mánadagur 19. desember 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 243 - 19. desember 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Lønirnar lítið
hækkaðar
Hóast tað hevur ginið væl við í
danska búskapinum, og hóast tørvur
er á arbeiðsmegi, eru lø’nirnar á
danska arbeiðsmarknaðinum lítið
hækkaðar samanborið við hini ES-
londini.
Hagstovan hjá ES, Eurostat,
sigur, at tað seinasta árið er lønar
lagið í Danmark hækkað 2,3 pro
sent, og tað er tann triðlægsta
hækkingin í øllum teimum 25
limalondunum. Bara í Týsklandi,
Portugal og Malta er lønin hækkað
minni enn í Danmark. Í Bretlandi
er hækkingin í sama tíðarskeiði 4,2
prosent, Í fraklandi 2,8 og í Svøríki
2,6 prosent, sigur Eurostat.
Peter Birch Sørensen, professari
og yvirvísmaður, sigur við danska
útvarpið, at arbeiðstakarar eru
bangnir fyri, at teirra arbeiðspláss
verða flutt úr Danmark, og at teir tí
aftra seg við at krevja hægri løn.
Bóndin vann
Sum væntað vann tann vinstra
sinnaði bóndin Evo Morales for
setavalið í Bolivia sunnudagin.
Sambært valnevndini fekk hann
50,6 prosent av atkvøðunum, með
an næsti kappingarneyti hansara,
tann borgarligi Jorge Quiroga,
fekk góð 30 prosent. Evo Morales
er av indiánskum uppruna, og
hann er tann fyrsti indiánin, sum
er valdur til forseta í Bolivia, sjálvt
um 75 prosent av fólkinum eru
av teimum trimum stóru indiána
ættunum quechua, aymara og
guaraní.
Sjálvur hevur tann nývaldi for
setin sagt, at vann hann valið, var tað
tað ringasta, sum kundi henda fyri
USA. Tað kemst serliga av hansara
vinstrasinnaðu sjónarmiðum,
og Morales hevur eisini sagt, at
hann ætlar sær at arbeiða saman
við hinum vinstrasinnaðu leið
arunum í Suðuramerika, Lula
í Brasil og Chavez í Venesuela.
Men amerikanska mótstøðan
ímóti honum kemst eisini av, at
hann hevur gjørt greitt, at hann
fer at loyva bøndrunum at dyrka
koka-plantuna, sum verður
brúkt til rúsevnið kokain. Tað
hóvar amerikonsku stjórnini
illa, tí hon hevur roynt at fáa
Bolivia, Kolombia og Peru at
nokta bøndrunum at dyrka koka-
plantuna fyri at steðga teirri stóru
rúsevnissmuglingini úr teimum
trimum londunum til USA.
Eitt annað, sum ger, at Evo
Morales er illa umtóktur í Wash
ington, er ætlan hansara at krevja
meiri skatt frá teimum altjóða
feløgunum, sum útvinna gass í
Bolivia. Hann hevur eisini sagt,
at vilja feløgini ikki gjalda meiri
skatt, verða tey snøgt sagt tjóðar
tikin.
Kikwete vann
Sunnudagin var eisini forsetaval
í afrikanska landinum Tanzania,
og har gjørdist úrslitið, at Jakaya
Kikwete vann stórsigur. Hann
fekk ikki minni enn 80 prosent
av atkvøðunum.
Kikwete stillaði upp fyri stjórn
arflokkin, og longu undan vali
num var tað greitt, at hann fór at
vinna. Hansara einasti veruligi
kappingarneyti fekk bara góð 11
prosent av atkvøðunum. Forsetin
fær heldur ongar trupulleikar í
tinginum, tí á tjóðartingsvalinum
seinasta mikudag fekk flokkur
hansara 206 av teimum 232 ting
sessunum.
Jakaya Kikwete tekur við for
setaembætinum eftir Benjamin
Mkapa, sum hevur verið forseti
tey bæði seinastu valskeiðini, og
sum ikki kundi stilla upp hesaferð,
tí sambært lógini kann forsetin í
Tanzania ikki sita meiri enn tvey
valskeið. Tað er sama skipan sum
í USA.
Fullir jólamenn
40 fullir menn í jólamansbúna
herjaðu um vikuskiftið handlar og
skrivstovur í býnum Auckland í Ný
Sælandi. Trygdarmenn royndu at
steðga teimum, men jólamenninir
settu hart ímóti hørðum við tí
úrsliti, at minst ein trygdarmaður
mátti á sjúkrahús.
Tá teir fullu jólamenninir hildu
seg hava gjørt nóg mikið um seg í
handilsgøtuni, royndu teir at sleppa
umborð á eitt farmaskip, sum
lá og lossaði. Eisini her royndu
trygdarmenn at forða teimum
óbodnu gestunum, og tað endaði
við hørðum samanbrsetum, sigur
løgreglan í Auckland við AP.
Talsmaðurin hjá teimum ógvus
ligu jólamonnunum, Alex Dyer,
sigur við tíðindastovuna, at tiltak
teirra var ætlað sum eitt mótmæli
ímóti, at jólini eru vorðin ein
handilshátíð heldur enn tann upp
runaliga kristna hátíðin.
Bæði víðgongdir
jødar og palestinar
vónaðu, at ísraelski
forsætisráðharrin
fór at doyggja av
hjartatilburðinum
fyrrakvøldið
Ísrael
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
- Vit hava verið í synagog
unum og biðið um, at Sharon
skal ikki koma fyri seg aftur,
segði Itamar Ben Gvir, sum
er ein av leiðarunum í tí víð
gongda jødiska felagsskap
inum Kach, sum er bannaður
í Ísrael.
- Sharon hevur ábyrgdina
av, at fleiri túsund jødar liva
í sorg, legði Itamar Ben
Gvir afturat og sipaði til,
at forsætisráðharrin fyrr
í ár noyddi umleið 8.000
jødiskar niðursetumenn úr
Gaza-geiranum.
Men
palestinararnir,
sum hava yvirtikið valdið
í geiranum, harmaðust
heldur ikki um, at ísraelski
forsætisráðharrin var flutt
ur á sjúkrahús. Nógvir víð
gongdir palestinar runnu út
á gøturnar sunnukvøldið og
fagnaðu tíðindunum, sam
stundis sum teir róptu bønar
orð til Allah um, at Sharon
skuldi doyggja, skrivar AP.
Sharon bleiv fluttur á
eitt sjúkrahús í Jerusalem
seinnapartin sunnudagin.
Hann hevði kent seg illa, og
á veg til sjúkrahúsið misti
hann vitið. Læknarnir stað
festu, at hann hevði havt
ein hjartatilburð. Seinni
um kvøldið vistu ísraelsku
fjølmiðlarnir tó at siga, at
Sharon var batnaður, og at
hann var komin aftur á føtur.
Í gjár skuldi hann til ymsar
kanningar á sjúkrahúsinum,
áðrenn hann kundi sleppa
útaftur.
Víðgongdir jødar og
víðgongdir palestinar
vónaðu, at Sharon doyði av
hjartatilburðinum, sum hann
fekk sunnukvøldið
Mynd: Reuters
Hjúnini Bill og
Melinda Gates og
Bono eru ársins
nøvn í 2005, heldur
tíðarritið Time
Magazine
Tilnevning
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Time Magazine tilnevnir á
hvørjum ári ein ella fleiri
persónar sum tann ella tey, ið
hava gjørt ein serligan mun
í árinum, sum fer. Í 2003
fall valið á amerikanska her
mannin, í fjør var tað George
W. Bush, forseti.
Í ár hevur tíðarritið valt
at heiðra Microsoft-rík
mannin Bill Gates, konu
hansara Melindu og írska
rocksangaran Bono, sum
øll verða heiðrað fyri teirra
ótroyttiliga arbeiði fyri at
hjálpa teimum fátæku í
heiminum. Sagt verður, at
Bill og Melinda Gates hava
skipað heimsins størsta væl
gerðargrunn, sum hevur
savnað einar 200 milliardir
krónur, og sum hevur bjarg
að minst 700.000 fólkum
í heimsins fátækastu lond
um.
Um Bono verður sagt,
at tað var serliga honum
fyri at takka, at leiðararnir
í heimsins ríkastu londum
samdust um at strika 250
milliardir krónur av skuldini
hjá teimum fátækastu londu
num. Bono fær eisini rós
fyri sín lut í ársins ”Live 8”
konsertum.
Vónaðu at Sharon fór at doyggja
Bill, Melinda og Bono
Bono á U2-konsert í New
York
Mynd: Reuters