Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 19. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Karolina Maria Arge fer til gravar úr Argja kirkju týsdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Karo­linu kunnu lata Sjó­ manskvinnuringinum á Argj­um eina gávu, konto í Føroya Banka Andrias Hansen, ”Dia hjá Jens í Árnafirði”, and­aðist á Klakksvíkar sjúkra­­húsi leygar­dagin 17. desemb­er, 60 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum heim í Christians­kirkjuna mánakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður týs­dagin kl. 13 úr kirkj­uni. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Dia, kunnu stuðla Føroya Felag móti krabbameini. Konta í pen­ ingastovununum. Kistan við Ólavur Jóhan Reinert Petersen fer úr Landssjúkrahúskapellinum mánadagin kl. 15. Jarð­ar­ ferð­in verður úr Fríð­riks­ kirkj­uni týsdagin kl. 13. Sungið verður úr sálma­ bókini. Tey ið vilja minnast Ólavur, kunnu lata eina pen­ ingagávu á konto í Føroya Banka. Meinhard Djurhuus, skipari, ættaður frá Gjógv, bú­sitandi í Tórshavn, and­­aðist sunnudagin í heimi­num, 77 ára gamal. Jarð­arferðin verður úr Havn­ar kirkju hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Meinhard kunnu lata eina peningagávu til Herbergið hjá Frelsunarherinum í Tórs­havn. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 15. desember fylti Absalon Djurhuus í Havn 75 ár. Hann var í mong ár varaskúlastjóri í Komm­unu­ skúlanum í Havn. Absalon er ættaður úr Sal­ tangará ella Heiðunum, sum tað plagdi at verða nevnt. Foreldrini vóru Inga Malena fødd Jacobsen og ættað úr Syðrugøtu og David Einar Djurhuus, sum var ættaður úr Sumba, og sum fyrst lærdi til lærara og síðani til lækna. Hann var í 38 ár lækni á Skála­fjørðinum og varð kall­ aður Heiðadoktarin. Inga Malena og Einar fingu tvey børn. Tey eru Absalon og Nanna Sørensen, sum bæði búgva í høvuðsstaðnum. Barnaskúlan gekk Absalon á Glyvrum, men hann var ann­ ars nógv á Skála har abbin, Absalon Jacobsen, átti skip og rak skipasmiðjuna. Absalon tók realprógv í realskúlanum í Havn síðst í 40-unum. Hesa tíð­ina búði hann á fyrrver­andi Roynd­ arstøðini í Hoy­­vík. Hann varð mate­mat­iskur studentur á Føroya Studentaskúla í 1952. Í 1956 leyk hann lær­ara­prógv á Føroya Lær­ ara­skúla. Veturin 1956-57 var hann á námsskeiði á ítróttarháskúlanum í Sønd­er­ borg. Eitt stutt skifti var hann so vikarur í Miðvági, og í 1957 gjørdist hann lærari í Kommunuskúlanum í Havn. Hann var varaskúlastjóri frá 1962, til hann fór úr starvi 1. august 1996. Skúlaárið 1965-66 var hann á ársskeiði á DLH. Sum yngri var Absalon íðin fimleikari. Hann var virkin í Havnar Fimleikarafelag og annars í frælsum ítrótti. Hann taldist millum fremstu fimleikarar í landinum. Í síni frítíð vitjaði Absalon ofta aftur í heimbygdini, har hann m.a. hevði bát og so eisini jørð í Skálabotni. Eitt av frítíðarítrivunum hjá Absaon hevur verið at spæla violin, og spældi hann í mong ár saman við øðrum í Musikkskúlanum. Hann er eisini fittur í hond­ un­um, hann hevur t.d. ging­ ið til bókbinding og møbil­ polstring og gjørt ymiskar lutir úr træ. Eisini liggur væl fyri at tekna og at taka myndir. Síni kreativu evnir nýtti Absalon eisini í skúlanum við at seta leikir upp o.a. Hann var ein høgt respekteraður lærari, bæði millum starvsfelagar og næm­ingar. Absalon giftist 23. august í 1959 við Ásvør Matras Joen­sen. Hon er fødd á Viðar­eiði í 1934. Foreldrini vóru Maja og Jógvan Joen­ sen, sum í mong ár vóru lærarafólk í Klaksvík. Eisini Ásvør lærdi til lærara, og hon var í mong ár lærari í Kommunuskúlanum. Ásvør og Absalon eiga trý børn. Tey eru Inga Malena, Jógvan Martin og Einar. Inga Malena býr í Sandavági, og dreingirnir búgva í Havnini. Ommu- og abbabørnini eru 6 í tali. Føðingardagin varð hild­ in saman við familjuni í Sandavági. Í dag, mánadagin 19. de­semb­ er, verður Ása Justinus­sen í Havn 60 ár. Ása hevur í mong ár átt stóran og trivaligan lut í føroyska mentanarlívinum. Ása er fødd og uppvaksin í høvuðsstaðnum, men sum so mong onnur havnarfólk, so hevur hon røtur á bygd. Mamman, Olga Maria fødd Thomsen, var ættað úr Króki í Hvalba, og pápin, Søren Meinert Justinussen, var ættaður uppi í Húsi í Svín­ oy. Tey bygdu í Rabarbu­ kvar­terinum, og tey seks børn­ini hjá teimum vóru: Eigil føddur í 1928, Kjartan føddur í 1933, Ólavur føddur í 1936, Anna fødd í 1938, Tórhild fødd í 1941 og Ása fødd í 1945. Eigil doyði í 1974, Kjartan í 1982 og Anna í 2002. Ólav­ ur býr í barnaheiminum í Tvørgøtu, og Tórhild og Ása búgva á trøðni uppi við Villingardalsvegin, sum Søren Meinert í síni tíð sam­ an við verfaðirinum breyt upp úr nýggjum. Ása gekk í Nunnu­skúla­ num, og hon tók prógv í Fær­ø­ernes Mellem- og Real­ skole. Hon leyk skriv­stovu­ útbúgving hjá Lamhauge & Waagstein og gekk í hand­ ilsskúla, har hon í sjeyti áru­ num fekk prógv sum merko­ nomur í roknskapi. Onkur stutt skifti var Ása í Danmark. Í 1968 fór hon at arbeiða í landsumsitingini. Hon fekk um endan á løg­ manstíðini hjá Peturi Mohr Dam, og hon var í Tinganesi í fimtan ár. Ása fór í starv í Norður­ landahúsinum beinanvegin, tá ið tað varð tikið í nýtslu í 1983. Umframt stjóran vóru normerað eitt og eitt hálvt starvsfólk, so tað er einki at siga til, at uppgávurnar vóru nógvar og fjølbroyttar. Í 1990 fór Ása at arbeiða hjá Landsgrannskoðanini, og har er hon framvegis. Ása Justinussen giftist í 1983 við Finnboga Ísakson. Tey fingu í 1986 dóttrina Glæma, sum doyði bara fýra mánaðir gomul. Finnbogi doyði 7. september í ár. Har hon hevur verið, har hevur hon verið heil, er skoðs­málið, sum Ása fær frá teim­um, ið hava havt við hana at gera í arbeiði og í øllum øðrum virksemi, sum hon hevur verið uppií. Sum blaðung var hon uppi í Havnar Fimleikarafelag, og seinnapartin av seksti árunum róði hon við Síli­ num, sum vann nógvar sigrar. Í fleiri ár sang hon við Útvarpskórinum og Havn­ar­ kórinum, sum hon var við til at stovna í 1972, og sum hon hevur verið nevndarlimur og formaður í. Á kirkjuráðsvalinum fyri stuttum varð Ása vald í kirkju­ráðið fyri eystaru kirkjusókn í Havnini. Onkuntíð hevur hon havt stuttar viðmerkingar í bløð­ un­um. Eitt nú skeyt hon fyri tveim­um árum síð­ani upp í lesara­brævi upp, at før­oying­ ar heittu á danir um at taka tíggju milliónir av blokkinum og at senda tær beinleiðis sum menningarhjálp. Tað var ikki gamalt í Føroyum at geva tað, sum man hevði fingið, helt Ása. Saman við Finnboga hevur Ása framt stórt bókmentaligt avrik. Hon stuðlaði honum í at leggja tríggjar bøkur um Tilburðir í okkara øld til rættis í áttati árunum, og síðani komu fýra útgávur av hentu og snotiligu Aftur og fram árbókini. Finnbogi var formaður í rit­stjórnini, sum hevði ábyrgd­ina av at geva tey trý bindini av Løgtingið 150 ár út, og eisini í tí arbeiðnum átti Ása sín skilagóða lut. Tað gjørdi hon eisini, tá ið Finnbogi eitt ár fyrst í níti árunum var blaðstjóri á 14. september. Ása, sum er familju­kær og innarlaga í ættar­søgu og føroyskum sam­felags­við­ ur­skiftum sum heild, helt runda føðingardagin heima við hús sunnudagin. J Absalon Djurhuus 75 ár Ása Justinussen 60 ár Tøkk Hjartans tøkk til tykkum, sum gleddu okkum á gullbrúðleyðsdegnum 3. des. Takk fyri gávur, blómur, fjarrit og til tykkum, sum ringdu. Eisini ein tøkk til tykkum, ið vaktu okkum við sangi. Annars eina stóra tøkk fyri alla ta hjálp vit fingu. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Guds signing í tí nýggja árinum. Bestu heilsur Jacob og Karin Norðberg, Hvalba Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gjørdu okkum gullbrúðleypsdagin tann 19. november so hugnaligan og minnisríkan. Somuleiðis vilja vit ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Kærar heilsur Marna og Jákup A. Joensen, Eiði Bókin ”Teir tóku kjansin - søgan um Kap Farvel” hjá Birgiri Waag Høgnesen selur væl. Birgir sigur, at forlagið hevur so gott sum ongar bøkur eftir. Hann er fyrsta bókin, hann hevur skrivað, so hann er positivt yvirraskaður av móttøkuni, bókin hevur fingið. Í farnu viku var bókin á 5. plássi á listanum hjá Bókasøluni í SMS. Kap Farvel selur væl