mánadagur 19. desember 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 19. desember 2005
25
fyri steðgin legði gestirnar
fram um aftur. Tað var tó
framvegis West Ham, sum
hevði greiða yvirvág, og
teir vóru regulert óhepnir, at
tað ikki eydnaðist at javna.
Men brádliga hevði Owen
funnið Shearer, og so stóð
1-3 á talvuni. Eitt púrasta
óneyðugt brotsspark av
Shola Ameobi sendi aftur
West Ham í dystin, og
var tað ikki fyri Owen,
so kundu vertirnir kanska
eisini fingið nakað burtur
úr dystinum.
Men móti dystarloki var
alt sett upp á pláss aftur. Enn
einaferð við Owen sum skarp
rættara, og kroysti Souness
kundi eftir dystin ásanna, at
hann var ein heppin maður,
nú Owen er á liði hansara.
- Eg skal ikki siga, at Owen
er vandamesti áleyparin í
fótbóltsheiminum. Men tað
eru sera fáir, sum eru vanda
miklari, staðfesti Souness.
Sigurin hjá Newcastle bar
við sær, at Souness og felagið
enn liva í Europeiskuk
vónini. Teir báðir seinastu
sigrarnir hava lyft liðið upp á
10. plássið á stigatalvuni, og
við bara fimm stigum upp til
europeisku sessirnar, kann
framvegis alt henda.
Levon Aronian
úr Armenia vann
World Cup, tá hann
vann finaluna ímóti
Ruslan Ponomariov
úr Ukreina. 15
ára gamli Magnus
Carlsen varð
sensationelt nr. 10.
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Fide World Cup, sum
varð telvd í Khanty Man
syisk í Russlandi, skuldi
upprunaliga verða ein kapp
ing um at finna nýggjan
heimsmeistara í HM-kapp
ingini Men tað varð broytt
til, at teir fremstu tíggju
telvararnir frá World Cup,
saman við fýra teimum
fremstu frá herfyri leiktu
HM-kappingini í San
Luis, Argentina (Veselin
Topalov, Peter Svidler,
Viswanathan Anand og
Alexander Morozevich),
skulu komandi heyst
telva kandidatdystir, eins
og í gomlum døgum. Og
einaferð í 2007 er so ætlanin
at nýggjur heimsmeistari
skal verða funnin.
Telvað varð eftir Knock-
Out skipanini í Mansyisk.
Tungvektararnir komu flest
ir víðari fram til endaspurtin.
Tó so, hægstrataði Vassily
Ivanchuk tapti í 2. umfari
ímóti Ivan Cheparinov,
sum er sekundantur hjá
heimsmeistaranum Veselin
Topalov.
15 ára gamli Magnus Carl
sen úr Norra, vann á sama
Cheparinov í 3. umfari.
Magnus vísti (enn eina
ferð) dygdir í heimsklassa,
og fekk eitt væl uppiborið
10. pláss. Hann sló millum
annað franska stórtelvaran
Joel Lautier úr kappingini.
Magnus er eftir kappingina
væl omanfyri 2600 í rat
ing.
Javnaldrar í
hálvfinalunum
Levon Aronian, 23, og
Etienne Bacrot, 22, hittust í
tí einu hálvfinaluni, meðan
Ruslan Ponomariov, 22,
og Alexander Grischuk,
22, hittust í hinari. Ikki
bert í aldri eru teir javnir,
men eisini í rating, tí allir
hava teir omanfyri 2700
ratingstig.
Aronian hevur seinastu
tvey árini veruliga markerað
seg. Hóast Bacrot er í sera
góðum formi, kundi hann
ikki steðga superstiman hjá
Aronian, sum vann dystin
teirra millum 1,5-0,5.
Grischuk og Ponomariov,
sum endaðu javnt fremstir í
1st Tórshavn International í
2000, leiktu 1-1. Kviktalvs
umdystin vann Ponomariov
2-0.
Finalan gjørdist spenn
andi. Serliga seinna talvið,
sum eins og tað fyrra endaði
javnt. Kviktalvsumdystin
vann Aronian 2-0 og vann
hann sostatt Fide World
Cup 2005.
Tíggju teir fremstu, harav
Magnus Carlsen, sleppa at
royna seg móti heimsins
bestu komandi ár.
Topp 16
1 Levon Aronian
2 Ruslan Ponomariov
3 Etienne Bacrot
4 Alexander Grischuk
5 Evgeny Bareev
6 Boris Gelfand
7 Sergei Rublevsky
8 Mikhail Gurevich
9 Gata Kamsky
10 Magnus Carlsen
11 Vladimir Malakhov
12 Francisco Vallejo Pons
13 Alexey Dreev
14 Loek Van Wely
15 Joel Lautier
16 Konstantin Sakaev
Havnin einsamøll
fremst
Útsetti dysturin millum
Havnina og Klaksvík 2
varð telvdur sunnudagin.
Havnarliðið, sum helst er
tað sterkasta liðið í 1. deild
nakrantíð á pappírinum,
vann ruddiliga 4-0.
Martin Poulsen telvaði
við fyri fyrstu ferð í ár.
Hann vann trygt á Finnbjørn
Vang, sum hesaferð mann
aði fyrsta borðið (telvar
vanliga við KTF1) hjá
KTF 2. Finnbjørn misti
finnu tíðliga og nýtti síðani
alt ov nógva tíð. Tað kann
ein ikki bara soleiðis hætta
sær ímóti ein av teimum
sterkastu telvarunum í Før
oyum.
Olaf Berg vann eitt
drúgvt talv ímóti Rana
Nolsøe á 2. borði, eins og
Helgi D. Ziska vann eitt
drúgvt talv ímóti Steintóri
Rasmussen. Olaf og Helgi
vunnu báðir sær finnu í
miðspælinum.
Talvið á 4. borði millum
Boga Ziska og Rúna Draga
berg varð rættiliga opið,
har Bogi helst leingi hevði
lítlan fyrimun. Rúni leikti
skeivt og tapti við brestin.
Havnarmenn otaðu seg
við stórsigrinum framum
vestmenningar. Teir hava
nú 11,5 stig, meðan vest
menningar hava 10,5 stig.
Næstir í røðini eru klaks
víkingar (KTF1) við 8 stig
um. Fjórða umfar verður
8. januar.
Fide World Cup
Premier League úrslit
Mánadagin
Tottenham-Portsmouth
3-1
Mikudagin
Everton-West Ham
1-2
Manchester Utd.-Wigan
4-0
Leygardagin
Aston Villa Manchester Utd.
0-2
Everton-Bolton
0-4
Fulham-Blackburn
2-1
Portsmouth-West Bromwich A 1-0
West Ham-Newcastle
2-4
Wigan-Charlton
3-0
Manchester City-Birmingham
4-1
Sunnudagin
Middlesbrough-Tottenham
3-3
Arsenal-Chelsea
0-2
Souness
Longu eftir fimm
minuttum var Owen upp
á spæl. Og við vanliga
kølnum avslutningi sendi
hann bóltin fram við
Roy Carrol í West Ham
málinum
Mynd: Scanpix
Enska Premier League
v
t
d
v - j - t mál mál
+/- stig
1 Chelsea
17
15 - 1 - 1
37
7
30
46
2 Manchester Utd. 17
11 - 4 - 2
31
14
17
37
3 Liverpool
15
9 - 4 - 2
20
8
12
31
4 Tottenham
17
8 - 7 - 2
25
16
9
31
5 Bolton
16
9 - 3 - 4
22
14
8
30
6 Wigan
17
9 - 1 - 7
19
18
1
28
7 Manchester City 17
8 - 3 - 6
24
17
7
27
8 Arsenal
16
8 - 2 - 6
22
15
7
26
9 West Ham
17
7 - 4 - 6
25
22
3
25
10 Newcastle
17
7 - 4 - 6
18
17
1
25
11 Charlton
16
7 - 1 - 8
21
26
-5
22
12 Blackburn
17
6 - 3 - 8
19
24
-5
21
13 Middlesbrough
17
5 - 5 - 7
23
26
-3
20
14 Fulham
17
5 - 4 - 8
18
22
-4
19
15 Aston Villa
17
4 - 5 - 8
16
26
-10
17
16 Everton
17
5 - 2 - 10
9
23
-14
17
17 WBA
17
4 - 4 - 9
17
25
-8
16
18 Portsmouth
17
3 - 4 - 10
13
26
-13
13
19 Birmingham
16
3 - 3 - 10
11
23
-12
12
20 Sunderland
17
1 - 2 - 14
14
35
-21
5
Føroyskir leikarar: Ingi Højsted (Birmingham)