Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. november 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 213 - 4. november 2000 19 gult cyan magenta svart 18 Sosialurin Nr. 213 - 4. november 2000 Í rithøvundafelagnum eru um 100 limir. Ta› eru fólk sum skriva skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar, t‡›a til føroyskt (nøkur heilt fá úr føroyskum í onnur mál), stóra tali› er kortini tey, sum skriva yrkisbøkur av ymiskum slag, skúlabøkur og si›søguligar bøkur. Ta › er eitt stórt og fjølbroytt virksemi, i› her fer fram, nógv størri enn vit vanliga geva okkum far um, og ta› er eitt virksemi, i› skapar arbei›i og framlei›slu nógv meira, enn vit vanliga hugsa um: hjá prentsmi›jum, reprovirkjum, útgevarum, bókasølum, bókasøvnum og fyrisiting, ikki um at tala í øllum landsins skúlum hjá næmingum og lærarum og granskarum. Eingin føroysk vinna man hava so nógvar n‡ggjar vørur at vísa fram á hvørjum ári, og samantalt er ta› ikki líti› av arbei›splássum, sum eru kn‡tt aftur at bókunum. Ta› er eitt virksemi, sum byrjar á einum bor›i í einum kamari ella kanska uppi undir tiltiknu væ›ingini í einum køldum og slavnum loftsrúmi vi› gjóstri og lekum, solei›is sum tann romantiska myndin vil hava ta› at vera, skal listin kunna trívast. Ha›ani brei›ir ta› seg út sum ringar í vatni, og ta› er sjálvsagt, at tey sum starvast í hesum vaksandi ringunum fáa løn fyri sítt arbei›i, tí hetta er ney›ugt og samfelagsgagnligt arbei›i. Einasti, i› ikki kan vænta sær vanliga løn er høvundurin, hon ella hann, sum slepti steininum og gjørdi, at vatni› fór at liva og ringarnir at brei›a seg. Tvørturímóti noy›ist høvundurin mangan sjálvur at standa fyri útgávuni, at finna fígging og seta seg í skuld, skal bókin kunna gevast út. Solei›is hevur veri› hjá føroyskum rithøvundum, og solei›is er ta› framvegis í mongum førum enn. Rithøvundurin, i› gjørdu verki› fekk jú stuttleikan og vi›urkenningina afturfyri, ver›ur sagt, og ta› mátti veri› nóg miki›, annars gjørdi hann ta› neyvan, ella hvussu? Rithøvundafelagi› er á hvørjum ári á fundi í Nor›urlendska Rithøvundará›num og hevur har høvi til at kunna seg um arbei›skorini hjá rithøvundum og t‡›arum í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi. Í fyrrári› vildi rá›i› gera eina yvirl‡sing at vísa á korini hjá føroyskum rithøvundum, tí tey vóru so út av lagi ússalig samanborin vi› vi›urskiftini í øllum hinum londunum: eingin arbei›strygd, ongar starvslønir uttan eitt eiti, eingin verja av upphavsrættindum uttan bara ein avgomul lóg frá teirri tí›ini, tá i› ljósritatólini ikki vóru til og eingin hev›i hoyrt nevnt um EDV, bókasavnsgjøld sum minka›u framhaldandi, ongar or›a›ar ætlanir fyri bókmentirnar, einki. Men eingin yvirl‡sing var› gjørd, tí ta› vísti seg at ein yvirl‡sing vi› at kalla somu or›ingum var› samtykt longu í 1971, og sí›ani var einki meira hent. Í næstan 30 ár. Og vóru ikki mentamál heilt og fult føroysk ábyrgd? Her hjálpti ikki at venda sær til a›rar stjórnir og onnur lond. Men hvussu so vi› vi›urkenningini, sum sigst at vera besta kenningin? Tveir virdir høvundar hava n‡liga havt høgg hvør at ø›rum í blø›unum, høgg, sum hava at gera vi› tey út av lagi vánaligu arbei›skorini, og hetta høvi› var› beinanvegin brúkt í oddagrein í landsins størsta bla›. Oddagreinin var tíbetur ein sjáldsom rødd úr næstan gloymdari tí›, men seg›i okkum kortini, at gamalt agg móti øllum, sum vága sær fram at taka or›i› og skapa n‡ggjar hugsanir, liggur ikki djúpt undir moldum og kann skjótt ver›a uppafturgrivi›. Óbeinlei›is seg›i ta› okkum kortini, at vi›urkenningin er til: ta› ver›ur lurta› og ta› ver›ur lisi›, tá i› ein føroyskur rithøvundur ger vart vi› seg, og sjálvur haldi eg ikki, at vit kunnu kæra okkum um væntandi áhuga fyri føroyskum bókum og teimum, sum skriva tær. Hetta sigi eg, sjálvt um eg væl veit, at ein av megintreytunum fyri gó›um bókmentum er næstan ikki til í Føroyum: eitt livandi, álvarsligt, alment bókmentakjak, ummæli í blø›unum, umrø›ur og samrø›ur í fjølmi›lunum, gjørt á ein hátt so ta› skilst, at landsins tekstir eru landsins hjartasláttur. Og at n‡ggir tekstir eru gransking og menning av kjarnuni sjálvari í landsins mentan: málinum. Máli› er fyritreytin fyri tí skriva›a or›inum, og einki er so bundi› at málinum sum bókmentirnar. Hugsa vit um føroyska mentan í síni heild, so er tónleikurin frælsur og kann fara, hvagar hann vil um allan heim, um so skuldi veri›. Sama er vi› málningalistini og fyri ein part eisini vi› leiklistini, tey kunna fer›ast frítt um landamørkini. Men føroyskar bókmentir eru heimsta›arbundnar, bundnar at føroyska málinum. Vit kunnu fáa tónleik, list, og tíbetur eisini bókmentir uttanífrá, men eingin í allari ver›ini skrivar føroyskar bókmentir uttan bara vit sjálv. Eingin ger ta› fyri okkum, og ta› gevur okkum eina serstaka mentunarliga skyldu fyri tí skriva›a or›inum, tí kunnu vit ikki or›a okkum livandi og ríkt á okkara egna máli, so kunnu vit ikki fáa naka› ríkt frá ø›rum ella geva ø›rum burtur av okkara. Máli› bindir okkum. Samstundis vita vit, at heimurin stendur alt meira opin og ver›ur eitt net av Bókin ár 2000 Rithøvundafelagi› og Landsbókasavni› hava tiki› uppaftur táttin at halda »Bóka- ting«. Stø›an hjá bókini og teim, i› var›a av hesum før- oyska mentanarbera, ver›ur umrødd, og kjakast ver›ur um korini og útlitini. Nú ári› 2000 fer at halla, benda hagtølini har- afturat á, at vit fyrsta dagin fáa føroysku bókina nummar 4000. Og helst fer hon at liggja fjálg og væl- innpakka› undir onkrum jólatræ. »Máli› er mítt øki« sta›festi Aleksandur Kristiansen í heitinum á einum lítillætnum yrkingasavni fyri 25 árum sí›ani. Hóast stórar og mangan kollveltandi broyt- ingar hesa fjór›ings- øld, so er enn sjálv- sagt, at føroyska mál- i› er stø›i› undir før- oyskari mentan. – Men hvussu eru umstø›urmar hjá teimum, i› leggja okkum hesi tún? – Hvussu eru korini hjá føroyskum rithøv- undum, samanborin vi› grannalondini? – Í hvønn mun fáa rithøvunda innivist í fjølmi›lunum? – Fer n‡ggja tøknin at forkoma smámál- um sum okkara? – Skrivi eg fyri Føroyar, tá eg sum rithøvundur skrivi á føroyskum? Hesir eru nakrir av áhugaverdu spurning- unum, sum forma›ur Rithøvundafelagsins Gunnar Hoydal leg›i fram á bókatinginum á Landsbókasavni- num 29. september undir felagsheitinum »Bókin ár 2000«. Gunnar Hoydal: Máli› bindir okkum – Vera bøkur og bókasøvn í framtí›ini? Mynd: Jens Kristian Vang Føroyskar bókmentir eru heimsta›arbundnar, bundnar at føroyska málinum. Men eingin í allari ver›ini skrivar før- oyskar bókmentir uttan bara vit sjálv. Eingin ger ta› fyri okkum, og ta› gevur okkum eina serstaka mentunarliga skyldu fyri tí skriva›a or›inum, tí kunnu vit ikki or›a okkum livandi og ríkt á okkara egna máli, so kunnu vit ikki fáa naka› ríkt frá ø›rum ella geva ø›rum burtur av okkara skiftandi sambondum. Alneti› sær ikki landamørkini, og teldan í útoyggj fer›ast líka skjótt sum teldan í heimsins mi›deplum. Vit eru ikki longur forfjóna›, langt burturi í egnum einsemi. Einki er sum ta› var, og ta› avgerandi er hent, at havi› skilir okkum ikki longur frá ø›rum. Hetta er tann n‡ggi møguleikin í framtí›ini, men er ta› eisini hóttanin? Tann føroyska listagreinin, sum hevur blóma› mest av øllum hesi seinastu árini, full í huga, full í gávum og full í skapandi megi, er tónleikurin. Men lurta vit eftir or›unum, so hoyra vit, at næstan alt, i› sungi› ver›ur hjá teimum yngstu og dugnaligastu er á enskum, og tosar tú vi› tey, sum droyma um eina yrkislei› tann vegin, so tykist bara at vera eitt tungumál til í ver›ini, so stórt og sterkt, at ta› kann fara at forkoma øllum ø›rum málum. Og ikki bara smámálunum. Sjálvt Frakland, sum einafer› átti heimsmáli› í mentan og list, er fari› at óttast og vil seta bann og verjur fyri tí enska. Samleikin í ver›ini er farin at flóta ella rennur burtur gjøgnum allar knútarnar í alnótini. Børn og ung sita framman fyri telduni og senda skjót or› ímillum sín uttan at hugsa um mál, málbering, mállæru ella rættskriving. Sum frítt streymandi yrkingar kann ta› vera, og allur tann gamli óttin fyri tí hvíta óskriva›a pappírinum er burturi, tí ein delete-knappur er. Tr‡st á hann, so hava or›ini ongantí› veri› til og koma ongantí› eftir tær aftur. Eg havi havi sæ› nakrar av hesum tekstunum, sum er gjørdir her hjá okkum, sjálvt um teir eru skriva›ir á ø›rum máli. Summir eru áhugaverdir, ta› mesta er hjálparleyst málsliga og í innihaldi, ivist kortini ikki í, at í røttum hondum kann veruligur skaldskapur koma burturúr. Men eitt øgiligt heimloysi er í teimum, ta› kundi veri› gjørt og skriva› hvar sum helst. Ver›in er horvin og heimurin, i› nú skuldi veri› ein, er dottin sundur og liggur sum ein blaktrandi guva millum teir elektronisku neistarnar 0 og 1, ja og nei. Svari› er ikki at verja og forbjó›a, solei›is sum franskmenn ætla. Svari› er at geva sínum egna betri sømdir og størri ans. At gera sterkari sangir sjálv, sangir i› standa á jør›ini. Og har eru vit betur fyri enn so nógv onnur, tí vit hava naka› at standa á. Okkara land hevur stødd, sum ger okkum t‡›andi og sjónlig fyri hvørjum ø›rum. Vit eru ein eind, sum vit eru før fyri at síggja og skilja í øllum lutum. Vit kunnu vera ósamd og eiga at vera ta›, men vit eru saman kortini, nógv meira enn tey fáa veri› a›rasta›ni. Okkara samleiki er okkara saman- leiki. Ta› ræ›ur um at geva teimum, sum vilja skriva sangirnar, tekstirnar, or›ini umstø›ur at arbei›a. Hvussu er ta›, tey siga í Íslandi? "Máli› er okkara heimsta›ur. Var einki íslendskt mál, vóru eingir íslendingar. At skriva á íslendskum er at skriva fyri Ísland." Tí er ta›, at tey har løna rithøvundum, sum vóru teir landsins lærarar, og í løtuni letur landi› út ímóti 500 mána›arlønir árliga, so at skald og høvundar kunna skriva fyri sítt land, sum teir siga. Og ta› eru teir ernir um, sjálvt um klandur javnan tekur seg upp, tí hví fekk hesin og ikki hendan, og hvør er ta›, sum skal avgera hvat? Men eisini hesar ósemjur gera bókmentirnar virknar og sjónligar í landinum, tí burtur úr tí kemur kjaki› um dygd. Hvat eru gó›ar bókmentir, hvussu skal metast um n‡royndirnar, i› ver›a gjørdar, men sum fá duga at skilja og færri at elska, i› hvussu er í fyrstu syftu? Í mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu, sum kom út herfyri, stendur, at mentan kostar. Men játta›i peningurin er ikki útrei›sla, hann er innløga. Hann er íløgan í eitt sterkt, livandi og kensluríkt samfelag. Og skulu vit tosa um kostna›, nú landst‡risma›urin er hjástaddur, so fari eg at minna á uppskoti› um at lata føroyskari mentan ein pott av hvørjari tunnu av oljuni, sum einafer›, kanska, kemur upp á land í Føroyum. Higartil hava vit bara hoyrt, at oljan er ein hóttan móti føroyskari mentan. Ger hana til eina gávu. Eina íløgu í eitt ríkidømi, sum ikki dálkar men grør og angar, bur›ardygt, heilsugott. Ger íløguna, sjálvt um tey djúpu holini vera tóm. Bókin ár 2000. Vera bøkur og bókasøvn í framtí›ini? Ta› er ikki vist; ikki í tí líki, sum vit kenna. Men tekstir fara altí› at vera, og rithøvundar vera til at skriva tekstirnar. Lat okkum gera ta› so, at teir eisini í framtí›ini vilja skriva á føroyskum máli. KAPPING Í sam- bandi vi› Lista- stevnu Føroya ver ›- ur skipa› fyri stutt- søgukapping, har øll kunnu ver›a vi›. Stevnan, sum fevnir um mangar lista- greinir, ver›ur hildin á fyrsta sinni í aug- ust næsta ár. Birgir Kruse Øll tey, i› hava hug at skriva, kunnu nú royna seg í eini føroyskari stutt- søgukapping. Til Listastevnu Føroya, sum á fyrsta sinni ver›ur hildin í august næsta ár, er kunngjørd kapping í at skriva n‡ggjar føroyskar stuttsøgur. Frestin er úti eftir páskir, hin 20. apríl 2001. Millum treytirnar at ver›a vi› í kappingini er ein áseting um, at stuttsøgan endurspeglar nútí›- arsamfelagi› og at søgan er skriva› á føroyskum máli. Longd- in á innsendu stuttsøgu- ni eigur at vera í mesta lagi 20 A4 sí›ur. Vir›islønirnar, i› latnar ver›a vinnandi stuttsøgu- num eru rættuliga áhuga- verdar. Er vinnandi stutt- søgan snøgt 20 sí›ur, so fær hon túsund krónur fyri sí›una. Solei›is at skilja, at longsta søgan er 20 sí›ur og fyrsta vir›irsløn, i› latin ver›ur, er 20.000 kr. Ja, tjúgutúsund krónur. Onn- ur vir›isløn er 15.000 kr og tri›ja vir›islønin er 10.000 kr. Í dómsnevndin eru Lydia Didriksen fyri Rit- høvundafelagi›, Turi› Sigur›ardóttir fyri Fró›- skaparsetri›, Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sverri Egholm fyri Útvarp Føroya. Umframt at vinnarar í stuttsøgukappingini fáa vir›isløn í krónum og oyrum, so ver›ur eitt úrval av innkomnu stuttsøgunum eisini givi› út í bók hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og lisi› upp í Útvarpi Føroya. Í bá›um førum fáa úrvaldu søgurnar sams‡ning eftir galdandi reglum. Vinnararnir í stuttsøgu- kappingini ver›a kunn- gjørdir tá fyrsta Lista- stevna Føroya ver›ur sett í Nor›urlandahúsinum í august næsta ár. Úr Lista- stevnuskránni kann longu nevnast, at danski jazz- tónleikarin Palle Mikkelborg ver›ur vi›. Longu innan ta› var› kunngjørt, at Mikkelborg fær tónleikavir›isløn Nor›urlandará›sins fyri ári› 2001, var avtala gjørd um at hann skuldi koma til Føroya at spæla næsta ár. Ein heppin av- ger›. Samskipari fyri Listastevnu Føroya er Oddvá Nattestad, me›an Helga Hjörvar er forma›ur í lei›slubólkinum. Túsund krónur fyri sí›una – Lati› føroyskari mentan ein pott av hvørjari tunnu av oljuni, sum einafer›, kanska, kemur upp á land í Føroyum. Higartil hava vit bara hoyrt, at oljan er ein hóttan móti føroyskari mentan. Ger hana til eina gávu Mynd: Jens Kristian Vang