Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 19. desember 2005 29 Førleiki Vit vænta, at umsøkjarar hava útbúgving av hægri lærustovni, eitt nú cand. jur., cand. merc., cand. polit. ella líknandi. Aðrar útbúgvingar saman við hóskandi royndum kunnu eisini koma upp á tal. Vit rokna eisini við, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva í arbeiðsbólkum. Setanartreytir Setanartreytir og løn eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanin fevnir um alt Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Vit bjóða • Arbeiði á høgum fakligum stigi, og tí eru góðir møguleikar fyri persónligari og fakligari menning • Sjálvstøðugt starv, sum tú í stóran mun skapar sjálv/ur • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú arbeiðir nógv saman við teimum politisku myndugleikunum • Starv, sum til tíðir kann vera krevjandi, men sum samstundis er áhugavert við nógvum samskifti úteftir • Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgving. Umsókn Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Fíggjarmálaráðið Postboks 2039 FO-165 Argir Frestin at søkja er hósdagin 5. januar 2006 kl. 12.00. Størvini verða sett skjótast tilber. Vilt tú vita meira um størvini, kanst tú ringja til Petur Alberg Lamhauge, fíggjarmálastjóra, á tlf. 35 20 20 ella Snorra Fjallsbak, stjóra á Lønardeildini á tlf. 35 22 00. Fíggjarmálaráðið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum søkja eftir fulltrúum Arbeiðið í Fíggjarmálaráðnum Arbeiðið í Fíggjarmálaráðnum fevnir um ráðgevandi, fyrisitingarligar og analytiskar uppgávur á teimum økjum, ið ráðið umsitur, t.e. at: • Ráðgeva landsstýrismanninum um fíggj- ar-, skatta-, avgjalds-, og kapitalmarkn- aðarmál og viðgera innkomin mál • Fyrireika uppskot til nýggjar lógir og lógarbroytingar • Loysa tvørgangandi og samskipandi uppgávur • Gera analysur, langtíðarætlanir og tryggja, at hesar verða framdar • Ráðgeva og leiðbeina stjórnarráðum og stovnum. Arbeiðið á Lønardeildini Arbeiðið á Lønardeildini fevnir í høv- uðsheitum um sáttmálasamráðingar, málsviðgerð og ráðgeving í arbeiðsrætt- arligum og setanarrættarligum spurn- ingum, t.e. at: • Ráðgeva stjórnarráðum, kommunum, stovnum og feløgum og avgreiða fyrispurningar frá teimum • Gera vegleiðingar og rundskriv um lønar- og setanarviðurskifti • Tulka lógir, avtalur og tænastumanna- lóggávuna. • Svar spurningum í fyrisitingarrætti og arbeiðsmarknaðarlóggávu • Gera sáttmálaar við fakfeløg Fíggjarmálaráðið Stongt er frá og við fríggjadegnum 23. desember og latið verður uppaftur mánadagin 2. januar 2006 til vanliga tíð Hoyvíksvegur 72 · Postsmoga 3279 FO-110 Tórshavn telefon 356800 · faks 356801 t-postur: studul@studul.fo heimasíða: www.studul.fo Hús í Vestmanna til sølu. Tlf. 424600 ella 229113 Stongt verður millum jól og nýggjár. MATRIKULSTOVAN J. Broncksgøta 25 Boks 327 • FO-110 Tórshavn Tlf. 357900 • Fax 357901 Avloysari fyri skrivstovufulltrúa Avloysarastarv sum skrivstovufulltrúi í hálva tíð í Løgmansskrivstovuni er leyst at søkja við freist 10. januar 2005. Starvið fevnir í høvuðsheitum um vanligar skrivarauppgávur, so sum rættlesa røkja ymsar databasur (acsess), leggja til rættis fundir og skriva fundarfrásagnir. Sí nærri á www.tinganes.fo undir størv. LØGMANSSKRIVSTOVAN