mánadagur 19. desember 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 19. desember 2005
21
Leygarkvøldið høvdu
fólk eitt óvanligt høvi
at hoyra nakað av tí
besta innan føroyskan
vísusang og skaldskap
í løtuni
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Klokkan var neyvan farin
av sjey, tá tað longu varð
vorðið rættiliga trongligt
inni í Leikalund í Klaksvík
leygarkvøldið. Ikki so løgið
kanska, tí kvøldið bjóðaði
uppá ein serstakan møguleika
at hoyra og hitta nakrar av
stóru persónligheitunum
innan føroyska mentan í løt
uni. Á skránni vóru nevni
liga fløguaktuelli Stanley
Samulesen og metseljara
høvundarnir Jóanes Nielsen
og Carl Johan Jensen.
Heilskapaður
vísusangur
At Stanley Samulesen er
ein av okkara bestu og mest
orginalu vísusangarum,
prógvaði hansara framførsla
leygarkvøldið enn einaferð.
Egnu løgini hjá Stanley eru
óvanliga heilskapað. Sam
stundis tykist hann at hava
ein heilt serliga ans fyri at
seta løg til huglagið í nøkrum
av bestu, eldri yrkingunum á
føroyskum. At Stanley eisini
er gittarsnilligur av teimum
heilt frægu, mundu nógvu tón
leikarnir millum áhoyrarnar
vera eitt greitt tekin um.
Saman við bassleikararnum
Knud Henriksen framførdi
Stanley eina perlurøð av
sangum uttan íhald í meir
enn ein tíma.
Brellbitar
Hóast teir eru best kendir
sum rithøvundar, vístu Carl
Johan Jensen og Jóanes
Nielsen at teir báðir eisini
teljast millum okkara bestu
upplesarar. Fyri tey, ið enn
ikki eru byrjað ella komin
ígjøgnum nógv umrødda
verkið Ó – søgur um Djevul
skap, fekk væl valda brotið,
Carl Johan hevði valt at
lesa, illa verðið annað enn
ein sannur brellbiti. Stuttligu
hendingarnar og fynduga frá
søgnum góvu í øllum førum
eina góða mynd av hesum
óvanliga verki í føroyskum
skaldskapi.
Meðan tey flestu, sum vóru
komin at hitta Jóanes Nielsen,
eisini høvdu eitt eintak av
hansara nýggju skaldsøgu
Glansbílætasamlarnir í hond
ini, var tað ikki úr hesum
verkinum, tey hoyrdu hann
lesa. Í staðin hevði Jóanes
valt at lesa tvær nýggjar
yrkingar, sum ikki eru kom
nar út enn, men enn eina
ferð mintu áhoyrarna á,
hví Jóanes er ein av bestu
føroysku yrkjarnum í nýggj
ari tíð.
Televarpið · tel 340340 · televarp@televarp.fo
Eitt pakkadømi:
ÆLABOGIN
Mánaðargjald fyri
Ælabogan, við 24 rásum299,-
* Hesar rásir skiftast um
at senda (Timeshare)
Televarpsmóttakarar
frá Force
úr 795,-
lestu fótbóltsdystirnar!
Bestu sendingarnar og f
Tekna hald og síggj Televarpið ókeypis til 1. januar!
Nýtt!
Disney Channel í Televarpinum
frá 1. desember*
*Disney
Channel
kemur
ístaðin
fyri Jetix
og fer at
senda
millum
kl. 5.00
og 19.15
Frægir mentamenn í Leikalund
Carl Johan Jensen las upp eitt sannan brellbita,
sum mundi freista fleiri at hætta sær í holt við
Ó – søgur um djevulskap
Nýggju yrkingarnar, sum Jóanes Nielsen hevði
valt at lesa, minti áhoyrarnar á, hví Jóanes
telist millum bestu føroysku yrkjararnar í
nýggjari tíð
Stanley Samuelsen og Knud Henriksen hugtóku áhoyrarar
nar í meir enn ein tíma við eini perlurøð av nýggjum og
eldri løgum
Eftir upplesturin signeraðu Jóanes Nielsen
og Carl Johan Jensen sínar nýútkomnu
bøkur