Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 244 - 20. desember 2005 - Hetta má metast at vera eitt tað størsta framstigið fyri sjúkra­røktarfakið í Føroyum, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felag­num Føroyskir Sjúkra­ røktafrøðingar, nú nýggja bachelor­ útbúgvingin formliga verður partur av lærdum háskúla Útbúgving Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Frá 1. januar 2006 verður Sjúkrafrøktarfrøðiskúli Før­oya skipaður sum part­ ur av Fróðskaparsetur Før­ oya. Jana H. Dalsgaard dyl­ur ikki yvir, at hetta er ein formlig staðfesting av størsta framstigi fyri sjúkra­ røktarfakið í Føroy­um í nýggjari tíð, tá útbúgvingin varð lyft upp á akademiskt stig í 2003. Fyrstu næming­ arnir á nýggju útbúgvingini verða lidnir í februar 2007, og verða tey tá samstundis tey fyrstu, sum standa við einum føroyskum bachelorprógvi í sjúkrarøkt í hondini. Skúladømi Nýggja føroyska sjúkra­røkt­ ar­frøði­útbúgvingin er ikki bara eitt stórt framstig fyri fakið, men eisini eitt skúla­ dømi um, at tað loysir seg at halda eitt vakið eyga við tí, sum hendir í londunum rundan um okkum. Gamla sjúkra­systra­útbúgvingin var eitt kopi av tí donsku útbúgvingini, og tá hendan skuldi broytast, varð greitt, at hetta eisini kom at hava avleiðingar fyri føroysku út­búgvingina. Arbeiðið við at broyta donsku útbúgvingina tók rætti­liga tíðliga eina heldur óhepna gongd. Úrslitið varð, at danir í dag standa við eini sokallaðari professións- bachelor­útbúgving uttan møguleika fyri beinleiðis víð­ari lestri. - Vit vildu tryggju okkum, at tað sama ikki hendi í Føroyum. Tí settu vit okkum frá fyrsta degi sum mál at fáa eina reina bachelor­út­ búgving, sum gevur gransk­ ingarførleika umframt møgu­ leika fyri at fara beinleiðis undir víðari lestur til hægri útbúgvingarstig, sigur Jana, sum frá byrjan hevur verið við í arbeiðinum at áseta innihaldið í nýggju út­búgvingini, ið byrjaði í 2001. Nú føroyska sjúkra­røktar­ frøði­útbúgvingin hevur fingið bachelor­heiti, minnir hon mest um ta íslendsku útbúgvingina. Hetta er bara at fegnast um, heldur Jana, havandi í huga at Ís­land longi hevur gingið á odda í arbeiðinum at lyfta sjúkrarøktina upp á eitt aka­ demiskt støði og á fleiri mát­ ar er vorðið ein fyrimynd fyri onnur Norðurlond. Vitan nærri sjúklinginum Sambært Janu er eitt tað størsta framstigið við nýggju útbúgvingini, at hon gev­ur munandi meir rúm fyri vís­ unda­ligari gransk­ing. Mill­ um tey ymsu gransk­­ingar­ økini nevnir hon eldra­røkt­ ina, sum eftir henn­ara tykki átti at verið tað fyrsta, sum fær ágóðan av nýggju gransk­ ingar­­møgu­leikun­um. - Tað er ongin loyna, at eldraøkið í Føroyum hevur verið eftirbátur, tá tað ræður um at tilogna sær nýggja fak­liga vitan, og tí hava vit raðfest hetta økið serliga frammaliga. Aðalmálið vil altíð verða, at granskingin fyrst og fremst kemur tí ein­­­staka sjúk­linginum til góð­­ar, við tað at hon betrar um sjúkra­røktina. Eis­ini sam­felagsliga fær gransk­ ingin stóran týdning í tann mun, at nýggj vitan jú hev­ ur ein týdningarmiklan fyri­byrgjandi leiklut, sigur Jana. Hon vísir í hesum sam­ bandi til eina stóra ameri­ kanska kanning, sum týði­ liga staðfestir neyva saman­ hangin millum fakliga støð­ ið á sjúkrarøktini og sjúku­ gongdina hjá sjúklinginum. Sambært kanningini er tað als ongin ivi um, at eitt høgt fak­ligt støði hevur við sær betri sjúkarrøkt, færri kom­plikatiónir, styttri inn­leggingartíð og í síðsta enda eitt hægri yvir­ livingarprosent. Jana ivast ikki í, at hetta millum annað er prógv um, at eitt hægri fakligt støði fyri­ myndarliga hevur við sær, at teori og praksis í størri mun verða samantvinnað. - Onkur hevur fýlst á, at við at lyfta sjúkra­røktar­frøðina á eitt akademiskt støði verður hon samstundis flutt longur burtur frá dagligu sjúkra­ røktini. Heldur tvørtur­ímóti er tað júst tankin, at økta vitanin verður flutt nærri at sjúkrasongini, har hon kemur tí einstaka sjúklinginum til góðar, sigur Jana. Løn og praktikkpláss Nú sjúkra­røktar­frøði­út­búgv­ ingin er lyft upp bachelor- støði, hevur tað eisini við sær, at lønarlagið má skip­ ast øðrvísi. Jana hevur ta greiðu fatan, at eitt hægri útbúgvingar­stig eigur at hava við sær, at lønin hækkar sam­ sam­svarandi, og verður hetta tí ein av aðal­spurningunum í komandi lønarsamráðingum. Arbeiðið við at broyta lønar­ viður­skiftini er tó longu byrj­að, við tað at tey les­andi ikki longur fáa løn, men lestrar­stuðul í lestrar­tíðini, samstundis sum byrjunar­ lønin hjá sjúkra­­røktar­­frøð­ ingum er hækkað. Fakfelagið hevur longu tryggjað sær, at tey við kandidat- og master­ útbúgvingum verða lønt sambært hóskandi kandi­ dat lønar­stiga. Gongst sum ætlað, verða nýggju sjúkra­ røktar­frøð­ingarnir eis­ini umfataðir av hesum lønar­ stiga. Ein annar praktiskur spurn­ ingur, sum felagið arbeiðir við í løtuni, er at tryggja sær, at praktikk­plássini kunnu góðkennast av sjúkra­røktar­ frøði­skúlanum. Hækkaða støði á útbúgvingini hevur, sum vera man, við sær, at leiðslan á praktikk­plássinum í minsta lagi hevur eitt til­ svarandi útbúgvingar­støði. Sum er, sær hetta út til at kunna geva trupulleikar á ávís­um stovnum innan sjúkra­røktina í Føroyum, og verður hetta tí ein spurningur, fakfelagið fer at taka upp við avvarðandi útbúgvingar­myndugleika í næstum. Súsanna Mortensen, rektari á Sjúkra­røktar­ frøði­skúla­num, stúrir ikki fyri, at broytingin í útbúgvingini fer at skapa fakligan skilna millum sjúkra­røktar­ frøðingar. - Mest sannlíkt er tað, at hetta skiftið fer at skapa eitt mennandi kjak og eitt nýtt forvitni kring fakið, heldur Súsanna Úbúgving Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Síðani nýggja bachelor­út­ búgvingin í sjúkrarøktarfrøði gjørdist veruleiki, hevur hetta sett munandi størri og øðrvísi krøv til bæði undirvísarar og námsfrøðiligu tilgongdina til fakið. Súsanna Mortensen er rektari á skúlanum og hevur millum annað námsfrøðiligu ábyrgdina av útbúgvingini um hendi. Størri tilvitan At lyfta ein yrkisútbúgving upp á akademiskt støði, er ikki nakað, sum hendir frá degi til dags. Hetta hev­ ur verið ein lang til­gongd, og enn eru nógvar menn­ ingaruppgávur eftir at loysa. Súsanna Mortensen er tó stak væl nøgd við tey úrslit, sum eru rokkin og royndirnar við nýggju útbúgvingini higartil. Allir lærararnir hava nú neyðugu master- ella kandi­datútbúgvingarnar, og næm­ingarnir hava verið skjótir at laga seg til nýggju frálæruna. - Vit sóu rættiliga skjótt, at nýggja akadem­iska til­ gongdin til fak­ið end­ur­ speglaðist í upp­gávu­num, sum næmingarnir lótu inn. Tað er heilt týðiligt, at næm­ingarnir nú fyrihalda seg munandi meir tilvita til tað vísundaástøðið, sum útbúgvingin byggir á, og at háttalagið er vorðið meir akademiskt, sigur Súsanna. Hon leggur afturat, at sagt á ein hátt ‘fáa’ næmingarnir ikki longur útbúgvingina, men ‘taka’ hana nettupp út frá øktu tilvitanini um, hvussu tú tilognar tær nýggja vitan. Hendan til­ gongd tykist eisini verða meir í tráð við væntaninar og krøvini hjá nútímans lesandi, heldur Súsanna, sum kann staðfesta, at hækkaða støðið í øllum førum ikki hevur rætt næmingar frá at søkja á skúlan. Ikki færri enn 61 umsóknir vóru til tey 22 plássini í flokkinum, sum byrjar í februar 2006. Stúrir ikki fyri fakligum skilnaði Hóast broytingin í út­búgv­ ingini er stór, stúrir Susanna ikki fyri, at hetta fer at skapa fakligan skilna millum sjúkra­ røktarfrøðingar við gomlu og nýggju útbúgvingini. - Tað vísir seg, at tað, sum ofta hendir millum starvsfólk í einum slíkum skifti, er at eitt kjak uppstendir um, hví man ger, sum man ger. Hetta kann bara verða mennandi og fer uttan iva at skapa eitt størri forvitni kring fakið frá báðum síðum, sigur Súsanna. Hon leggur afturat, at vit eiga at ansa eftir, at vit ikki undirmeta virði á teimum drúgvu royndum, sum eldri sjúkarrøktarfrøðingar hava fram um onnur. - Vit kenna øll tann væl­ kvali­fiseraða praktikarin. Slík­ar hava vit nógvar av inn­an sjúkrarøktarfrøðina í Føroyum. Uttan iva hev­ ur hetta eisini gjørt sítt til, at føroyskir sjúkra­røktar­ frøð­ingar eru so nógv eftir­ spurdir aðrastaðni. Tær hava nevniliga ikki bara eina sera breiða vitan, men eru heldur ikki bangnar fyri at handla, sigur Súsanna. Í løtuni verður arbeitt við at skipa ymisk endurút­ búgvingartilboð til tey, ið hava tikið útbúgvingina eftir gomlu skipanini. Enn er alt ikki komið uppá pláss, men gongst sum ætlað, verða hesi tilboð á onkran hátt tvinn­aði saman við nýggju útbúgvingina. Súsanna er ikki bangin fyri, at eldru sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki fara at halda seg fram at hesum tilboðum, tí líka síðani nýggja útbúgvingin fór í gongd, hava nógvir fyri­spurningar verið um møgu­leikan fyri dagføra gomlu útbúgvingina. Enn er tað tó ikki eitt krav, at eldru sjúkrarøktarfrøðingarnir end­ urút­búgva seg, men eitt til­ boð, sum eftir ætlan verður klárt at bjóða fram í 2007. Rektarin: Stúrir ikki fyri fakligum skilna Sjúkrarøktin á bachelor-stig: Sjúklingurin verður vinnarin - Hækkaða fakliga støðið á útbúgvingini eigur fyrst og fremst at koma tí einstaka sjúklinginum til góðar, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkra­røktar­ frøðingar, nú Sjúkra­røktar­frøði­skúli Føroya verður partur av Fróð­skapar­setur Føroya - Hækkaða fakliga støðið á útbúgvingini eigur fyrst og fremst at koma tí einstaka sjúklinginum til góðar, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkra­ røktar­frøðingar, nú Sjúkra­ røktar­frøði­skúli Føroya verður partur av Fróð­skapar­setur Føroya