Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 20. desember 2005 11 VIÐMERKINGAR Bjørn á Heygum Tað gongur skjótt í hesum døg­um. Uttanlandanevndin við Johan Dahl á odda skjeyt uppskotið um Ís­­lands­ sáttmálan niður vegna tess, at hann løgfrøðiliga ikki var borðbarur. Hetta upp­skot frá Jóannes Eides­gaard løgmanni var í veru­leikanum eiin blanco heimild frá Løgtinginum at leggja lóggávuvald uttan fyri Løgtingið til eina so­nevnda ser­køna nevnd, soleiðis at øll lóggáva sum ikki samsvaraði leypandi broytingum í sátt­mál­ anum, umsitingarliga skuldi kunna dømast deyð at vera. Tíbetur fyri rættartrygdina vann hetta uppskotið um at niðurlaga lóggávuheimild løg­ tingsins ikki frama, og er nú steðgað av eini skilvísari nevnd til Landsstýrið hevur gjørt sítt heimaarbeiði til lýtar. Hovstunnilin Næsta uppskotið sum fekk somu lagnu var uppskotið hjá Bjarna Djurholm um at leggja útreiðslurnar til Hovstunnilin uttan fyri fíggjarlógina, so Landsstýrið kundi stinga høvdið í sandin og ikki síggja lítið hugaliga fíggjarliga veruleikan í eyguni. Seinastu tíðindini vilja so vera við, at Landsstýrið er bankað uppá pláss og við tungum huga er gingið við til, at nógv umtalaði opin­leikin og gjøgnumskygni nú eisini skal fevna um Hovstunnilin. Barnsburðar­ grunnurin Triðja gølumálið úr Lands­ stýrinum, sum neyvan heldur er stovureint og átti at fingið somu lagnu sum tey bæði undanfarnu, er innkrevjingin til barnsburðargrunnin, Uppskot Landsstýrisins gongur út uppá, at gjald­ið skal ásetast av landsstýrismaninum innan ávísar karmar (interval við lofti) og fara í serligan grunn umsitin av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið í andsøgn við stýrisskipanina Løgtingskrivstovan ger í hes­ um sambandi púra greitt, at uppskotið eftir øllum at døma er í stríð við § 41 í stýris-skipanarlógini, sum sigur at skattur bert kann ásetast við løgtingslóg, Løg­ tingsumsitingin de­fin­erar sostatt gjaldið til barns­burð­ar­ grunnin sum ein skatt, sum ikki kann ásetast um­­sitingarliga. Formansskapurin í løg­ tinginium tók hetta tilmæli til eftirtektar og gjørdi staðiliga greitt, at uppskotið átti at vera víst aftur. Ivin kom lands­ stýrinum til góðar Men løgmaður vildi ikki, at hesin ivin skuldi koma for­mansskapinum og løg­ tingsumsitingini til góð­­ar. Hann legði trýst á sam­ gongutingmenninar við tí sann­ førandi grundgeving, at ongin var við síðuna av ella omanfyri Løg­tingið – Løgtingið var jú “su­v­erent” – og ikki minst - talan var í hansara hugaheimi um eina politiskt pragmatiska loysn. Hóast stóran iva millum samgongulimir, sum treyðugt vildu ganga ímóti egnari umsiting og formansskapi, so fekk løgmaður í eini lítlari pausu snarað meirilutan inn aftur á beint. Góð yvirtalilsisevni hesin løg­ maður - tað skal hann eiga! So bleiv uppskotið trumf­ að ígjøgnum tingið við at­ kvøðunum frá sam­gongunu, und­antikið lim­un­um í for­­­ mansskapinu Ed­mund Jo­­en­­sen og Óla Breckman, sum ikki vildu avnokta sína egnu umsiting soleiðis sum løgtingsmeirilutin. Og skal rætt vera rætt, so var Johan Dahl eisini loyalur mótvegis for­mansskapinum og atkvøddi ímóti. Rættartrygdin í vanda Men hvat er hetta fyri nak­að, sum gongur fyri seg í løtuni. Er rættartrygdin ikki álvarsliga í vanda, tá Løgtingið velur at fylgja landsstýrisumsitingini held­ur enn egnari umsiting og formansskapi? Henda sama um­siting, sum skal verða bul­­verk og garantur fyri, at alt lóggávuarbeiði fer fram á lógligan og halddgóðan hátt, samstundis sum javnvágin millum lóggevandi og útinn­ andi vald verður tryggjað. Skal ein ivi um lóggildi av einum uppskotið um barns­­­burðarskipan veruliga koma útinnandi valdinum til góðar heldur enn lóggevandi valdinum, kundi hóskandi verið spurt? Eigur ein slíkur ivi um møgu­­­ligt ósamsvar við stýris­ skipanarlógina ikki altíð at føra til, at uppskotið verður avvíst til fullgóð vissa er fing­in fyri at ongin andsøgn er millum hesa lóggávu og yvirskipaða lóggávu sum stýrisskipanarlógina? Skylda vit ikki hesi lóggávu, sum bert kann broytast av tveimum fylgjandi løgtingum, so mikið av virðing, at uppskot sum liggja á kantinum og enntá heilt uttanfyri mark, ikki bara vera trumlaði ígjøgnum. Og ser­stakliga í einum føri, tá Løg­ tingið frammanundan staðiliga er ávarðað av væl skikkaðum fólki við hollari løgfrøðiligari útbúgving í løgtingsins egnu umsiting? Løgtingið sýnir manglandi støðufesti Føroya Løgting skal í øll­ um førum hava nakrar sera góðar grundir til at av­nokta formansskapin og løg­tings­ skriv­stovuna. Løg­tingið kann heilt einfalt ikki lata seg traðkað av ein­­um politiskt kroystum løg­manni í einum so prin­cipiellum máli. Vandi er heilt eyðsæð fyri, at ein slík avgerð leggur lunnar undir eina áhaldandi undirgraving og upploysn av heimildum og eft­ irlitsmyndugleika løg­tings­ins. Vónandi kann Løgtingið sýna meira støðufesti eina aðru ferð, tí við hetta lag er álvarsligur vandi fyri at Løgtingið bert gerst eitt hent amboð hjá opportunistiskum l a n d s s t ý r i s m o n n u m , sum onki fyrilit hava fyri grundleggjandi virðunum í rættarsamfelagnum. Løgtingið á vandakós! Uttanlandsnevndin verjir borg Dan Lamhauge, nevndarlimur í Unga Sjálvstýrinum Nú Sjálvstýrisflokkurin er komin so langt niður í tingmannatali, sum ein kann, og einasta løg­ tingsumboð floksins hevur brúk fyri øllum tí stuðli, sum hann kann fáa, standa “álitisfólk” floksins í røð at sleppa at siga honum alment, hvussu vánaligur hann er. Ein av teimum “for­­­nermaðu”, fyrr­ ver­­andi formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálv­ stýrisfelag og limur í lands­nevnd floksins, sigur í bløðunum nú um dag­arnar, at moralskir spurn­ingar onga rúmd fáa í Sjálvstýrisflokkinum. Álvaratos. Landsfundirnir 2003 og 2004 snúðu seg stórt sæð ikki um annað enn moralskar spurningar. Og um hetta ikki var nóg mikið, so kundi viðkomandi tikið tað upp í sínum egna valdømi, har hann var formaður, ella enntá í landsnevnd floksins, har viðkomandi umboðaði sítt egna valdømi. Landsnevndin er hægsti mynduleiki millum aðalfundirnar. Har er Kári P. Højgaard eisini limur. Men Carl August Arge valdi at gera um seg, valdi at fara úr flokkinum við einum braki og fáa tað at síggja út sum, at ruðuleiki valdar í Sjálvstýrisflokkinum. Ein góður máti at siga farvæl? Annars er tað undarligt við politikki. Eg fari ikki at siga, hvat eg haldi um moralsku støðuna hjá Kára P. Højgaard ella nøkr­um øðrum í Sjálv­ stýr­isflokkinum. Men tað sær út til, at tá tað kemur til moralskar spurningar, er Havnin á einari kós, meðan restin av Føroyum er á eini aðrari. Onkustaðni har ímillum ferðast allir flokkar í dag. Umboðini úr Suðurstreymoy eru fyri, meðan hini eru í móti. Altso eru umboð úr sama flokki ymisk á máli um henda spurning. Tað haldi eg eisini vera í lagi. Vit kunnu ikki kroysta moralsk virði niður yvir høvdið á fólki. Tí eiga vit at góðtaka, at her eru vit ymisk á máli uttan at kalla hvønn annan líkt og ólíkt. Hetta er heldur ong­ in trupulleiki í Sjálv­ stýrisflokkinum. Fólk kunnu hava teirra egnu mein­ing í moralsku spurn­ingunum, sam­ vitsku­spurningum. Men Sjálvstýrisflokkurin hev­ ur bert tað eina løgtings­ umboðið, so hann fær ikki havt eitt bein í hvørjum staðnum. Sum politikkari, mást tú taka støðu til nógv stór mál, bæði fíggjarmál, sosialmál, mentamál, útlendingamál, fiskivinnumál og hvat veit eg. Men til seinasta val fingu nøkur valevni, eisini nøkur úr Sjálvstýrisflokkinum, sær viðurskiftini hjá sam­ kyndum sum høvuðsmál. Tað er so í lagi. Men skal nøkur niðurstøða gerast út frá tí, so er tað ikki eitt evni, sum savnar tær nógvu atkvøðurnar. Og tí er hetta ein undarligur máti at fara úr einum flokki. Og hvar skal man fara? Hvønn ann­ an flokk skal man velja? Tað er ringur fuglur, ið drýtur í egið reiður. Eg ivist í, um hesi, sum nú melda seg úr flokkinum, nakrantíð veruliga hava kent seg sum sjálvstýrisfólk. Tað fellur teimum alt ov lætt at skaða flokkin. Kári P. Højgaard hevur einsamallur umboðað Sjálv­ stýrisflokkin í nøkur ár. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva. Men eg haldi, at hann hev­ ur verið ein knassi. Nú mugu sjálvstýrisfólk standa saman og royna at koma við positivum ískoytum til Kára og flokkin, soleiðis at flokkurin til næsta val fær betri umboðan á løgtingi. Kári P. Højgaard fær mín fulla stuðul í arbeiðnum sum tingmaður, hóast vit ikki eru púra samdir um øll mál. Og, ikki minst, hann skal eins og hini 31 løgtingsumboðini sleppa at atkvøða eftir síni egnu samføring og eftir síni egnu samvitsku. Við sjálvstýriskvøðu Tað er ringur fuglur, sum drýtur í egið reiður Ivan Eginsson Moskalenko Valby Tey seinastu árini hava vit upplivað eina ógvusliga broyting av útlendingapolitikkinum í nógvum evropeiskum londum – og ikki minst í Danska ríkinum, sum eisini umfatar Føroyar. Á nógvan hátt er hetta sera væl skilligt. Í Danmørk, Fraklandi, Týsklandi og nógva aðrastaðni síggja vit í dag, at manglandi eftirlit á útlendingaøkinum ígjøgnum 30-40 ár elvir til nógvar trup­ ul­leikar av ymskum slagi og enntá samanbrestir, tá ið nógvir innflytarar – serliga úr ávísum londum – ikki vilja ella kunnu integrera seg í tað nýggja samfelagið. Nógvir av hesum fremm­ andu eru teimum innføddu evropearum til byrðu – fíggj­ ar­liga, tí at innflytarar ikki megna at klára seg sjálv og krevja tí penningarhjálp frá nýggja ”heimlandi” sín­ um, men eisini málsliga, mentanarliga, og í summum førum politiskt, tá ið tey onga virðing hava fyri teimum demokratisku virðunum, sum hoyra Vesturheiminum til, og halda fram at liva, sum at tey enn vóru í londunum, ið tey eru fødd og uppvaksin í, men sum tey onkursvegna ikki vilja búgva í longur. Tí er einki sum helst undarligt í tí, at út­lendingalógin er herd - eisini í Norðurlondum. Hetta er faktiskt púra beint. Undarligt er nakað annað – at tað rakar fremmand fólk, sum eru væl­virkandi, kunnu og vilja arbeiða og í nógvum førum eru vælintegrerað málsliga og sosialt. Ein av høvuðstreytunum fyri ein útlending at koma í eitt annað land er og skal vera, at viðkomandi megn­ar at forsyrgja sær sjálvum. Um hann ikki kann tað, hevur hann einki at gera í hesum landinum. Og tað skal einhvør borgari í einumhvørjum stati vera fullgreiður yvir, áðrenn hann tekur hetta rættiliga stóra stigið í lívi sínum og flytir til eitt annað land – í eina tíð ella kanska við tí fyri eyga at skapa sær eina nýggja tilveru fyri lívið. Um útlendingur hvørki hev­ ur arbeiði ella nakrar peng­ar at liva fyri – og við­komandi veit, at hann, sum fremmandur, einki fær úr arbeiðsloysisskipanini – so flytir hann sjálvur av aftur landinum í seinasta enda! Tað gevur – eftir mínum tykki - onga meining, at landskassin skal gjalda eisini útlendingum arbeiðsloysisstuðulin - eins og tey skulu rinda til ALS (fólk í til dømis Brøðrasamkomuni kunnu jú sleppa frá at gjalda kirkjuskatt, um tey ynskja tað). Ikki fyrrenn innflytarar gerast statsborgarar í nýggja landi sínum og hetta kann – um tey eisini lúka ávísar aðrar treytir – henda í fyrsta lagi eftir 9- 10 ár av fastari búseting í landinum. Men hvussu ber tað til, at útlendingar, sum hava ar­­beiði um boðið - og sum arbeiðsgevarin fegin vil hava til arbeiðis – verða vístir av landinum? Hví skal tað ikki Skulu útlendingar bert vera “bundnir trælir“ uttan rættartrygd? Framhald á síðu 12