Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 20. desember 2005  Gosvatnið í miðbýn­ um í Havnini verður nú tikið burtur, sum ein partur í eini ætlan hjá býráðnum at gera ábøtur í gongugøtuna Nú skulu stórar ábøtur gerast á gongugøtuna í Havn, heilt frá Vaglinum, niðan í Steinatún. Tórshavnar Býráð hevur játtað 1, 6 millión krónur til arbeiði. Býráðið sigur, at flísarnar í Niels Finsensgøtu eru illa farmar Men nú ábøtur skulu gerast í gøtuni, er ætlanin at gera eina 1-sporaða koyribreyt av brúgvasteinum, sum so skal enda við eini gongubreyt trimum røðum av steinum. Millum koyribreytina og gongubreytina verður skipaður ein geiri, har ljós, beinkir, ruskspannir og skeltir skulu verða. Í hesum sambandi er eisini ætlanin at taka gosvatnið á vegamótinum Sverrisgøta - Niels Finsensgøta, burtur. Harafturat er ætlanin at seta upp nýggjar lampur og beinkir av Vaglinum niðan í Steinatún. Býráðið sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast. Býráðið hevur fingið tvey tilboð inn. Articon hevði lægsta til­ boðið og ætlanin er nú at sam­ráðast við felagið um at gera arbeiðið. –áki– Nú verður táttað í við at geva undan­ taks­loyvi til at vera meistarar við føroyskum fiski­skip­ um. ístaðin verður arbeitt við at snikka eina útbúgving til, so at teir kunnu fáa pappírini í lagi Skúlatilboð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður tað ikki so lætt longur at fáa undantaksloyvi til at vera meistarar við føroyskum fiskiskipum. Tað eru nógv fiskiskip, har meistararnir sigla við undantaksloyvi, tí at teir hava ikki pappírini í lagi. Tað eru serliga par­trol­ar­ arnir og einstakir línubátar, sum hava meistarar, sum ikki hava neyðugu pappírini til at passa so stórar motorar. Veruleikin er, at ofta eru tað motorpassarar og menn við øðrum maskinútbúgvingum, sum eru meistarar við hesum skipunum. Fyri at teir hava kunn­að siglt sum meistarar, hev­ur tað verið neyðugt, at teir hava teir so fingið und­an­ taks­loyvi og tað plagdu teir at fáa. Men í hvørjum einstøkum førum skal grundgevast fyri, hví tað er neyðugt við undantaksloyvi og sam­stundis skal viðmæli fylgja við sum vísir, hví viðkomandi er førur fyri at røkja starvið. Motorpassarar kunnu passa motorar upp til 750 kilo­watt, men nú hava all­ ar­flestu skip størri motor enn tað og so krevst, at maskinmeistaraútbúgving fyri at vera umborð. Óla Hans Hammer Olsen sigur, at tað er rættiliga nógv skip, har meistararnir sigla við undantaksloyv og í nógvum førum er talan um menn, sum hava siglt í nógv ár. Nógv meiri pappír at fylla út Higartil hevur skipanin verið so, at undantaksloyvi eru givin upp til eitt hálvt ár ísenn. Men nakað síðani var hendan mannagongd kærd fyri Sjóvinnufyrisitingini og hon hevur givið boð um, at vit skulu halda upp­at at geva standandi und­antaksloyvi, sigur Óla Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum. Frá á nýggjárinum verð­ ur sostatt tann skipanin gald­andi, at tá skulu und­an­ taksloyvi fáast til vega fyri hvønn einstakan túr sær. Hann ásannar, at hetta fer at krevja nógva um­siting við sær, bæði hjá Skipaeftirlitinum, reiðarum og øllum øðrum, sum hava við hesi viðurskifti at gera. – Men eru ikki skikkaðir meistarar, mugu vit geva und­ antaksloyvi, tí skipini kunnu ikki liggja av hesi orsøk. Vilja ikki sleppa upp á fjall Stjórin á Skipaeftirlitinum sigur, at tað er kortini ikki ætlanin at sleppa teimum upp á fjall, sum nú noyðast at sigla við undantaksloyvi. Tí verður nú arbeitt við at snikka eina útbúgving til, so at teir kunnu fáa pappírini ílagi. Talan verður um eitt útbúg­ ing­artilboð, sum verður lagað til ta serligu støðu, teir hava. Talan verður um eitt slag av maskinistútbúgving. Eitt nú kann talan verða um at lata tíðina, teir hava siglt, telja sum starvsvenjing fyri at at stytta útbúgvingina. Men nær hendan útbúgv­ing­ in verður sett í verk og hvussu hon verður skipað, veit Óla Hans Hammer Ol­sen, ikki. Annars er málið eisini reist á Løgtingi, har Heidi Petersen, løgtingslimur fyri tjóðveldisflokkin, hevur spurt landsstýrið, hvat ætl­ aniner at gera fyri at fáa skil á viðurskiftunum og fyri at tryggja, at skip ikki verða løgd, tí tey ikki fáa skikkaðar maskinmenn. Eitt nú fregnast hon eftir, um ætlanin er at gera eina útbúgving, so at teir, sum nú sigla við undantaksloyvi, kunnu fáa pappírini ílagi. – Trupulleikin er, at menn við maskin­meist­ ara­útbúgving ikki støðast umborð á heimaflotanum, kanska tí at størsti parturin av arbeiðnum er at fáast við fisk, og ikki við tað sum teir eru útbúnir til. – Tí eru tað mangan bil­ mekanikarar, smiðir og motorpassarar, ið sigla eru meistarar við før­oysk­ um fiskiskipum við und­ antaksloyvi, onkur í samfull 25 ár, sigur Heidi Petersen. Úr maskinrúminum aftur á skúlabonkin – Nógvir meistarar við føroyskum fiskiskipum, hava ikki tey neyðugu prógvini og sigla tí við undantaksloyvi. Nú verður torførari at fáa undantaksloyvi, men samstundis verður arbeitt við at gera eina útbúgving, so at teir kunnu fáa pappírini ílagi Hans Pauli Olsen skal nú gera eina fimm metra høga standmynd, sum skal standa uttanfyri svimjihøllina í Havn Tórshavnar ætlar nú at fríðka økið eystanfyri høvuðsinngongina til svimjihøllina í Havn. Tað ætlar býráðið at gera við eini standmynd, sum ein av okkara fremstu myndahøggarum, Hans Pauli Olsen, skal gera. Og tað er ikki hissini standmynd, tí hon er næstan fimm metrar høg. Standmyndin hevur longu fingið heitið “kavarin” Tiltakið kostar 850.000 krónur og tað hevur býráðið samtykt at fíggja tey næstu trý árini. – áki– Stór Standmynd til svimjihøllina í Havn Fleiri grundstykki í Kollafirði Ætlanin er nú at útvega fleiri grundstykki út í Kollafirði Tórshavnar arbeiðir nú við eini ætlan um at út­vega fleiri grundstykki í Kollafirði Kollfjarðarnevndin hev­ ur víst á, at tørvur er á ein­ um 30 sethúsastykkjum í Kollafirði, men hon heitir samstundis á kommununa um at útvega áleið 50 set­ húsastykki í Kollafirði. Í fyrstu syftu arbeiðis bý­ráðið við eini ætlan um at útvega 22 grundstykki fyri at nøkta tann bráðneyðuga tørvin. Tilsamans eru hesi grundstykkini í smærri út­stykkingum oman fyri Lygnnes, Undir Homrum og við Kjalnes. Men framyvir skal eisini ar­beiðast við at útvega fleiri grundstykki norðuri í Sundunum. –áki– Býarmynd í Havnini hvørvur Gosvatnið, sum stendur á vegamótinum Niels Finsensgøta- Sverrisgøta, verður nú burturbeint – men har hevur heldur ikki onki vatn runnið í fleiri ár