Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 243 - 19. desember 2005 Kravið til Graeme Souness er greitt. Newcastle skal út í Europa, um hann framhaldandi skal sleppa at sita við stýrisvølin. Ein uppgáva, sum tóktist mest sum vónleys, inn til Newcastle tveitti 17 milliónir pund á borðið Premier League Jákup Mørk Við ein hat-trick á útivølli móti West Ham prógvaði Michel Owen enn einaferð, at hann er maðurin, sum Newcastle áskoðararnir skulu seta sítt álit á, tá Alan Shearer takkar fyri seg. Eins og hann hevur verið tað á landsliðnum, so er Michael Owen væl tann spæl­arin í Bretlandi, sum er best førur fyri at taka við tunga arvinum eftir Shearer. Hann hevur eins og hesin altíð staðið fyri nógvum mál­um. Hann hevur havt fleiri drúgvar skaðar at stríðast við, men er altíð komin aft­ur. Og hann hevur eisini sama mátan at feira eitt mál uppá. Rennandi móti áskoð­ arunum við flatari høgru hon á lofti. 40 ár uttan steyp Og tað er einki at ivast í, at venjarin hjá Newcastle, Grame Souness, fegin sær útstrekta armin fleiri ferðir afturat hetta kappingarárið. Bæði tí hetta sjálvsagt mar­ kerar enn eitt Owen-mál. Men ikki manst eisini í sym­bolskum týdningi, tí sein­astu avrikini hjá Owen mugu nærum metast sum ein hjálp­andi hon til venjaran. Ofta verður tikið til, at harð­asta venjastarvið í fót­ bóltsheiminum er tað, sum enski landslilðsvenjarin hev­ ur. Men Souness man nokk ikki vera ein av teimum, sum uttan víðari er samdur í hesum. Í øllum førum man eisini kenna trýstið á sínum persóni sera stórt. Hóast Newcastle verður roknað sum eitt av stóru feløgunum í Onglandi, so eru tað altso 40 ár síðani, at felagið vann nakað sum helst. Heldur ikki hóast teir undir Keegan vóru sera nær við, eins og Gullit tvær ferðir fekk liðið í FA- Cup finaluna, har talan tó báðu ferðirnar gjørdist um tap. Tað verður kanska ikki í ár, at Newcastle aftur skal hava nakað steyp í skápið. Men formaðurin í felagnum, Freddy Shepherd, hevur giv­ið Souness greið boð. New­castle skal nú aftur út í Europa. Og at til tíðir gírigi formaðurin meinar hetta í álvara, sæst helst eisini aftur í transfer-pengunum, sum hann nýtt seinastu árini. Ikki minst í ár har størsti parturin av hesum vórðu altso nýttir til keypið av Michael Owen. Eitt keyp, sum líktist einum tvingandi neyðugum stig, tá Newcastle als ikki hevði skorað fyrstu fýra umførini í ársins útgávu av Premier League. Sjálvur segði Owen ann­ ars, at hann heldur vildi til Liverpool. Felagið, sum heldur ironiskt vann Champ­ions League árið eft­ir, at teir høvdu selt spæl­ aran, sum fleiri hildu vera hin týdningarmesta hjá fe­lagnum. Tað stóð tó skjótt greitt, at Liverpool ikki hevði peningin at keypa Owen fyri, og tí gjørdist Newcastle loysnin fyri spælaran, sum ongan tíð av álvara fekk álit frá venjaranum í Real Madrid. At byrja við vildi Owen bert skriva sáttmála fyri eitt ár, men tað endaði við fýra. Og hóast ynskið um Liverpool, so tóktust áskoðararnir eisini vera væl nøgdir, tá Owen á tíðindafundi staðfesti, at hóast dreymurin var koma aftur til Liverpool, so gleddi hann seg nú til at skjóta mál fyri Newcastle. Nógv mál. Lívbjargandi hat-trick Og við sjey av slagnum í fyrstu átta dystunum má eis­ini sigast, at Owen hevur leverað vøruna higartil. Móti West Ham var talan um ein sokallaðan Newcastle dyst, har talan varð um um fleiri upp- og niðurtúrar. Sig­urin var kanska ikki so uppiborin, sum tølini stað­ festa. Men Michael Owen var munurin. Longu eftir fimm minutt­ um hevði hann sett bóltin fram við Roy Carrol, eftir at Shearer hevði longt bóltin til álopsfelagan. Nolberto Solano skoraði tó eitt vakurt sjálvmál, soleiðis at West Ham aftur var í dystinum, og so var skjóti fyrimunurin hjá gestunum burturi. West Ham fekk eisini eina yvirvág í spæli, men Owen var aftur maðurin, sum stutt Schmeichel reiggjar svørðinum Fyrrverandi United málverjin, Peter Schmeichel, finst nú hvassliga at leikarunum í Manchester United. Teir hugsa ov lítið um tað, sum fer fram á vøllinum Í samrøðu við blaðið Mail on Sunday sigur Schmei­ chel, at leikararnir hjá Uni­ ted hugsa meira um bilar, og hvør hevur tann størsta diamantin enn tað, sum hendir inni á vøllinum. Hetta síðsta átti sjálvandi altíð at ligið fremst í huga­ num hjá einum og hvørjum leikara. Manchester United hev­ur ikki havt tað besta kappingarárið, og lið­ið er longu sligið út av Champ­ ions League, áðrenn farið verður undir finalurnar. Hetta er fyrstu ferð í eini níggju ár, at tað er hent. Schmeichel er als ikki sannførdur um, at leikara­ til­farið er nóg gott hjá ein­um stórum felag sum Manchester United. Hann vísir á, at Rooney er ein leikari í heimsflokki, men restin livir ikki upp til hetta støðið. Schmeichel setir harum­ framt stórt spurnartekin við, um leikarar sum Ji- Sung Park og Christiano Ro­naldo eru teir røttu leik­ararnir at bera felagið frameftir. - Liðnum vantar persón­ ligheit. Tað høvdu teir so sanniliga í Roy Keane, men tann einasti leikarin við persónligheit eins og Keane í dag er Rooney, sigur Schmeichel. Danski málverjin, ið nú arbeiðir sum vertur hjá TV 3, finst eisini at Rio Ferdi­ nand, sum bíðaði leingi, áðrenn hann vildi skriva undir nýggjan sáttmála við United. - Rio Ferdinand hevur mist alla virðing í felag­ num, tí at hann bert hugsar um sítt egna skinn. Uttan Rooney hevði liðið bert ver­ ið bleyt miðalvøra, sigur ein ikki sørt bersøgin Peter Schmeichel. SíS Arsenal verða ikki meistarar í ár Millum Arsenal og Chelsea var sera spennandi, og kenslurnar vóru sterkar á báðum liðum. Eitt nú fóru venjararnir av vøllinum uttan at taka í hondina á hvør øðrum Chelsea vóru skapandi lið­ ið, og vístu klassamunin á liðunum báðum. Tað vóru Arjen Robben og Joe Cole, ið skutu málini. Men eisini Thierry Henry var tætt við, tá hann rakti stongina og út í fyrra hálvleiki. Eisini Joe Cole var tætt við at gera tað til 0-3, men Jens Lehmann í Arsenal málinum fekk fingrarnar á bóltin. Dysturin var hart spæld­ ur, og snuddir og gul kort vóru nógv. Arsenal byrjaðu ikki at trýsta Chelsea fyrr enn um­leið fimm minuttir vóru eftir av dystinum, men hetta var ikki nóg mikið. Hetta er fyrsti sigur hjá Chelsea í Premier League á Highbury síðan í 1990. -NUD --- Sao Paulo fór við heims­ meistara­ heitinum Tað gjørdist Sao Paulo úr Brasilia, ið vann finaluna í FIFA heims­ meistara­skapinum eftir tepran finalusigur á Liverpool Sao Paulo fekk sigursmálið í 27. minutti, tá Luciano da Silva Mineiro Carlos, sum hansara fulla navn er, skoraði einasta málið í dystinum. Liverpool royndi at trýsta í seinna hálvleiki og hevði eitt ótal av hornaspørkum. Eisini fekk Liverpool trý mál kolldømd - tvey av teim­um fyri rangstøðu, sum Sao Paulo dugdi sera væl at nýta. Í 88. minutti hevði Liver­ pool bóltin í netinum, men Garcia varð mettur at vera rangstaddur. Liver­ pool leikararnir vóru sera ónøgdir við hendan dóm­ in hjá linjuverjanum, og myndirnar vístu eis­ini, at Garcia ikki varð rang­ staddur í hesi støðu. Sao Paulo fór sostatt av­stað við steypinum fyri triðju ferð í søgu felag­ sins. Michel Owen 175 cm/66 kg Føddur: 14. desember 1979 í Chester Fyrsti dystur í Premier League: Móti Wibledon í 1997 Fyrsti landsdystur: Móti Chile í 1998 Feløg: Liverpool, 1997-2004 297 dystir/158 mál Seldur til Real Madrid fyri £ 8.000.000 + Antonio Nunez Real Madrid, 2004-2005 34 dystir/13 mál Seldur til Newcastle fyri £17.000.000 Newcstle, 2005-? 8 dystir/7 mál Ongland, 1998-? 75 dystir/35 mál FAKTA Owen kann bjarga