týsdagur 20. desember 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 20. desember 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Tummas
Jakob Lið, Sørvági,
fer úr kapellinum á
Landssjúkrahúsinum
týsdagin 20. desember
klokkan 16. Jarðarferðin
verður úr Sørvágs kirkju
mikudagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Tummas Jakob, kunna
lata eina peningagávu
til Hjartafelagið konto í
peningastovnunum.
Páll Poulsen, Argir and
aðist í Danmark sunnu
dagin 18. desember, 48
ára gamal. Jarðarferð
in verður kunngjørd
seinni.
Joen Jacob Joensen,
Skopun andaðist á
Landssjúkrahúsinum 19.
desember, 88 ára gamal.
Farið verður úr Lands
sjúkrahúskapellinum
mikudagin
klokkan
14. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Meinhard Djurhuus,
skipari, ættaður frá
Gjógv, búsitandi í Tórs
havn, andaðist sunnu
dagin í heiminum, 77
ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju
hósdagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Meinhard kunnu lata
eina peningagávu til
Herbergi hjá Frelsunar
herinum í Tórshavn.
Andlát og jarðarferðir
Tann 22. desember verður
Doretha Jacobsen í Fugla
firði 80 ár.
Doretha er dóttir Malenu
og Hans Martin Eliasen í
Heimustovu við Gjógvará í
Fuglafirði. Hon vaks upp og
traðkaði sínar barnaskógvar
í Gjógvarátúni saman við
yngru systrini Jonu og
fosturbeiggjanum Ingvard
Eliasen. Tey høvdu eitt gott
og trygt heim. Jona fór til
Danmarkar í 1954, har hon
sum sjúkrasystranæmingur
kom til Nykøbing S og bleiv
gift við Sigvaldi Andersen
pleygara, og saman fingu
tey trý børn, Hans Olaf, og
tvíburarnar Lenu og Niels.
Jona býr enn í Danmark.
Ingvard kom í húsið at vera
sum 14 ára gamal frá ommu
og abbanum í Heimistovu,
sum hann hevði búð hjá.
Doretha fór sum flestu
ungar gentur tá í tíðini út
at tæna í fleiri húsum og at
passa konur upp. Í 1943, 44
og 45 var hon á Tvøroyri og
tænti hjá Emilju og Albert á
Sentralinum. Tað hava verið
góðir dagar hjá henni, hon
tosar altíð so nógv um tað.
18. desember 1948 giftist
Doretha við Palma, ið var
sonur Hansinu og Jóhannes
Jacobsen í Geilini í Leirvík.
Tey giftust inn í barnaheimið
hjá henni og fingu seks
børn: Hans Martin, Hansina,
Sigrun, Elibert, Lena og
Tordis.
Doretha var heimagang
andi meðan børnini vóru
smá. Í 1960 bleiv hon sjúk
av tuberklum og lá í 10 mán
aðar á Sanatoriinum í Hoy
dølum.
Palmi var sjómaður. Með
an tey eldru børnini vóru smá
seinru árini koyrdi hann olju
hjá Shell fyri pf. Haraldsen
til hann gjørdist álvarsliga
sjúkur og eftir bert tveimum
mánaðum doyði bara 51 ára
gamal 28. mars 1975. Hetta
var ein álvarsligur smeitur.
Tá var Tordis bert 4 ára
gomul.
Doretha noyddist at fara út
at arbeiða, hon fór á Ísvirkið
hjá Haraldsen og hennara
partur lá ikki eftir, røsk og
arbeiðssom sum fáur. Hvør
kennir ikki rullupylsurnar,
kjøtpylsurnar og knettini sum
hon saman við øðrum gjørdi
í nógv ár og í flakavinnuni
til tað steðgaði fyrst í 90-
unum.
Hon hevur ikki lagt stilt,
nei minni enn so. Hon ger
knettini heima við hús. Tað
fer maður av húsi hvønn
mánamorgun til Haraldsen
at keypa knettir.
Aktiv er hon í Pensionista
felagnum, gongur til Dag
tilhaldið í Luffustovu hvørja
ferð og í Felagslonina til
sjavskappingar, bingo, møt
ir væl upp og sera tíðliga.
Í september 1948 tóku for
eldrini hjá Dorethu, Lenu,
sum tá var 61 ára gomul, og
Hans Martin, tveir mánaðar
gomlu Birgit til fostur, tí
mamman, Kristina, sum var
gift við Hans Øre, doyði so
brádliga frá fýra smáum
børnum, Johnny, Eyðbjørn,
Helgi og Birgit. Birgit kom
at kalla Lenu fyri mammu,
hon var ommusystur henn
ara. Birgit var ein góð stóra
systur fyri tey seks systkini
sum vuksu upp í Gjógvará.
Doretha og Palmi tóku hana
sum sítt barn.
Sera hart tók tað henni og
okkum øllum, tá ið Birgit
so brádliga 8. apríl gjørdist
álvarsliga sjúk og bert eina
viku seinri doyði frá okk
um. So hon hevur ikki bara
fingið viðrák, nei minni enn
so. Doretha býr í dag einsa
møll í húsi, men har hava
mangan verið mong í gjøg
num árini.
Til seinast vilja vit ynskja
tær hjartaliga tillukku á 80
ára degnum og gleða okk
um at vera saman við tær,
familju, vinum og kenning
um 22. desember kl. 19.00 í
Felagslonini. Gleðilig Jól.
M.E.J.
Doretha Jacobsen 80 ár
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Meinhardt Djurhuus
skipari, ættaður frá Gjógv, búsitandi í Tórshavn
andaðist í heiminum sunnudagin 18. desember,
77 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin
22. desember kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Ragnhild, Joen Hendrik, Hans Andrias og Suni
v/ familjum
Tey, ið vilja minnast Meinhardt, kunnu geva eina peningagávu
til Herbergið hjá Frelsunarherinum í Tórshavn.
Jarðarferð
Kistan við
Tummas Jakob Lið
Sørvágur
fer av kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin 20.
desember kl. 16.00.
Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin kl.
13.00.
Tey, ið vilja minnast Tummas Jakob, kunnu lata eina peningagávu
til Hjartafelagið, konto í peningastovnunum.
Týsdagin 13. desember var
almenn móttøka á havnaskriv
stovuni í Fuglafirði í sam
band við at havnameistarin
Kristian Oluf Christiansen
gevst í sínum starvi vegna
aldur og Jón Nolsøe Olsen
tekur við tann 1. januar
2006.
Kristian Oluf Christiansen
hevur verið havnameistari
síðan 1997, og leggur
hann nú frá sær sum 67 ára
gamal. Jón Nolsøe Olsen er
46 ára gamal og útbúgvin
stýrimaður. Hann hevur
siglt sum yvirmaður í nógv
ár, serliga í Grønlandi og
í Kanada. Í løtuni er hann
søluleiðari á trolvirkinum
Vónini í Fuglafirði.
Fuglafjarðar kommuna:
Jón Nolsøe Olsen nýggjur havnameistari
1. januar 2006 tekur Jón Nolsøe Olsen (h.m.) við sum havnameistari í Fugafirði eftir at Kristian
Oluf Christiansen gevst vegna aldur
Mynd: Pætur Joensen