týsdagur 20. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 20. desember 2005
9
Herfyri kom sjeyndi
Skipalistin í røðini, og
eins og undanfarin ár
er hann á tremur við
hentum upplýsingum
um høvuðsvinnuna
umframt stórum og
góðum litmyndum av
føroysku skipunum
Skipalistin 2006
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ikki kan sigast annað, enn
at Skipalistin er vorðin ein
góður felagi hjá mongum og
mest sum er vorðin fólkaogn
hjá bæði útróðrarmonnum,
skipum og reiðaríum eins
og almennum stovnum og
privatum fyritøkum. Eis
ini uttanlands er áhugi fyri
bókini, har fólk og stovnar,
ið hava vinnuligt tilknýti til
Føroyar, nýta Skipalistan í
teirra arbeiði.
Dagførdur og álitandi
Tað sæst rættiliga týðiliga, at
nógv arbeiði liggur aftanfyri,
áðrenn árligi Skipalistin
endaliga er greiddur úr
hondum. Ernst Olsen, sum
saman við Magna Olsen
ritstjórnar útgávuni, sigur,
at stórur dentur verður
lagdur á, at allar tær túsund
tals upplýsingarnar í Skipa
listanum eru rættar, og nógvar
dagføringar tí verða gjørdar
til hvørja útgávu. Til tess at
tryggja at upplýsingarnar
eru so rættar sum til ber,
samstarvar Skipalistin við
avvarandi stovnar og mynd
ugleikar, umframt at skipa-
og bátaeigarar hvørt ár senda
rættingar inn.
Væl umtókt
myndatilfar
Tætta
samstarvið
við
myndamenn ymsa staðni í
Føroyum hevur við sær, at
nýggjar, góðar litmyndir av
føroysku skipunum altíð eru
í bókini. Hetta við góðum
og nýggjum myndum saman
við dagførdum upplýsingum
um skipini, er vorðið eitt eyð
kenni hjá Skipalistanum og
hevur gjørt hann sera væl
umtóktan millum bæði tey
ungu og eldru, sigur Ernst.
Til dømis er tað heilt vanligt,
at síggja Skipalistan liggja
frammi á Ellis- og røktar
heimum, har uppilagstir
sjómenn framvegis vilja
fylgja við tí nýggjasta, sum
hendir innan fiskiflotan.
Í Skipalistanum 2006 eru
dagførdar
upplýsingar
og myndir av føroyskum
skipum úr 12 bruttotonsum
og uppeftir eins og upplýs
ingar um bátar millum 4
og 12 bruttotons. Eisini eru
umfatandi leitiyvirlit, so til
ber at finna okkurt ávíst skip
útfrá ymiskum leitorðum,
eitt nú eftir eigara, stødd,
maskinorku o.ø..
Lógarkravdur før
oyskur álmanakki
Ein av aðaltáttunum í
Skipalistanum er føroyski
álmanakkin, sum sambært
løgtingslóg um bjargingar
útgerð er krav umborð á
bátum undir 20 bruttotons.
Tað merkir, at bókin lýkur
lógarkrøvini um føroyskan
álmannakka. Hjá útróðrar
monnum eru neyvar upplýs
ingar um streymviðurskiftini
alneyðug. Í Skipalistanum er
alt tilfarið savnað á einum
stað, og í bókini eru bæði
streymtalvur, streymkort og
tíðir fyri vestfalls- og eyst
fallskyrrindi umframt brodd
arnar.
Fríðka
uppseting
Yvirhøvur er fríðkað um
uppsetingina av innihald
inum í Skipalistanum í ár,
og sum heild er innihaldið
væl skipað og uppsett. Frá
merki eru uttast á síðunum,
sum gera tað lættari at finna
ávísar partar av bókini, og
sum nakað nýtt er eitt bóka
merki við ymsum enskum
heitum lagt inn í bókina.
Umframt upplýsingar um
skip og bátar er eisini hópin av
øðrum upplýsingum í bókini.
Eitt nú kann nevnast radio-
og samskiftisviðurskifti,
neyðarkall, bráfangishjálp,
signalfløgg, vitar í Føroyum,
djóralívið á ymiskum tungu
málum, havstreymar, ætt
irnar, almennar upplýsingar
um veður, mát og vekt,
føroyski
róðrarbáturin,
grindahvalurin og mangt
annað. Eisini eru hagtøl, ið
á ymsan hátt lýsa føroysku
fiskivinnuna. Seinast í
bókini eru upplýsingar
um havnir í Føroyum, ali
vinnuna og oljuvinnuna
umframt lógarsavn við
viðkomandi
lógum.
Umfatandi innihaldið er av
markað til tað, sum hevur at
gera við skip og sjógv. Hetta
metir Ernst Olsen avgjørt
vera eina styrki við útgáv
uni, tí heldur enn at gera
eitt sindur burtur úr nógv
um, verður í Skipalistanum
gjørt nógv burtur úr tí, sum
er veruliga viðkomandi hjá
brúkarunum.
Skipalistin er
vorðin fólkaogn
Nevndin
viðvíkjandi
øktum
kvinnu
leikluti í
politikki
er vald
Fýra mans og seks
kvinnur skulu
fram til ársskiftið
2007/08 virka
fyri, at tað verður
eitt javnari býti
millum kynini, har
politiskar avgerðir
verða tiknar.
Lisbeth L. Petersen
er forkvinna í
nevndini
JAVNSTØÐA
Eirikur Lindenskov
Landsstýrismaðurin í
javnstøðumálum, Hans
Pauli Strøm, hevur valt
nevndina, sum hevur til
endamáls at slóða fyri
einum javnari kynsbýti
har, politiskar avgerðir
verða tiknar.
Arbeiðið hjá nevndini
fer at fevna um tiltøk,
sum skulu gera fólk
varug við týdningin av
einum javnari kynsbýti,
har politiskar avgerðir
verða tiknar. Tiltøkini
kunnu vera upplýsing,
lýsingarátøk, undirvísing
og útgávur av ymsum
kunnandi tilfari.
Hans Pauli Strøm vónar,
at arbeiðið hjá nevndini
fer at hava við sær, at talið
av kvinnum á Løgtingi og
í kommunustýrum økist,
og at umboðanin fer at
samsvara við umboð
anina í hinum Norð
urlondunum.
Um ársskiftið 2007/
2008 skal nevndin handa
landsstýrismanninum
eina frágreiðing um virk
semið og tilmæli um,
hvussu framhaldandi
eigur at verða arbeitt fyri
at fremja javnstøðu, har
politiskar avgerðir verða
tiknar.
Lisbeth L. Petersen
er vald sum forkvinna í
nevndini.
Tey, ið mannað nevnd
ina eru:
Lisbeth L. Petersen, for
kvinna,
John Johannessen
Inga Dahl
Annleyg Lamhauge
Sólfríð Fjallsbak
Hjørdis Háberg Petersen
Kári á Rógvi
Bergtóra Hanusardóttir
Eyðun Christiansen
Steinbjørn Jacobsen
Við hesum verður sagt
frá, at fráboðan er komin
frá Dansk Cøliakiforening
um, at Kellog’s Cornflakes,
Kellog’s Frosties og Kellog’s
Frosties við 1/3 minni sukur
ikki longur kann roknast upp
í tey glutenfríu.
Men tað finst eitt slag av
cornflakes frá Urtekram,
sum er gjørt bara úr majs og
majsmalti. Møguliga finnast
onnur sløg av cornflakes,
sum er gjørt við majsmalt.
So um ætlanin er at gera
cornflakeskøkur á jólum, so
verður mælt til at nýta eitt
nú Urtekram cornflakes ella
Rice Crispies ella Coco Pops,
hesu bæði seinnu innihalda
langt undir markinum av
hvat kann vera í av malt
ekstrakt, sigur Mariann Pat
ursson, kostráðgevi á Lands
sjúkrahúsinum.
Sjá nærri á www.coeliaki.
dk
Cornflakes ikki glutenfrítt
Tað er ein avgjørd styrki við Skipalistanum at innihaldið avmarkar seg til tað, sum hevur við skip
og sjógv at gera, heldur Ernst Olsen, ritstjóri
Í dag frá kl. 18.00 til
19.00 skriva Pipar & Salt
á sína nýggju DVD í fløgu
handlinum hjá HCW Tórgarð
í Gongugøtuni í Havn.
Og í morgin, mikudagin,
verður skrivað í Leikalund í
Klaksvík. Tað verður frá kl.
19.00 til kl. 20.00.
Umframt at fáa skrivað
á DVD’ina, ber til at skifta
nøkur orð við Pipar & Salt
um lívið
nud
Pipar & Salt skriva á DVD’ir