mánadagur 19. desember 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 243 - 19. desember 2005
Fríggjadagin 16. desember
fylti Ásbjørn Viderø í Hoy
vík 70 ár.
Hóast Ásbjørn er havnar
maður, hevur hann búð á
Viðareiði meginpartin av lívi
sínum. Á sumri 2004 flutti
hann aftur til høvuðsstaðnum
og býr nú í nýggjum húsum
í Hoyvík.
Ásbjørn vaks upp í
Gundadali. Foreldrini vóru
Birtha, f. Joensen, og Niels
Johannes Viderø, bæði ættað
av Viðareiði. Tey eru trý
systkin: Emma, Ásbjørn og
Sverri.
Eftir at hava lært til
maskinsmið á Tórshavnar
Skipasmiðju, flutti Ásbjørn
í 1961 til Viðareiðis at
búgva, har hann tók við
einum festi. Hann arbeiddi
eisini í mong ár sum smiðju
meistari í smiðjuni hjá
Landsverkfrøðinginum,
fyrst í Norðdepli og síðan
í Hvannasundi. Hetta starv
røkti hann, til hann bleiv
pensioneraður.
Í 1958 giftist Ásbjørn
við Daisy, f. Mellemgaard.
Tey fingu fýra børn: Petra,
Birgitte, Dánial og Hallgerð.
Hallgerð býr í Klaksvík, og
hini búgva í høvuðsstaðnum.
Abbabørnini eru 9 í tali.
Í 1996 seldu Daisy og
Ásbjørn á Viðareiði og
fluttu til Klaksvíkar, og
í 2004 fluttu tey aftur til
høvuðsstaðin.
Ásbjørn er kendur sum ein
framúr góður handverkari.
Alt sum hann hevur við at
gera er snøgt og sera væl
úr hondum greitt. Hann
er ruddiligur og ordiligur.
Eisini er hann góður eyg
leiðari og fylgir væl við í
øllum sum gongur fyri seg,
bæði her hjá okkum og úti í
heimi, á tímiliga og andaliga
økinum. Eisini hevur hann
stóran áhuga fyri ítrótti, ser
liga fótbólti.
Føðingardagin
helt
Ásbjørn saman við familj
uni.
x.
Heimskenda post
húsið í grønlendska
høvuðstaðnum var
sjálvandi eisini opið
ta vikuna í august,
táið Mariann
og M.C. Restorff
vitjaðu býin
Jólaposthús
M.C. Restorff
“Ta løtuna vóru vit tveyeini,
og vit kendu okkum, sum
heima. Teir hava so frætt
álit á fólki, at tú sleppur aft
ur um skivuna har eitt nú
poststemplið hjá jólamann
inum og smærri bunkar av
posti lógu hvørt um annað.
Sum tit síggja á mynd
unum, er sera jólaligt innan
dura alt árið, og heimsins
størsti postkassi sigur sína
søgn í túninum uttanfyri
Kunningarstovuna, har hetta
sermerkta post tiltakið hevur
innivist”, sigur M.C., sum
kom í rættiligan jólahýr í
hendan summardagin
Hóast grønlendska Heima
stýrið strikaði stuðulin til
virksemið hjá altjóða jóla
manninum í Nuuk longu í
2002, so gongur alt enn upp
á stás takkað verið m.a.
Grønlands
Turist-og
Erhvervsråd, Post Green
land og Tele Greenland.
Síðstnevndu eru tó so
spakuliga í ferð við at bakka
út.
Øll fáa svar
Í túsundatali av børnum úr
øllum heiminum skriva til
jólamannin í Nuuk. Nøkur
skriva hvat ið tey kundu
hugsað sær at fingið í jóla
gávu, meðan onnur siga frá
gleði og stúran, sum tey feg
in vilja luta við henda upp
spuna barnavinin.
Hava
grønlendingar
fingið brævið innan 9.
desember, og skrivaði tú
navnið og adressuna hjá tær
á brævbjálvan, fært tú svar
- lova teir í hvussu er.
Tað er Nuna-Fonden, sum
fíggjar virksemið. Hesir
stuðla eisini grønlendskum
verkætlanum innan list, ment
an, vinnulív, filmframleiðslu
og ítrótt.
Grønlendsku jólini
byrja tíðliga
“Mær er sagt, at 1. sunnu
dagur í atvent næstan verð
ur roknaður, sum 1. & 2.
jóladagur hjá okkum”, sigur
M.C.
“Longu snimma á morgni
leita fólk hús úr húsi fyri at
syngja jólini inn.
Kl. 10 er gudstænasta,
og so at siga øll eru í tjóð
búna.
Eftir gudstænastuna er
kaffimikk heima við hús.
Í Sisimiut, har vit hildu
til er uml. 25 cm av kava
lagstur.
Børnini skreiða dúliga og
nú ísurin er lagstur á vøtn
ini, er lag á manni. Í hini
sokallaðu Ulkavíkini er
íslagt innalaga í fjøruni.
Renslið av flóð og fjøru
heldur ísin burtur longuri úti.
Smábátar við veiðimonnum
ferðast ótarnaðir úr báta
havnini út á hav - enn í
hvussu er.
Rokan í fjøruni
Hóast hesin heimkomni
grønlandsfararin ikki ferð
ast longur á teimum bon
aðu hotelgólvunum, har
virksemið er í hæddini nú í
desember, so er nóg mikið
at taka hond í, alt frá barna
ansing og blæuskifti til sang
framførðslur.
“Útvarpsarbeiðið í Lind
ini fer tó við tí mestu tíðini
hjá mær, og týsdagin hin
20.12. eru ikki færri enn 2
sendingar á skránni,” sig
ur ein vælnøgdur M.C.,
sum stórtrívist í útvarpsar
beiðinum.
“Kl. 15 kemur ein ferða
frásøgn úr Grønlandi, og
hóast eg vitjaði á hásumri,
sleppur okkurt jólaligt sjálv
andi eisini upp í part.
Kl. 23 kemur hin send
ingin “Jólakrás” har vinir
mínir Jógvan Norðbúð og
Ólavur Jøkladal rættiliga
sleppa til orðanna. Havi
sungið saman við teimum
báðum í seinastuni, og tað
setur sjálvandi sín dám á
sendingina”, sigur M.C.,
sum í 2005 gjørdist heilt
leysur av familjufyritøkuni,
Hotel Hafnia, sum í 2001
kundi hátíðarhalda sín 50
ára stovningardag.
Posthúsið hjá jólamanninum opið alt árið
Ásbjørn Viderø 70 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Vit takka tykkum hjartaliga, sum mintust
til 50 ára brúðleypsdag okkara.
Takk fyri fjarrit, telefonsamrøður, blómur,
gávur og lukkuynski á annan hátt.
Við ynski um eini gleðilig jól og Harrans
signing í komandi ári.
Vinaligar heilsanir
Elinborg og Osmundur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt gleddu okkum á
gullbrúðleypsdegi okkara 11. desember.
Gleðilig jól og Harrans signað nýggjár.
Sigga og Torbjørn Andreassen
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at góða mamma, vermamma, omma, langomma
og olduromma okkara
Karolina Maria Arge
Argir
andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin
15. desember 91 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Argja kirkju
týsdagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Dania, Ása, Jórun og Marita
Tey, ið vilja minnast Karolinu kunnu lata eina gávu til Sjómanskvinnuringin
á Argjum. Konta í Føroya Banka