týsdagur 20. desember 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 20. desember 2005
7
Ynski eru frammi
um 14 tunlar ymsa
staðni í Føroyum,
fleiri av hesum eru
partar av samlaðari
samferðsluætlan, ið
Landsverk ætlar at
hava lidna um árslok
2006
Samferðsla
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Arbeiðið við eini samlaðari
samferðsluætlan fyri Før
oyar
verður
væntandi
liðugt um árslok 2006,
svaraði Landstýrismaðurin
í Vinnumálum Bjarni Djur
holm í fyrispurningi frá Heidi
Petersen løgtingskvinnu í
tinginum fríggjadagin. Hann
vísti samstundis á, at ynski
vóru frammi um 12 tunnlar
ymsa staðni í Føroyum, men
Sosialurin veit um tveir
aðrar, ið Landstýrismaðurin
ikki nevndi.
Heidi Petersen fregnaðist
eftir samferðsluætlanini, tí
skjótt eru tvey ár fráliðin,
síðan Vestmanna kommuna
sendi uppskot um tunnil
millum Vestmanna og Leyn
ar til Landstýrið, og svarið
var tá, at Landsverk arbeiddi
við eini samferðsluætlan
fyri alt landið, og at hesin
tunnil varð viðgjørdur í hesi
ætlan.
Landstýrismaðurin
í
Vinnumálum Bjarni Djur
holm gjørdi vart við, at
ynskini um nýggjar tunlar
eru nógv kring landið.
Umframt Vestmannatunnilin
kunnu nevnast tunnil til Fámj
ins, Dals, Saksunar, Tjørnu
víkar, Gjáar, Viðareiðis,
millum Skálabotn og Gøtu
dal/Kambsdal og undir
sjóvartunnil til Sandoynna.
Harumframt
er
eisini
ynski um nýggjan tunnil
til Hvalbiar, Sandvíkar og
norður um Fjall á Borðoynni,
umframt at aðrir tunlar hava
dagføring fyri neyðini.
Afturat hesum tunlum
kunnu vit nevna tunnilin
undir Leirvík, og nýggjasta
hugskotið hjá býráðnum
í Havn, um tunnil undir
Havnina.
Heidi Petersen vísti á,
at teljingar hjá Landsverki
vísa, at í 2004 koyrdu 1016
akfør um samdøgrið til
og úr Vestmanna. Meðan
1015 akfør koyrdu til og úr
Vágunum um samdøgrið í
sama tíðarskeiði.
Í fyrispurninginum sigur
tingkvinnan »Høgareyn
er ikki altíð so tespiligt
í hálku og kavarokið hjá
vanliga arbeiðsfólkinum,
men heldur ikki hjá stóru
trailarunum, sum flyta
ferskan fisk til virkingar
aðrastaðnis í landinum, og
ikki minst flyta alla tann
liðugt virkaða fiskin úr
Vestmanna til Havnar til
avskipingar, bara hesin
seinni parturin er um 6000
tons og ferski fiskurin til
og úr Vestmanna er kanska
eini 3000 - 4000 tons afturat.
Eisini vil henda íløga føra
við sær minnið viðlíkahald,
bæði tá hugsað verður um
asfaltering, kavarudding
og vanligt viðlíkahald ann
ars.«
Landstýrismaðurin dugdi
ikki at siga hvørja raðfesting
Vestmannatunnilin hevði í
samferðsluætlanini, men
metingar vístu, at tunnilin
væntandi fer at kosta um
300 milliónir.
Heidi Petersen undrast á
at arbeiðið við at gera sam
ferðsluætlanina skal taka
trý ár.
Føroyingafelagið í Århus
hevur seinastu tíðina
arbeitt við at útvegað sær
eina nýggja heimasíðu.
Gamla heimasíðan hevur
verið felagnum hent, og
hevur so avgjørt verið við
til at menna felagið.
Síðan hevur verið eitt
bindilið millum limir
og felag, av tí sama
koma limirnir tættari fel
agnum, og í framtíðini
verður heimasíðan enn
meira umráðandi lutur
í virkseminum hjá fel
agnum.
Felagið
vónar
at
nýggja heimasíðan fer at
roynast líka væl sum tann
gamla. Ein fyrimunur við
nýggju síðuni er, at hon
er munandi lættari at dag
føra, og hetta skuldi helst
merkt at síðan gerst enn
meira virkin.
Enn er heimasíðan ikki
heilt liðug, eitt nú eru
myndasøvnini ikki tøk
enn, men hetta verður vón
andi klárt fyrst í komandi
ári
Vitja hana á
www.aarstova.dk
Í sjónarmiði í
blaðnum í gjár
fanst Martin Næs at
mentanarpolitikk
inum hjá landinum
Bókasavn
Jákup Mørk
Millum annað fanst Martin
at, at landsmyndugleikarnir
nú hava broytt fíggingar
mynstrið til rakstur av
bókasøvnum, soleiðis at
gjaldsprosentið hjá landin
um nú verður 40% heldur
enn tey 60%, sum áður hevur
verið galdandi.
Samstundis stendur landið
framvegis við 60% av gjald
inum til skúlabókasavn, og tí
heldur Martin, at hetta er tað
sama sum at avhøvda fólka
bókasøvnini. -Hvør fer at
opna eitt fólkabókasavn, har
landið rindar 40% av rakstr
inum, tá tey samstundis
vita, at eitt skúlabókasavn
fær 60% endurgoldið frá
landinum, spyr Martin.
Órímiligt mótvegis
kommununum
Og hesum er Jógvan við
Keldu púrasta samdur. Fyrr
verandi landsstýrismaðurin í
innlendismálum, sum eisini
hevur drúgvar royndir sum
borgarstjóri, er sera harmur
um viðgerðina, sum málið
hevur fingið.
- Tað ber ikki til, at vit
bara flyta øki yvir á komm
unurnar, tá landið skal
spara. Hetta havi eg víst á
í landstýrinum, tá málið
var til viðgerðar, og eg havi
eisini víst á hetta undir ting
viðgerðini.
Men í greinini sigur
Martin, at málið varð sam
tykt uttan viðmerkingar til
3. viðgerð.
- Tað er rætt. Men tað er
sum so óvanligt, at stórvegis
viðmerkingar verða gjørdar,
tá málið er komið somikið
langt. Undir 2. viðgerð
fanst eg at leistinum, sum
hetta varð gjørt eftir, og
hóast avgerðin nú er tikin,
so eri eg framvegis ímóti
henni, staðfestir Jógvan við
Keldu.
At enda sigur hann, at
hann sum so ikki er ímóti, at
bókasavnsøkið verður flutt
yvir á kommunurnar.
- Men tað krevur, at
nakrar fortreytir eru upp á
pláss, áðrenn hetta verður
gjørt. Í mínum hugaheimi,
so koma vit ikki at megna
at hava bókasavn í hvørjari
bygd. Men klára vit at hava
nakrar størri kommunalar
eindir, sum kunnu taka økið
á seg, so er tað eitt annað
mál. Tá hava vit nakrar
eindir, sum veruliga megna
at lyfta uppgávuna, og so er
støðan jú ein heilt onnur,
sigur Jógvan við Keldu at
enda.
Hetta er áttanda blað í
ár, og snýr seg fyrst og
fremst um jólini. Her eru
t.d. jólabarnasíðir, ein
jólaheilsan úr Tanzania
og tvær jólafrásagnir.
Forsíðugreinina hevur
Jákup Olsen skrivað við
evninum: »Gud flutti inn
hjá okkum«. Hetta er
eisini ein jólagrein.
nud
14 tunlar til Føroya fólk
Ætlaði tunnilin millum Vestmanna og Leynar
Jógvan er samdur
um bókasøvnini
- Tað ber ikki til, at landið bara flytir øki til kommunurnar, hvørja ferð eitt hol er
í landskassanum, heldur Jógvan við Keldu
Áarstova.dk
fingið nýtt andlit
Kirkjuligt Missiónsblað
er komið