Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 243 - 19. desember 2005 Faroe Seafood keypti fiskin, sum ætlandi skuldi arbeiðast á virkinum í Vági Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í blaðnum í síðstu viku høvdu vit samrøðu við Bjarta Mohr, reiðara, sum segði, at trolarin, Vesturvarði, einki boð fekk upp á fiskin, tá ið teir bjóðaðu hann út á upp­boðssølu. Eisini høvdu teir ringt til nøkur virkir, sum søgdu seg heldur ikki vilja keypa fiskin. Útlit vóru tí til, at Vesturvarði noyddist av land­inum við fiskinum, og hetta hevði kostað teimum ein heilan túr nú undan jól­um. Beint eftir, at blaðið var farið av bakkastokki – og eftir, at tíðindini høvdu stað­ið á portalinum, ringdi Bjarti Mohr aftur og segði, at nú vóru teir kortini slopnir av við fiskin í Føroyum. Tískil varð ikki neyðugt at fara av landinum við honum. Bjarti visti at siga, at Faroe Seafood hevði keypt fiskin – og at fiskurin ætlandi fór suður til Vágs. Spurdur um prísin fyri hesa lastina, segði reiðarin, at hann var hampiligur í mun til góða fiskiskapin og tíðina nú undan jólum. Lækkaður nakað Sum kunnugt, er upsa­ prísurin batnaður munandi, sum árið er liðið, og fisk­ urin hevur eisini verið fræg­ ari til støddar, enn hann hevur verið leingi. - Eg haldi, at prísirnir kortini eru falnir nakað aftur, men ein miðal upsa­ prísur liggur í løtuni um einar 5 krónur fyri kilo, og tað er at liva við, sigur Bjarti Mohr, reiðari. Vesturvarði slapp av við fiskin kortini Mynd: Skipalistin JFK í Klaksvík hevur sagt nøkrum fólkum úr starvi, men hvørki stjórin, Hanus Hansen ella fólk, sum eru uppsøgd, vilja siga nakað um málið Uppsagnir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er greitt, at JFK í sein­ast­ uni hevur sagt nøkrum fólk­ um úr starvi, men torført er at finna út av hvussu nógv fólk, talan er um, og hvørji hesi eru. Sosialurin hevur vent sær til Hanus Hansen, stjóra í JFK, men hann vil einki siga um málið. Vit royndu eisini at fáa eina viðmerking frá Leif Abrahamsen, nevnd­ar­for­ manni í Norð­oya­grun­n­inum, men hann hevði forfall. Váttar uppsøgn Sosialurin veit, hvørji nøkur av fólkunum eru, sum ikki longur eru í starvi hjá JFK – og vit hava í morgun tosað við eitt av teimum. Men heldur ikki her fekst nakað ítøkiligt at vita um málið. Vit hava tó fingið so mikið at vita, at JFK hevur skrivað uppsagnarbrøv, og nøkur fólk eru farin úr starvi. Tungir dreingir Sum skilst, eru tað ikki tey, ið arbeiða á gólvinum, sum í hesum førinum hava fingið at vita, at einki arbeiði er til tey meira hjá stóra felagnum í Klaksvík. Uppsagnirnar raka eisini fólk, sum hava sitið á skriv­ stovuni hjá JFK í nógv ár. Sosialurin hevur skilt, at onnur fólk eru sett í nøkur av hesum størvum. Uppsagnir hjá JFK í Klaksvík JFK hevur sagt nøkrum fólkum úr starvi. Nøkur av teimum hava sitið á skrivstovuni hjá JFK í nógv ár Mynd: Vilmund Jacobsen 10% av buttosøluni hjá Wisemag í gongu­ gøtuni í Havn fer til Blákross Kaféina Søla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um dagarnar er søla av teimum vælumtóktu, Wise­ mag-leikum, í gongugøtuni í Havn, og sølan heldur fram til 23. dsesember. Hans Petur Nolsøe, sum umboðar hesar leikur í Før­ oyum, sigur, at 10% av brutto­søluni í gongugøtuni fer til Blákross Kaféina. Nýggj fyritøka Hann vísir á, at tað var fyrst í hesum árinum, at teir fóru at marknaðarføra hesar leik­ ur í Føroyum. Leikurnar verða keyptar beinleiðis frá kinverska framleiðaranum. - Hugskotið aftanfyri Wise­ mag er at fremja vit­an­ar­ vøkstur hjá børnum í øllum aldri. Vit halda, at ov fáar leikur eru á marknaðinum, sum stimbra vitan og hugflog hjá børnum. Hann sigur, at við tað, at Wisemag í Føroyum keypir leik­ur­ nar beinleiðis frá fram­leið­ aranum, eru tær kapp­ing­ar­ førar í prísi – og í dygd skara tær fram úr í mun til aðrar leikur av slíkum og líknandi slagi. - Við hesum kanst tú royna teg sum byggifrøðing. Tú kanst byggja borgir, hús og brýr – og tú kanst saktans eis­ ini gera eina roynd at byggja Eifiltornið. Hans Petur Nolsøe sigur, at leikurnar, sum Wisemag framleiðir, eru serstakliga væl egnaðar til børn við inn­læringartrupulleikum, tí leikurnar stimbra barnsins evnir á ein einfaldan og stuttligan hátt. Men leikurnar kunnu sakt­ ans eisini geva teimum eldru og gomlu nakað, og soleiðis hevur Wisemag í Føroyum selt fitt av leikum til eitt nú eldrasambýli og ellisheim. - Wisemag er væl egnað til at venja hendur og liðir hjá fólki, sum hava gikt, og tí eru hesar leikur vælegnaðar hjá teimum eldru og gomlu at sita og stytta sær stundir við. Hann vísir á, at leikurnar eisini kunnu nýtast til at menna evnini hjá børnum sum eru autistisk ella hyp­ eraktiv. Tær eru eitt gott amboð til at styrkja motorikkin hjá børnum, sum skulu í skúla, tí tær venja fatanarevnini soleiðis, at børnini gerast før fyri at læra skjótari. Hans Petur Nolsøe sigur, at Wisemag, sum er ætlað fólki í øllum aldri – ja úr 5 árum upp í 99 ár, setir strong krøv til dygdina. - Nú vit selja hesar leikur í gongugøtuni í Havn, hava vit avgjørt at lata 10% av bruttosøluni til Blákross Kaféina. Vit halda, at kaféin hjálpir teimum veikaru í samfelagnum, og vit halda avgjørt, at hetta arbeiði er vert at stuðla, sigur Hans Petur Nolsøe, sum stendur aftanfyri Wisemag í Føroyum. Meira fæst at vita á heima­ síðuni www.wisemag.fo Wisemag í gongugøtuni - Nú vit selja hesar leikur í gongugøtuni í Havn, hava vit valt at lata 10% av bruttosøluni til Blákross Kaféina. Vit halda, at kaféin hjálpir teimum veikaru í samfelagnum, og vit halda avgjørt, at hetta arbeiði er vert at stuðla, sigur Hans Petur Nolsøe, sum stendur aftanfyri Wisemag í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen