mánadagur 19. desember 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ole Andersen
hevur skrivað tvey
ára sáttmála við
felagsliðið í Suðuroy.
Venjarin hevur harvið
nýtt sín rætt at slep
pa burturúr sáttmála,
sum hann í heyst
skrivaði við B71, og
á Sandi ásanna teir,
at talan ikki er um
sáttmálabrot, men
teir siga seg kenna
hetta sum álitisbrot
VENJARAFLYTING
Jóannes Hansen/Jákup
Mørk
Í vikuni varð samstarvið
millum VB og Sumba
stovnað av nýggjum, og í
vikuskiftinum kom fram, at
felagsliðið hevur gjørt avtalu
við nýggjan venjara. Talan
er um Ole Andersen, sum
tvey tey seinastu árini hevur
verið venjari hjá B71. Ole
Andersen hevur skrivað tvey
ára sáttmála við felagsliðið
VB/Sumba.
Í vikuni varð nýggj
nevnd vald fyri felagsliðið.
Í henni eru Gudfinn Olsen,
Helgi Kristiansen, Eyðbritt
Krosslá, Poul Erik Jacobsen
og Ragnar Gudmundsen.
Og hesik hava borið skótt
at við at gera sáttmála við
venjaran. Okkum hevur
ikki eydnast at fáa fatur á
nøkrum nevndarumboði,
men á heimasíðu felagsins
verður váttað, at tvey-ára
sáttmáli verður gjørdust við
Ole Andersen.
Ole Andersen hevur tey
bæði seinnu árini virkað
sum venjari hjá B71. Hann
var annars eisini í Føroyum
í 1999, tá tað eydnaðist at
vinna uppflyting til bestu
deildina við FS Vágum.
VB/Sumba stríddist í
heyst fyri at sleppa undan
niðurflytingini. Tað stóð
leingi á, men fram móti
kappingarenda gekk tað so
mikið væl, at felagsliðið
slapp undan bæði beinleiðis
niðurflytingini og at spæla
um plássið í deildini.
Síðani er tað vorðið
greitt, at fleiri av teimum,
sum vóru á felagsliðnum
síðsta kappingarár, og sum
vórðu roknaðir millum stuðl
arnar, ikki fara at vera við
til at manna liðið næsta ár.
Veteranmálverjin, Bjarni
Johansen, hevur boðað frá, at
hann ikki ætlar sær at halda
fram, og bæði Mortan úr
Hørg og Milan Kuljic hava
skrivað sáttmála við HB.
Álitisbrot
Tíðindini um at danin, sum
hevur verið venjari hjá B71,
nú fer at flyta til Suðuroyar,
gjørdust almenn á B71
heimasíðuni sunnudagin.
Á B71 heimasíðuni eru
ofta fesk tíðindi at frætta,
og oftast er tað formaðurin
í felagnum og veteranurin
á B71 liðnum, Eli Hentze,
sum førir pennin.
Á B71 heimasíðuni - b71-
sandoy.com - varð sunnu
dagin upplýst, at B71 og
Ole Andersen undirskrivaðu
sáttmála um framhaldandi
samstarv 29. oktober í ár.
Sáttmálin skuldi verða
galdandi fyri 2006, men í
sáttmálanum hevði venjarin
tryggjað sær, at hann kundi
siga hann upp, og tað hevur
hann gjørt nú uppundir jól.
Nevndin í Sandoyar Ítrótt
arfelag, B71, harmast um
nýggju støðuna, sum felagið
er komið í, og á heimasíðuni
verður greitt soleiðis frá um
málið:
- Nevndin í B71 var vitandi
um, at VB hevði sett seg í
samband við Ole beint eftir
upp/niðurflytingar dystirnar
móti GÍ. Men Ole boðaði
nevndini í B71 frá, at hann
ikki fór at taka av tilboðnum.
Eftir øllum sólarmerkjum at
døma eru hann og VB komin
til eina aðra niðurstøðu
seinastu dagarnar. Um
middagsleitið leygardagin
boðaði Ole B71 frá, at
hann hevði undirskrivað
tvey ára sáttmála við Vágs
Bóltfelag.
Talan er sostatt ikki um
sáttmálabrot, men heldur er
talan um álitisbrot, ið nevnd
in í B71 harmast almikið
um. Vit hava verið ógvuliga
fegin um arbeiðið, sum
sveisiski danin hevur lagt
fyri dagin, og vit kunnu ikki
annað enn ynskja honum og
VB góða eydnu í komandi
kappingarári.
Soleiðis verður skrivað
á B71 heimasíðuni, og so
verður lagt afturat:
- Fyri B71 er hetta sera
óheppin vend. Kappingar
árið 2006 er á gáttini,
venjaraspurningurin var av
greiddur, men ikki kortini.
Tískil noyðist felagið nú
på falderebet at leita eftir
øðrum venjara. Dagarnir
til jóla eru ikki nógvir, so
neyvan fæst tað stóra frá
hondini hesar dagar. Tað er
í slíkum løtum, tá ið mót
burður er, at man eigur at
vísa sítt rætta element og
ikki lata seg taka av fótum.
Vit fara at gera alt fyri at
finna eina skilagóða loysn
á venjaraspurninginum, siga
sandoyingar, sum ásanna,
at jólahýrurin leygardagin
fekk eitt orduligt skot fyri
bógvin, verður sagt á B71
heimasíðuni.
LÍF
meddar
høgt
Fleiri spælarar
tykjast vera ávegis
til felagið, sum nú
veruliga ætlar sær
upp aftur í fremstu
røð
LÍF
Jákup Mørk
Teir hava ikki verið í
fremstu røð, síðani teir
í 1988 fluttu úr bestu
deildini. Men nú tykjast
leirvíkingar veruliga at
ætla sær uppaftur.
Tað hevur í eina tíð
verið greitt, at Hans Fróði
Hansen komandi ár skal
verða spælandi venjari,
og hóast einki verður
váttað, so ljóðar eisini, at
fleiri nýggir spælarar eru
ávegis til felagið.
- Tað er so eingin ivi
um, at vit ætla okkum at
vera við í feltinum heilt
frammi í oddinum, stað
festir formaðurin í felag
num, Jógvan Júst Olsen.
Hann vil ikki seta
nøvn á nakra tilgongd
- umframt venjaran sjálv
andi - men hann staðfestur
tó, at arbeitt verður við
hesum.
Rutinerað nøvn
Og sum skilst, so eru tað
fleiri heilt royndir spæl
arar, sum skulu vera áveg
is til felagið.
Her á síðunum hava
vit áður nevnt, at Gert
Langgaard nú aftur ætlar
sær at taka eitt tak fyri
barndómsfelagið. Hartil
ljóðar eisini, at Bárður á
Lakjuni úr ÍF, Jákup Eli
Olsen úr B68 og Allan
Joensen úr ÍF allir eru
heilt nær eini undirskrift
frá felagnum.
Megna leirvíkingar at
slúsa hesar inn afturat
unga hópinum, sum Hans
Fróði Hansen hevur at
arbeiða við, so er lítil ivi
um, at talan verður um
eitt av sterkastu liðunum
í deildini.
Men talan verður so
eisini um harða kapping
um tey bæði fremstu
plássini. B71, FS Vágar
og AB tykjast øll vera
sera væl fyri í ár, og sam
an við LÍF verða hesi
liðini helst tey, sum av
álvara fara at stríðast um
oddasessirnar og harvið
atgongurmerkini til lov
aða landið, sum eitur For
mula-deildin.
Nr. 243 • mánadagur • 19. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B71 venjarin fer til Vágs
Í fjør megnaðu VB akkurát at lyfta seg upp um strikuna. Evrad Ble var tá ein av avgjørdu
lyklaspælarunum, og tað verður hann uttan iva eisini komandi ár. Men hinvegin hevur felagið
sagt farvæl við fleiri aðrar royndar kreftir