Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 244 - 20. desember 2005 Fleiri limir hava meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum aftan á, at formaðurin í flokkinum valdi at atkvøða ímóti lógaruppskotinum um at gera tað ólógligt at gera mismum vegna kynsliga sannføring. Rokið í Sjálvstýris­ flokkinum Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Sambært Útvarpinum hava minst fimm fyrr­ver­­andi val­ evni hjá sjálv­stýris­flokkinum meldað seg úr flokkinum í sambandi við at formaðurin Kári P. Højgaard valdi at atkvøða ímóti málinum um at gera tað ólógligt at gera mismum vegna kynsliga sannføring. Serliga almenn var útmeldingin hjá Carl August Arge, ið alment segði frá um sína útmelding. Í skrivi til miðlarnar í gjár­ kvøldið vísti fyrr­ver­andi val­evnið hjá Sjálv­stýris­ flokkinum Carl August Arge aftur, at hann er farin lætt um sannleikan, tá hann í sein­ astu viku segði, at málið um rættindi hjá samkyndum ikki var nóg væl umrøtt innan­ flokks. Í útvarpinum fríggja­kvøld­ ið segði Kári P. Høj­gaard, at hann ikki skilti, at fyrrverandi limir í flokkinum funnust at, at nærum einki kjak var um eym mál í flokkinum. Hann segði, at málið um bann móti diskriminatión vegna kynsliga orientering hevur verið høvuðsevnið inn­ anflokka tvey tey seinastu árini. Carl August Arge vísir á, at flokkurin ongar útmeldingar hevur havt um hetta mál hesi seinastu árini, og tann einasta umrøðan málið hevur fingið, er komin frá limum, ið ikki longur eru limir í flokkinum. Hann sigur somuleiðis, at Kári P. Højgaard hevur roynt at tagt málið burt. Carl Augst Arge meldaði seg úr Sjálvstýrisflokkinum, aftan á at Kári P. Højgaard atkvøddi ímóti banninum ímóti at gera mismun vegna kynsliga sannføring. Terji Rasmussen um­hugsar sína støðu, og ivast í um hann skal velja at vera verandi í Sjálvstýrisflokkinum og royna at broyta flokkin, ella um hann skal melda seg út, eins og onnur fyrrverandi valevni hava gjørt Rok í Sjálvstýris­ flokkinum Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á seinasta løgtingsvali still­­aði fólkakæri sangarin Terji Rasmussen upp fyri Sjálvstýrisflokkin við m.a. slagorðinum “Samkyndur? So eri eg tín maður!”, men hóast hetta er Terji ikki eitt av fyrrverandi valevnunum hjá Sjálvstýrisflokkinum, ið hevur meldað seg úr flokk­ inum. Sambært Útvarpi Føroya hava 5 fyrrverandi valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum meld­að seg úr flokkinum aft­an á, at formaðurin Kári P. Højgaard atkvøddi ímóti banninum ímóti at gera mis­­mun vegna kynsliga sannføring. Terji sigur, at hann umhugsar sína støðu. Men ger greitt, at hann held­ur atkvøðuna hjá for­ manninum vera bæði pínliga og skomm. Terji vísir á, at antin kann hann melda seg úr flokkinum, ella kann hann vera við til at broyta flokkin innan í frá, men enn hevur hann ikki tikið endaliga støðu. Hann heldur sjálvandi, at tað er keðiligt, at atkvøður á hansara persón, verða nýttar til eina atkvøðu sum hesa, men sigur samstundis, at hann ikki var tann, ið varð valdur fyri flokkin, og tí ikki kann hann ikki gera so nógv við hetta. Hann vísir á, at felagið í Suðurstreymoy er nógv meira liberalt enn tað í Eyst­ uroynni, og vónar, at hetta felag fer at fáa um­boðan eft­ ir næsta val. Rokið í Sjálvstýrisflokkinum heldur fram Terji er enn í Sjálv­ stýrisflokkinum Terji Rasmussen fór til val við slagorðinum ”Samkyndur? So eri eg tín maður!” Aftan á at hava verið í andgletti í nakrar dagar fær formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum nú stuðul bæði úr Landsnevndini og Unga Sjálvstýrinum. Rokið í Sjálvstýris­ flokkinum Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í lesarabrøvum í bløðunum stuðla nevndarlimurin í Unga Sjálvstýrinum Dan Lam­hauge og landsnevndin í Sjálvstýrisflokkinum for­ manninum Kára P. Højgaard. Hetta kemur aftan á, at fleiri fyrrverandi valevni hjá flokki­num sambært útvarp­ inum hava meldað seg úr flokkinum. Sámal Petur í Grund sigur vegna Landsnevndina, at flokk­urin eins og aðrir flokk­ ar letur limir vera frítt still­ aðir at atkvøða eft­ir síni egnu sannføring í viðkvæmum mál­um sum hesum. “Tí skal eg vegna landsnevnd flok­sins og samsvarandi landsfundi floksins gera greitt, at vit ikki meta hetta vera eitt mál, sum floksstøða skal takast til”, skrivar Sámal Petur Grund í lesarabrævi. Dan Lamhauge nevndar­ limur í Unga Sjálvstýrinum finst hvassliga at Carl August Arge og sigur “Tað er ringur fuglur, sum drýtur í egið reiður.”. Hann kallar hann fornermaðan, og vís­ir á, at sum fyrrverandi for­ maður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag og limur í landsnevnd floksins kundi havt tikið hetta kjak upp í hesum samanhangum. Hann vísir somuleiðis á at landsfundirnir hjá flokkinum í 2003 og 2004 snúðu seg stórt sæð ikki um annað enn moralskar spurningar. Stuðul til Kára úr baklandinum Fyrrverandi formaðurinn í Sjálvstýrisflokkinum Sámal Petur í Grund sigur, at Landsnevndin ikki metur hetta vera eitt mál, ið flokstøða skal takast til. Carl August Arge vísir aftur, at hann fer lætt um sannleikan Jólanátt á fyrsta og triðja plássi Jólalagið hjá Eivør Pállsdóttir “Jólanátt” gjørdist ov stutt í kappingini um at gerast ársins jólalag í Íslandi í kapp­ ingini, ið Rás 2 skipaði fyri. Betur gekk hjá lagnum “Jólanátt” við Magnús Ingi Sveinbjörnsson hetta lagið fekk 6300 atkvøður av teimum 11400 atkvøðunum. Lagið, ið Eivør syngur saman við Langholtskórinum og gentukórinum Gratuale Nobelig, fekk 1186 atkvøður. Meðan Jólalag Köngulóarbandsins fekk góðar 3300 atkvøður á øðrum plássi.