mánadagur 19. desember 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 243 - 19. desember 2005
Tað minti ikki sørt um
scenurnar úr Rocky IV (Ivan
Drago vs. Rocky Balboa),
tá John Ruiz sunnunáttina
fór í ringin móti russiska
risanum, Nikolay Valujev.
Dysturin um WBA-meist
araheitið gekk fyri seg í
Berlin, og fyri fyrstu ferð
á yrkisleið síni noyddist
Valujev at standa á fótinum
i samfull 12 umfør. Hann
hevði annars undan hesum
vunnið 43 dystir á rað fyri
tíð, men nógv høvdu tó funn
ist at russiska risanum. Sagt
varð, at Valujev, sum er 213
cm og vigar 148 kilo, bert
hevði dystast móti vána
ligum nevaleikarum, og at
Ruiz ivaleyst megnaði at
taka hann.
Men hetta eydnaðist ikki.
The Monster from East, var
snøgt ov stórur, til at Ruiz
nakran tíð veruliga fekk fatur
á honum, og tá dómararnir
taldu atkvøðurnar saman,
hevði russiski nevaleikarin
fingið flestar.
114-114, 116-113 og 116-
114 ljóðaðu atkvøðurnar,
men hetta vóru bæði venj
arin hjá Ruiz og nógvir av
áskoðarunum ósamdir í,
og tí royndi venjarin hjá
Ruiz, Norman Stone at
stjala beltið aftan á dystin.
Venjarin hjá Valujev gjørdist
frá sær sjálvum, og slerdi
Stone fleiri ferð í andlitið.
Aftan á nógv rok, fingu
trygdarfólkini tamarhald á
støðuni, og ein illur Norman
Stone varð fluttur burt úr
ringinum. Meðan Valujev
lyfti beltið upp um høvd,
skrivar Ekstra Bladet.
Boksifyriskiparin Don
King segði aftan á dystin,
at russarin, ið hevur vunnið
allar sínar 44 dystir, nú
skal til USA at royna seg í
veruligum stórdystum.
Stone fær ivaleyst onkra
bót fyri hetta. Tí hetta er
ikki fyrstu ferð at illsinti
boksivenjarin ger um seg.
Fyri einum ári síðan bleiv
hann tveittur út úr Madison
Square
Garden,
aftan
á at hann í fleiri førum
rópti ókvæmisorð og hótti
dómaran í dysinum millum
Ruiz og Golotta.
-mørk
BK Tromsø, har Rúni Weihe
og Bárður B. Mikkelsen
eru partur av liðnum, taptu
leygardagin oddadystin í
fremstu norsku deildin.
Tromsø lá undan dystinum
á fyrsta plássinum í deildini,
men hendan sessin setti
Randaberg seg á eftir dystin.
Talan varð um tryggan 3-0
sigur, sum Randaberg vann
við settúrslitunum 23-25,
17-25 og 12-25.
Bárður B. Mikkelsen sig
ur, at talan var um eitt sera
vánaligt avrik frá Tromsø.
Ikki minst harmast hann um,
at fleiri av royndu spælar
unum ikki megnaðu at taka
við ábyrgdini, tá hetta varð
kravt av teimum.
- Tað, sum skuffar meg
mest, er, at royndir leikarir
ikki kunnu taka í egnan barm
og royna at venda gongdini
og fáa tað besta burturúr.
Men ístaðin konsentrað seg
um alt møguligt annað, so
sum feilir hjá øðrum og dóm
ararnar. Tað er langt síðani
eg havi uppliva tílíkt, hvørki
í Holte ella á landsliðnum
var hettar at síggja, sigur
Bárður um dystin. Og hetta
seinasta man ikki siga
so lítið, tá hugsað verður
um taptu hálvfinaluna
hjá landsliðnum móti Ber
muda.
Sostatt endaði Tromsø á
øðrum plássi í grundspæl
inum, men úti úr stríðnum
er liðið á ongan hátt. Í
endaspælinum ber jú til
at vinna hetta aftur, men
áðrenn komið verður so
langt, stendur steypafinalan
á skránni. Tann dysturin
verður í spældur í Oslo
tann 7. januar, og er tað
Nyborg úr Bergen, sum er
mótstøðuliðið. Dysturin
verður vístur beinleiðis á
NRK 1, so ivaleyst verða
tað nógvir føroyingar, sum
fara at sita við skíggjan tann
dagin.
-mørk
Í hósdagsútgávu okkara
skrivaðu vit, at Kyndil
longu nú hevði vissað sær
annað av finaluplássunum
í mansútgávuni av Coca
Cola-kappingini
hjá
monnum.
Í 90’unum varð annars
gjørt av, at um felag hevði
tvey lið í hálvfinaluni,
skuldu hesi bæði spæla móti
hvørjum øðrum. Hetta tí
tað fleiri ferðir kom fyri, at
tey bæði bestu kvinnuliðini
hjá Neistanum spældu móti
hvørjum øðrum.
Tann avgerðin hevur tó
ongan tíð verið lógarfest,
og í HSF halda tey ikki,
at tann siðvenjan kann
nýtast sum grundarlag, nú
Kyndil hevur tvey manslið
í hálvfinaluni.
Tí verður talan um
reint lutakast hjá bæði
monnum og kvinnum, og
verður hetta fríggjadagin.
Ætlandi skuldi hetta verða
í Útvparpinum, men í
verandi sáttmálatrætuni
millum Kringvarpið og
føroyskan ítrótt, er tann
ætlanin fyribils slept. Vænt
andi verður lutakastið tí
hildið í ÍSF-húsinum kom
andi fríggjadag kl. 16.
-mørk
Eingi óvæntað úrslit
vóru á skránni, tá
flogbólturin endaði
grundspælið um
vikuskiftið
Flogbóltur
Jákup Mørk
Talan gjørdist um greið
ar
favoritt-sigrar,
tá
seinastu fýra dystirnir í
grundspælinum í flogbólti
vórðu spældir um viku
skiftið.
Hjá kvinnunum var tal
an um tríggjar dystir, og
var tað ÍF, sum kom best
burtur úr hesum. Tær
vunnu leygardagin greiðan
sigur í Hoyvíkarhøllini
móti KÍF, og sunnudagin
gjørdist talan um greiðan
sigur á TB.
TB hevði annars dagin
fyri verið í Klaksvík, og
tó at Mjølnir gav teimum
hampuliga mótstøðu, so
gjørdist talan um tryggan
TB-sigur.
Hjá monnunum var bara
ein dystur eftir. Nøvan hevði
heimadyst móti ÍF, men
heldur ikki í hesi royndini
eydnaðist botnliðnum at fáa
nakað sett.
Talan verður
um lutakast
Klárt til endaspælið
Úrslit - Meistaradeild kvinnur
Mjølnir-TB
0-3 (23-25, 16-25, 17-25)
KÍF-ÍF
0-3 (10-25, 19-25, 20-25)
ÍF-TB
3-0 (25-17, 25-14, 25-23)
Meistaradeild menn
Nøvan-ÍF
0-3 (18-25, 16-25, 11-25)
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Dráttur
10
10 - 0
30
9
21
20
2 SÍ
10
7 - 3
24
16
8
14
3 ÍF
10
6 - 4
22
17
5
12
4 TB
10
4 - 6
18
18
0
8
5 Mjølnir
10
2 - 8
12
27
-15
4
6 KÍF
10
1 - 9
9
28
-19
2
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
8
7 - 1
22
10
12
14
2 SÍ
8
6 - 2
21
10
11
12
3 Mjølnir
8
4 - 4
17
13
4
8
4 ÍF
8
3 - 5
14
17
-3
6
5 Nøvan
8
0 - 8
0
24
-24
0
Russiski risin vann
Við sínum 213 sentimetrum er Valujev ein ræðandi mótstøðumaður hjá einum og hvørjum nevaleikara. Og nú kann russiski risin
eisini rópa seg heimsmeistara
Mynd: Scanpix
Taptu oddadystin