Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 19. desember 2005 27 Til sølu Hvítur Toyota Corolla 1.3i, árg. '98. Sýnaður í juni '05. Fekk ongan kross! Gott anlegg fylgir við. Tlf. 424600 ella 509159 Sørvágs kommuna hevur ásett førstu almennu fundirnar fyri 2006. Fundirnir verða kl. 18.00 í fundarhølum á kommunu- skrivstovuni hesar dagar: Mikukvøldið 26. januar Mikukvøldið 23. februar Hóskvøldið 30. mars Mikukvøldið 27. apríl Mikukvøldið 25. mai Mikukvøldið 29. juni Mikukvøldið 28. september Mikukvøldið 26. oktober Mikukvøldið 23. november Mikukvøldið 07. desember. Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu verða kommununi í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Eykafundir ella broytingar til omanfyrinevndu, verða lýstir í svørtutalvu við kommunuskrivstovuna. Sørvágs kommuna Varðagøta 8 FO-380 Sørvágur Skrivari hjá Javnstøðunevndini Vit sóknast eftir fólki við útbúgving frá hægri lærustovni, ið hevur royndir innan ella hug til verkætlanir og samskifti. Arbeiðið er sjálvstøðugt og krevur áræði, góðan málsligan førleika og royndir við vanligum teldu- forritum. Skrivstovan hjá javnstøðunevndini, verður møgu- liga eisini skrivstova hjá nevndini viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki. Arbeiðsuppgávur Umsiting • at samskifta við borgarar og miðlar • at fylgja við játtan og samskifta við landsumsitingina • at fyrireika fundir, mál og verkevni hjá nevndini (nevndunum) Uppgávur sambært javnstøðulógini • javnstøða á arbeiðsplássum • frálærutilfar • ráðgeving Verkætlanir hjá nevndunum • fundir og ráðstevnur um javnstøðu • kanningar um javnstøðu • røkt og menning av heimasíðu • serlig átøk. Setanarviðurskifti Starvið er hálvtíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Lønin verður sambært sáttmála hjá avvarðandi yrkisfelag. Til ber hjá skrivaranum at søkja aðra fígging til gransking hálva tíð. Meiri fæst at vita Til ber at venda sær til Kára á Rógvi á kari_law@post.olivant.fo Umsókn Umsókn við skjølum og viðmælum skal vera Javnstøðunevndini í hendi áðrenn 4. januar 2006 kl. 12.00. Fyrivarni verður tó tikið fyri endurlýsing av starvinum. Javnstøðunevndin c/o Almanna- og Heilsumálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2938, Sp/f Klaksvíkar Málingahandil, 700 Klaksvík. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Sámal Eyðfinn Akursmørk, Skáltavegur 17, 700 Klaksvík Skráseting Føroya tann 15. desember 2005 Kristin Balle _______________________ i