðsta fundi sínar limir í ta fyrstu bygginevndina, sum er bygginevnbdin fyri fimleikahallarbyggingini í Gunda­dali, har Hildur Eyð­ unsdóttir og Sjúrður Olsen fara at umboða býráðið. Býráðið hevur samtykt at bjóða hetta arbeiði út í heildararbeiðstøku millum eini fimm byggifeløg - trý føroysk og tvey útlendsk - til tess at fáa besta boðið upp á sjálva byggingina og kostnaðin. Í fimleikahøllini skal verð­ur høll til amboðs­ fim­leik og fleiri gólv til rytm­iskan fimleik. Høllin skal byggjast soleiðis, at suðursíðan samstundis kann vera áskoðarapláss við norðurendan á Tórsvølli. Fimleikarunum hevur leingi vantað góðar um­støð­ ur. Býráðið hevur ásannað, at feløgini eru ikki før fyri at lyfta hesa uppgávuna sjálvi, og tí tekur kommunan byggingina upp á seg til frama fyri hesa fólkaítrótt hjá børnum, tilkomnum og eldri. Býráðið tekur í egnan barm