mánadagur 19. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 243 - 19. desember 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Lívið er ein gáva, sum tú hevur í avmálda
tíð - tú kemur í heimin, men skalt burtur
aftur hiðani. Hóast henda ófrávíkiliga
veruleika, so koma deyðsboð altíð dátt
við og serliga, tá talan er um ein av
tínum kæru ella onkran, sum tú hevur
verið nógv saman við, og herfyri komu
so boðini um, at Havgrímur Hammer
var farin.
Havgrímur Hammer varð borðin í
heim í Hovi hin 21. sept. 1935, men
hóast hann stóran part av lívi sínum
búði og arbeiddi á Tvøroyri, gloymdi
hann ikki heimbygd sína Hov.
Lærari gjørdist Havgrímur í 1958,
men áðrenn hann tók við starvinum
sum lærari á Tvøroyri í 1961, hevði hann
verið lærari í Øravík og Øravíkarlíð og á
árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole
Hann útinti sítt arbeiði við lív og
sál, sum starvsfelagarnir, sum hava
havt hann sum lærara og flokslærara
eisini minnast við virðing. Heldur ikki
skulu gloymast næmingaferðirnar, har
Havgrímur saman við konuni Ellu, var
ferðaleiðari.
Havgrímur setti ikki bara spor í sín
um dagliga skúlayrki. Hann sat fleiri ár
í kommunustýrinum umboðandi javn
aðarflokkin, har hann gjørdi sítt ítarsta
fyri trivnaðin og arbeiðsmøguleikarnar
í Tvøroyrar kommunu m.a. við at seta
skjøtil á skúlaútbyggingar og Tvøroyrar
Flakavirki.
Havgrímur hevði sín stóra lut í, at
Føroya Keypssamtøka læt upp deild í
Suðuroynni.
Saman við Jóhannes Enni savnaði
hann tilfar til bókina Suðuroyarsagnir,
sum kom út í 1977.
Í lærarastovuni var Havgrímur mang
an miðdepilin við sínum fyndugu orð
um um skúla og samfelagið alt, og so
dugdi hann so sera væl at greiða frá og
skemtast.
Havgrímur fór frá sum lærari í 1997,
ikki vegna aldur, men sjúku, sum hann tá
hevði stríðst við í nøkur ár. Treiskur, sum
hann var, royndi hann at berjast ímóti,
men ikki vildi sjúkan honum náðir.
Við samkenslu og bestu ynskjum til
tykum, hansara kæru, drýpa okur høvur
og minnast við virðing og takksemi
læraran, starvsfelagan, ítróttarmannin,
frásøgumannin, skemtaran og kommu
nalpolitikkaran Havgrím Hammer og
takka fyri, at eisini okur fingu lut í hans
ara lívi.
starvsfelagarnir
Havgrímur Hammer, Tvøroyri
f. 21. sept. 1935 - d. 5. nov. 2005.
Sunnudagin 18. desember
kundu hjúnini Jolina og
Torleif Bech í Porkeri halda
gullbrúdleyp.
Mamma er ættað Innan
Glyvur, dóttir Johannu og
Marius Bertholdsen. Pabba
er ættaður úr Porkeri, sonur
Johonnu og Jacob Bech í
Hólinum.
Mamma fór sum 13 ára
gomul út at tæna. Hon
hevði sum 6 ára gomul mist
mammuna, og tá hon var 12
ár, fórst pápin við Guiding
Star«, so byrjanin upp á lívið
var alt annað enn løtt.
Eftir at tey vórðu gift, hevur
hon verið heimaarbeiðandi
meðan vit vóru smá; men
seinni arbeiddi hon nøkur
ár sum flakakvinna á Polar
frost.
Pabba hevur verið sjómað
ur meginpartin av arbeiðstíð
síni. Fór at rógva út sum 14
ára gamal. Var síðani til
skips í mong ár. Fór fyrst
við »Yvonnu«, ið var heima
hoyrandi í Vági. Seinni var
hann við »Beinisørð« og
við »Ósa«, ið abbin átti
saman við øðrum. Pabba
var parteigari í »Vágbingi«,
og var við honum til hann
varð seldur. Hann var við
norskum og íslendskum
trolarum í fleiri ár, til hann
fór at sigla við »Jens Chr.
Svabo« og tey seinastu árini
við »Magnus Heinason«.
Hann var eisini við »Leivur
Øssursson« á royndarveiðu
eftir svartkjafti. Øll hesi ár
pabba var á sjónum, tók
mamma sær av øllum tí hús
liga, bæði at passa fenaðin
og alt annað, ið hoyrdi til eitt
føroyskt heim.
Pabba hevur altíð havt stór
an áhuga fyri seyði. Hann
hevur verið seyðamaður í
Handara Parti í umleið 40
ár, og hevur hann sera gott
eyga fyri seyði og seyðarøkt.
Pabba hevur gingið nógv
burtur í haga, og kennir
hann tí væl staðarnøvn bæði
uttan- og innangarðs.
Væl hevur ligið fyri hjá
mammu, tá ræður um mat
og matgerð. Gestablíð hevur
hon altíð verið, og hevur
duga væl at hugna bæði um
okkum børnini og øll, ið eru
komin á gátt. Jú, sanniliga
hava vit sum børn nógv gott
at minnast afturá, bæði av
handaligum- og andaligum
virðum.
50 ár er long tíð, og
mong hjún uppliva ikki
hendan stóra dag. Gullbrúd
leypsdagin fara tit at halda
í heiminum saman við ætt,
vinum og kenningum. Vit
vita eisini, at tit av hjarta
siga, Honum, ið øllum vald
ar, takk fyri at tit fingu loyvi
at liva saman í kærleika í
samfulla hálva øld.
Vit gleða okkum til at
halda dagin saman við tykk
um.
Hjartaliga tillukku við
ynski um Guds signing fyri
framtíðina.
Børnini við familju
Gullbrúðarparið
Jolina og Torleif Bech
í Porkeri 18. desember 2005
Bert nøkur fá hugarensl nú tað stundar
til jólahátíðina, og at tú var tikin burtur
aftan á stutta sjúkralegu.
Meðan alt tað vakra á foldum spíraði,
fjaraði títt mangan baldruta, og av okk
um, sum stóðu tær nær og vistu um tína
lívslagnu, lív burtur.
Men hetta lívið hevði eisini lært teg
at vera nøgdan við tann krossin, sum tú
hevði fingið at bera her niðri.
Staddur langt heimani frá og jólini eru
fyri framman, renna mær mangar løtur
í huga saman við tær, eitt nú tá ið jólini
komu, hevði tú sjálvur syrgt fyri, at hvør
einasti av ”tínum” ikki var gloymdur.
Góði Elias! tú elskaði lívið og var
so ómetaligur glaður fyri tað. Tú lærdi
okkum nógv, tá tú við tínum smíli og
nøgdsemi var ímillum okkum.
Tú hevði glett teg til at halda 75- ára
føðingardegin í august mánað, men hann,
sum tú hevði givið lív títt í hond, vildi
tað øðrvísi og við vissuni um, at hann
gjørdi tað íð best var, fór tú óræddur inn
um deyðans gátt.
Ja, fyri okkum, sum vóru um teg ta
seinastu løtuna, kendist tað, sum tað
stendur skrivað um Lazarus hjá Lukkas
kap. 16. ørindi 20, ”hann varð av Einglum
Guds borin í fang Abrahams.”
Hósdagin 16. juni í fagrasta summar
veðri vart tú lagdur til hvíldar í eina
myrka grøv, men sum Frelsari okkara
reis úr grøvini páskamorgun, verður
likam títt ikki liggjandi í grøvini, men
skal rísa upp til æviga sælu.
Góði Elias! takk fyri at vit lærdu teg
at kenna, og alt tú gav okkum og ikki
minst at virða tað sum í mannaeygum
mangan tykist lítisvert.
Jólini eru fyri framman; eitt pláss verð
ur tómt við borðið, har tú plagdi at sita
við tínum glaða og vinsama smíli. Vit
sakna teg nógv.
Hvíl í friði.
Umborð á Ennibergi
undan jólum 2005.
Hans Vilhelm
Thomas Elias Joensen
føddur í Froðba 18. august 1930, deyður 13. juni 2005
Tíðindaskriv
Mikukvøldið 21. december
kl. 21.00 verður hugnalig
jólasangløta í SILOA í
Fuglafirði. Ætlanin er at
gera kvøldið so fjølbroytt
sum møguligt. Vit fara at
syngja nakrar felagssang
ir saman og fara at hoyra
góðan kórsang og solo
sang.
Klæmint Eliasen fer at
leiða løtuna og framførðslur
verða við hesum bólkum
og solosangarum: Lítið kór
úr Siloa, Bárður á Lakjuni,
Durita M. Jacobsen og
sangbólkurin SALT.
Aftaná bjóða vit øllum til
ein jólaligan drekkamunn.
Vit vóna, at nógv fólk seta
sær eina løtu av og koma í
SILOA hetta kvøldið. Sang
løtan er ókeypis.
Dagurin í morgin
20. desember. Ábraham. Dagur til minnis um patriarkin Ábraham. Bíbilska navnið
merkir faðir at mongum.
Jólasangløta í Siloa í Fuglafirði