Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 244 - 20. desember 2005 Ì kjalarvørrinum á nógvu umrøðuni av konserttiltaki á Kambsdali í vikuskiftinum verður staðfest, at stórur tørvur er á konserthøli í høvuðsstaðnum við nútímans ljós- og ljóðútgerð. Hóast vit eiga vælegnað høli til konsertir, eitt nú Norð­ ur­landahúsið og Mentanarhúsið í Fuglafirði, so má ásannast, at ungdóminum og tónleikinum tørva eina veruliga konserthøll í høvuðsstaðnum. Tá hugsað verður um ta menning, sum hevur verið og er innan tónleik og tónleikalívið og tann áhuga, sum ungdómurin vísir hesum útviklingi, so er tað undranarvert, at myndugleikarnir í landsins størstu kommunu umboðandi ein stóran part av landsins ungdómi, ikki hava gjørt eitt nútímans konsertstað til part av sínum ungdóms- og tónleikapolitikki. Vit síggja, hvussu ítróttarhallir, samkomuhús o.a. spíra alla staðni. Men vit hava lyndi til at gloyma tann partin av ungdóminum, sum hvørki fer til ítrótt ella á møti. Havnin er vorðin so mikið stór, at býurin átti at havt eini verulig ungdóms- og mentanarhús, sum eis­ini kundu hýst eini stórari og nútímans konserthøll umframt venj­ ingarhølum. Tá sluppu vit undan at skipa fyri slíkum kon­sertum í skúlagørðum og í ítrótt­arhøllum kring landið. Og tá fingu vit skipað viðurskifti. Alt gott at siga um tey mongu tiltøk og støð, sum hýsa ungdómi og tónleiki. Her verður so fyrst og fremst hugsað um Margarinefabriksbygningin, har tónleikaglaði ungdómurin roynir at húsast sum frægast. Spurningurin er bara, hvussu leingi vit kunnu halda fram við at bjóða bæði teimum ungu og teimum góðu fólkum, sum taka sær av teimum ungu tónleikarunum, halda teimum til og eru við til at menna teirra tón­leika­ evni, slíkar umstøður. Tað skal vera okkara inniliga áheitan á myndugleikarnar í høvuðsstaðnum um at taka upp spurningin um eitt ungdóms- og mentanarhús, ið eisini kann hýsa hølum hjá ungdóminum at venja tónleik í og eini konserthøll, í størsta álvara. Tey ungu, áhugafeløg, tónleikalærarar og onnur royna at gera vart við hesi viðurskifti, men tað er líkasum at politikararnir ikki geva hesum nóg nógv gætur. Latið okkum tí í felag taka eitt tak fyri at fáa ungdóminum í høvuðsstaðnum og teimum mongu, sum skjótt og lætt kunnu koma til Havnar, nú vegakervið er so nógv útbygt, eitt fysiskt umhvørvi, har tey kunnu koma saman til gaman og álvara - við tónleikinum sum bæði íblástrarkeldu og drívmegi. Latið okkum tí eisini fáa nakað konstruktivt burtur úr tí óhepnu støðu, sum tey ungu komu í, tá tey leitaðu sær til jólakonsert á Kambsdali. DAGSINS MEINING Sosialurin Ungdóminum tørvar konserthøll VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Mads A Hansen 240 Skopun Nú blívur tað alt meira og meira veruligt, at vit fáa undursjóvartunnulin til Sandoynna, og harvið møguleikarnir við at økja títt­leikan av Sandi til Suð­uroynna við Smyrli. Uppskotið hjá Arnfinni Kallsberg er kærkomið. Um uppskotið vinnur frama, kemur nevniligani kostn­aðurin og harvið kapp­ ingarførið hjá Sandoynni og Suðuroynni o. ø. at verða meira rættvíst. Sum er nú, skulu vit sumreisa til meginøkið at arbeiða upp til fleiri tímar dagliga fyri ferðing + at tað ofta er neiðugt við kost og logi omaná, so tað er ógvuliga tungt hjá virkjum, handverkarum o. ø. at kappast, tá arbeiðir verða útboðin á meginøkinum. Annars verður ógvuliga spennandi at frætta, hvat seismikkurin staðfestur. Um tað eydnast at leggja tunnulin, sum ætlað, verð­ ur tunnulin umleið 9 km, og vegagerðin verður mini­ mal. Sandoyingar og Suðuroyingar, nú nærkast Suðurleiðin Hjalmar N. Poulsen Okkara »fyrimyndarligi« for­ sprákari innan lógarverkið, fyrrverandi politistur og sýslumaður í farloyvi, breyt ferðslulógina við at renna á ein annan bil aftan á at hava koyrt yvir hávatenn og harvið brotið treytaðu víkiskildu sína, »gloymdi« at boða løgregluni frá óhepna tilburðinum. Hetta er sera mannminkandi, og tað er undir alt lágmark, at hann aftan á hetta skal hava fingið sersømdir, tá eftirfylgjandi rættarsøkn fór fram. Hevði tað verið onkur annar talan var um, hevði slíkt aldri komið fyri. Viðkomandi framferð er sera illoyal fyri almenningin sum heild og mannminkandi fyri fútagreipuna, so tað forslær. Og sigast kann við góðari samvitsku, at slíkt sanniliga luktar av hákorruptión. Men kráka lívgar best um unga sín - og soleiðis verður ofta tikið til. Kráka lívgar best um unga sín Sámal Petur í Grund Landsnevndarformaður sjálvstýrisfloksins Fjølmiðlarnir hava hesar seinastu dagarnar ført fram, at tað er ófriður í Sjálvstýrisflokkinum. Og at hesin ófriður stendst av støðutakanini til rætt­indi teirra samkyntu í sam­ felagnum. Tað er rætt, at ófriður hev­ur verið í flokkinum um hesi viðurskifti undanfarnu árini. Tí skal eg vegna lands­ nevnd floksins og sam­ svarandi landsfundi floksins gera greitt, at vit ikki meta hetta vera eitt mál sum floksstøða skal takast til. Hvørki landsnevnd ella landsfundur floksins metir, at flokkurin eigur at taka støðu vegna limirnar í hesum viðkvæma máli. Allir limir og harvið eisini tinglimur floksins, eru í hesum máli frítt stillaðir, eins og tað er í øðrum flokk­ um á tingi. Við ynski um eini Gleðilig Jól. Ófriðurin í Sjálvstýrisflokkinum