Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 243 - 19. desember 2005 Árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni víkti ikki sørt frá undanfarnum árum. Úrslitið var ein forvitnislig saman­ seting av gomlum og nýggjum Jólakonsert Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Klaksvíkar Hornorkestur, sum á hvørjum ári skipar ­ fyri jóla­konsertini í Christi­ ans­­kirkjuni, hevði í ár valt at ganga nýggjar leiðir. Í staðin fyri vanliga kór­ sangin, var í ár vísusangur á skránni, og nógv av kendu horn­løgunum vórðu latin í nýggjan ham. Horntónleikur setti dám á Sum vant, høvdu fleiri hundr­að fólk leitað sær á jólakonsertina í Cristi­ans­ kirkjuni sunnu­kvøld­ið. Konsertin hevur í mong ár verið fasti tátturin, sum fyri klaksvíkingar boðar frá, at nú eru bert fáir dagar eftir til jóla. Og aftur í ár var tað horntónleikur, sum setti sín serliga dám á konsertina. Klaksvíkar Horn­orkestur var sum altíð sera professionelt at lýða á, men ungdómsorkestrið smæðist ikki burtur. Tað var hug­takandi at hoyra, hvussu gott tak hesir rættiliga ungu tónleikarar høvdu á siðbundnum jólaløgum, sum tey ikki ræddust at royna í nýggjum hami. Nýtt og gamalt Sum nakað heilt nýtt hevði Hornorkestrið fing­ ið vísusangaran Stan­ley Samuelsen við á jóla­ konsert­ina. Við sínum vakra sangi og gittarspæli hugtók Stanley áhoyrarnar við egnum sangum umframt eldri føroyskum yrkingum, hann sjálvur hevði sett løg til. Og sum altíð tóktist tíðin at steðga á, tá Stanley sang vakra lagið »Um eg kundi kvøðið«. Sum frá leið gjørdist Arnfríð Lutzen partur av framførsluni hjá Stanley, tá tey bæði saman sungu »Eg rósu upp sá næla«. Síðani helt Arnfríð fram einsamøll saman við Horn­ orkestrinum og nøkrum sera forvitnisligum útsetingunm av gomlum jólaløgum. Við hesum væleydnaðu ótraditionellu innsløgunum á jólakonsertini hóskaði tað samstundus sera væl at enda konsertina á siðbundna mátan, tá øll í felag sungu og ­ spældu »Gleðilig Jól«, júst sum á hvørjum ári. Komandi mikukvøld fara fløguaktuellu Science Fiction á pallin í leikalund Framførsla Fyrr í summar – á sjálv­ um Summ­arfesti­val­ degn­um – góvu Science Fiction út tvífløguna Cross­roads saman við tal­gildari út­gávu av teirra fyrstu bandútgávu, The Run­aways frá 1985. Sostatt eru tað í ár júst 20 ár ímillum fyrstu og nýggjastu útgávurnar hjá einum av teimum best umtóktu 80ara bólkunum í Føroyum. Á framførsluni í Leikalund fara Science Fiction at spæla løg úr báðum út­gávunum, so okkurt verð­ur fyri bæði gomlu og nýggju fjepp­ arnum. Kvøldið verður skip­ að við tveimum fram­ førslum, har tann fyrra er frá kl20.00 til umleið 21.00 og tann seinna frá 22.00 til 23.00. ave Ótraditionell jólakonsert Science Fiction í Leikalund Tey bæði hornorkestrini framførdu eina forvitnisliga skrá av jólaløgum í traditionellum og nýggjum hami