Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 19. desember 2005 31 Ein sera dugna­ ligur maður bankastjóri Jákup Mørk Pauli Ellefsen er helst tann føroyingurin, sum hevur best innlit í fakligu førleikarnar hjá Súna Schwartz Jacobsen. Tað var Pauli, sum fyri skjótt 10 árum síðani fekk Súna Schwartz Jacobsen at flyta aftur til Føroya, eftir at hesin hevði lokið prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari. Síðani hava teir báðir verið stjórar í fyritøkuni, sum Pauli undan hesum átti einsamallur, og tá vit spurdu Paula, hvat hann helt um nýggja stjóran í Føroya Banka, tóktust orðini einvíst at vera positiv. - Eg kann bara staðfesta, at Súni er ein sera vitugur og dugnaligur maður. Hann hevur eina sera góða útbúgving, og hann hevur eisini eitt gott innlit í føroyskt vinnulív, staðfestir Pauli Ellefsen. Umframt fakligu rósurnar tykist Pauli eisini staðfesta, at menninskjansligu egin­ leikarnir hjá Súna eisini hava verið framúr. - Samstarvið okkara millum hevur í øllum førum riggað sera væl. Og tað vil sjálvandi vera ein missur fyri fyritøkuna, tá Súni tann 1. februar fer í annað starv. - Hinvegin er missurin ikki so stórur, sum hann hevði verið, um hetta hendi fyri nøkrum árum síðani. Í dag er støða okkara so­mikið heppin, at vit eru fimm ríkisgóðkendir grannskoðarar á fyritøkuni. Sjálvur verið eg partur av hesum til einaferð miðskeiðis í komandi ári, men tá verða tað so tey »ungu« í fyritøkuni, sum koma at reka virksemið víðari. Pauli verður sjálvur 70 ár í apríl mánaði. Hann hevur seinnu árini spakuliga avhendað sín part av SPEKT, men fram til komandi summar heldur hann fram sum ein av stjórunum í fyritøkuni. Súni Schwartz Jacobsen avhendar formliga sín part av fyritøkuni 31. januar, og verða tað tá Árni Ellefsen, Finnbjørn Zachariasen og Mirjam Haraldsen, sum koma at stjórna fyritøkuni. Heldur enn at skriva undir grann­ skoðanar­átekn­ing­ina hjá Føroya Banka, sleppur Súni Schwartz Jacobsen komandi ár at skriva undir ársfrágreiðingina. Mánamorgunin varð hann nevnliga avdúkaður sum n‡ggjur stjóri í bankanum Bankastjóri Jákup Mørk Tað var ein væl nøgdur og - upplagdur forstjóri, sum beyð fjølmiðlunum væl komn­ar í Føroya Banka mánadagin. Á skránni fyri fundin var setan av nýggjum stjóra, sum saman við Janusi Petersen kemur at mynda bankan framyvir. Ikki ókendur í bankanum Súni Schwartz Jacobsen er 42 ára gamal. Í 1995 tók hann prógv sum statsautoriseraður grannskoðari, og longu árið eftir gjørdist hann partnari hjá Paula Ellefsen, sum fram til hetta hevði verið einsamallur eigari av KPMG í Føroyum. Tað er sama virki, sum í dag eitur SPEKT. Sum ríkisgóðkendur grann­skoðari hevur Súni gjøgnum árini fingið eitt sera gott innlit í føroyskt vinnulív. Bæði í kraft av útbúgving og royndum. Og Janus Petersen legði eisini dent á, at júst hesir báðir lutir vóru avgerandi for­treytirnar, tá bankin leit­aði sær eftir n‡ggjum stjóra. Hartil hevur Súni eisini í sjey ár verið annar av grannskoðarunum, sum Føroya Banki hevur n‡tt, og tí er heldur eingin ivi um, at kunnleiki hansara til Føroya Banka er rættiliga stórur. - Eg eri sera fegin um, at Súni hevur tikið við hesi avbjóðingini, sigur Janus Petersen, forstjóri. - Við hesi setanini hevur bankin fingið ein veruligan styrk til vinnuliga virkisøkið, sum bankin metir hevur nógvar vakstrarmøguleikar - bæði her heima og utt­ an­fyri landoddarnar. Við sínum víttfevnda innliti í føroyskt vinnulív og altjóða royndum, hevur Súni júst røttu fortreytirnar til at lofta teimum avbjóðingunum, ið bankin hevur á vinnuliga virkisøkinum. Nýggi bygnaðurin liðugur Samstundis sum nýggi stjórin varð settur, kundi Janus Petersen seta eitt punkt­um fyri teimum bygn­ að­arbroytingum, sum felagið byrjaði uppá, tá Jørn Astrup Hansen fór frá sum stjóri fyrr í ár. Í nýggja bygnaðinum er Janus Petersen sjálvur for­ stjóri. Hartil kemur Súni Schwartz Jacobsen at virka sum stjóri, umframt at hann burturav hevur ábyrgd av vinnukundaøkinum. Aðrir deildarleiðarar í nýggja bygnaðinum eru Edvard Heen, privatkundaleiðari, Jan Jakobsen, íløguleiðari, Ingi Vestergaard, leiðari fyri fyrisiting, Jean Djurhuus, leiðari fyri stjórnarumsiting og Johnny í Grótinum, leiðari fyri menning og samskifti. Sum tað framgongur av navnalistanum, so er tal­ an um fleiri nýggj nøvn í hesum sambandi. Men Janus Petersen fæst tó ikki at siga, at hann hevur verið ónøgdur við bygnaðin, sum hann hevur verið. - Slagorðið hjá okkum í hesum broytingunum hevur verið, at »einki er sum fyrr«. Í hesum liggur sjálvandi eisini, at tað er neyðugt við broytingum og tillaðingum, soleiðis at bankin kann fylgja við tíðini. - Hinvegin hava vit ígjøgn­um nógv ár skapt okkum sterkar traditiónir á vinnukundaøkinum, og við nýggju setanini halda vit okkum vera enn betri brynjað til komandi avbjóðingar, staðfestir Janus Petersen. Og so viðgongur hann eis­ini, at hetta hevur verið ein strævin tíð, meðan hann hevur verið einsamallur stjóri. - Talan hevur sjálvandi verið um langar og strævnar arbeiðsdagar, tá eg havi havt ábyrgdina av øllum virkisøkjunum. Samstundis hevur tað verið ein uppgáva at seta framtíðar leistin hjá bankanum út í kortið. Ein uppgáva, sum vit halda okkum vera komin á mál við nú, sigur Janus Petersen at enda. Súni Scwartz Jac­ob­ sen sigur, at hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina í Føroya Banka. Ein avbjóðing, har hann eisini vónar at geva sítt íkast til eina framtíðar menning av bankanum Bankastjóri Jákup Mørk Eftir at hava virkað sum grann­skoðari í eini 20 ár, er tað ein nýggj og øðrvísi avbjóðing, sum nú stendur fyri framman hjá Súna Schwartz Jacobsen. Sjálvur tykist hann tó ikki leggja stórvegis í at profilera seg sjálvan, men hinvegin tóktist hann ikki smæðast burtur á tíðindafundinum mánadagin. - Hvørjar kvalifikatiónir, sum gera meg serliga væl egnaðan til hetta, mást tú spyrja forstjóran og nevndina í bankanum um. Men sjálvur haldi eg meg hava nakað at geva bankanum í starvinum, staðfesti hann. Súni hevur annars síð­ ani 1996 átt part av grann­ skoðanarfyritøkuni, SPEKT, har hann eisini hevur virkað sum stjóri hesi árini. Hvussu ber tað tá til, hann soleiðis hevur selt sín ognarpart, fyri at flyta yvir um borðið, at kalla? - Tað eru sjálvandi altíð tankar, sum tú gert tær. Í hesum førinum kom ein áheitan frá Føroya Banka, og tað havi eg so hugsað nakað um. Endin hevur so verið, at eg havi tikið av hesum, sigur hann. - Sjálvur síggi eg fleiri spennandi møguleikar í hesum. Eg haldi meg eisini hava fakliga førleikan til at átaka mær avbjóðingina, og tí havi eg tikið av. Var tað ein treyt frá tíni síðu, at tú skuldi vera stjóri, heldur enn bara leiðari av vinnukundaøkinum? - Tað hevur sjálvandi verið nakað, sum vit hava tosað um, tá samráðingarnar hava verið, er einasta við­merkingin, sum fæst um hetta. Vilja kappast uttanlands Sjálvur vil hann ikki longu nú koma við nøkrum beinleiðis boði uppá, hvussu hann vil menna vinnukundadeildina hjá Føroya Banka. Men við sterka innliti sínum í bæði føroyskt og danskt vinnulív er ikki óhugsandi, at Føroya Banki í framtíðini eisini fer at víðka landafrøðiliga virksemi sítt. Nakað, sum eisini varð staðfest av Janusi Petersen. Hesin segði nevnliga, at vinnukundaøkið hevur stórar vakstrarmøguleikar. Bæði innan- og uttanlands. Spurdur um hetta, stað­ festir Súni, at tað altíð verður talan um metingar um, hvat loysir seg og ikki. - Bankin hevur sjálvandi lagt sína strategi, sum vit royna at fylgja. Men stinga áhugaverdir møguleikar seg upp, so er einki at ivast í, at vit fara at sýna hesum áhuga. Eisini, um talan er um útlendskar avbjóðingar. Bankin hevur fíggjarligu styrk­ina til at taka dystin upp við kappingarneytarnar, men sum altíð, so vil talan í hvørjum einstøkum føri vera ein spurningur um, hvørt talan er um gevandi íløgu ella ikki, staðfestir hann. Ein nýggj avbjóðing Tað verður ikki sagt so øgiliga hart. Men við nýggju stjóra­ set­anini tykist Føroya Banki at brynja seg út til enn harðari kapping á vinnukundaøkinum. Kapping, sum væl kann fara um landamørk Mynd: Jens Kristian Vang Undirskriftin flutt eina síðu Við at flyta seg úr grannskoðara- í stjórasessin, gjørdist Súni Schwartz Jacobsen seinasti brikkurin í umskipanini av Føroya Banka Mynd: Jens Kristian Vang Súni Schwartz Jacobsen ætta›ur úr Gøtu/Klaksvík Útbúgvin cand.merc.aud í 1990 Statsaut.revisor í 1995 Stjóri í SPEKT í 1996 Giftur Anitu, og saman hava tey trý børn. FAKTA