Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 244 - 20. desember 2005 Dagurin í morgin 21. desember. Tummasarmessa. Lærusveinurin sum fekk navnið hin vantrúni. Halgisøgan sigur, at hann boð­aði evangeliið í Indiu, og har er í hvussu so er eitt tummasarkirkjulið, sum hann sigst at hava stovnað Har eysturi sigst hann annars at hava hitt vísmenninar úr Eysturlondum. Hann var tikin av døgum, gjøgnumstungin við spjóti, og á kirkjubøstóluunum sæst hann við spjóti í hendi. Tummas merkir tvíburi, og hann verður eisini nevndur við grikska navninum Didymos. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tað kom okkum ógvuliga dátt við, tá vit fingu boðini um at Birg­it var vorðin sjúk og innløgd á Lands­ sjúkrahúsið, tað kundi ikki passa hildu vit, »hon kundi ikki verða sjúk«. Vit høvdu júst tosa við hana dagin fyri, tey vóru tá afturkomin av Danmarkarferð, har tey høvdu vitjað eldra sonin og svigardóttrina, og ommu- og abbasonin, sum hon var so ógvuliga góð við. Men tað skuldi skjótt vísa seg at vera ógvuliga álvarsamt, tí eftir stutta sjúkralegu andaðist Birgit. Birgit var dóttur Kristinu og Hans Øre í Fuglafirði, tey áttu eisini synir­ nar Johnny, Eyðbjørn og Helga. Tey vóru fyri tí hørðu lagnu at missa mammuna sum smábørn. Birgit var bert tveir mánaðir gom­ ul, tá ið mamman doyði, og omma og abbi tóku hana heim til Gjógvará, har hon vaks upp. Mamma og pápi giftust inn tveir mánaðir seinni, og fingu seks børn, og vaks Birgit upp saman við okkum systkum, og var ein av okkum. Birgit var tvey ár eldri enn eg, so vit fingu eitt sera gott og tætt til­knýti hvør til annað. Hon hevur ver­ið mær ein sera stóð stórasystir upp gjøgnum árini. Birgit var sera nærløgd, og skúlin hevði stóran týdning fyri hana. Í 1971 giftist hon við Jens Kára Vilhelm úr Havn, og eftir lokna út­­búgv­­ing í Danmark komu tey aft­ur til Før­oyar. Tey bygdu hús í Hoyvík, og har skaptu tey eitt trygt og fyrimyndarligt heim fyri seg og synirnar Hanus og Tummas. Vit hava góð minnir um gummu í Hoyvík, sum børnini kallaðu hana. Hon var altíð inni, og hurðin var altíð opin fyri okkum, tá vit komu á gátt, tað var ikki so sjáldan. Birgit var altíð tann sama, ein visti altíð hvar ein hevði hana, og var tað eitt hvørt, visti ein, at til hana kundi ein altíð koma, tí hjálpsom var hon sum fáur og sera góð í ráðum. Nú jólini nærkast, leita tankar okk­ ara til tykkum, Jens Kári, Tummas, Hanus, Anja og dreingirnar Rúna og Bartal. Vónandi fáa tit eini gleðilig jól hóast ein stólur stendur tómur. Við hesum fáu fátæksligu orðum vilja vit lýsa frið og Harrans signing yvir minnið um Birgit Vilhelm Magna, Hans Martin, Durið, Steinar og Ørvar Til minnis um Birgit Vilhelm í Hoyvík Fødd 22. juni 1948 · deyð 16. apríl 2005 Tøkk Øllum tykkum, sum mintust meg á 90 ára føðingardegnum, tann 10. november 2005, takki eg hjartaliga. Takk fyri vitjan, gávur, blómur og uppringing. Øllum, sum gjørdu tað møguligt at halda dagin, sendi eg eina serstaka tøkk. Eg ynski tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Kærar heilsur Dora Hansen, Leirvík Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gjørdu mær 80 ára føðingardagin 29. oktober so hugnaligan. Somuleiðis ynski eg øllum, familju, vinum og kenningum, eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Vinarliga Svanhild Danielsen Tórshavn Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, ið gleddu meg á 80 ára degnum. Stóra tøkk til tykkum, ið komu til Øravíkar. Tøkk fyri gávur, blómur og telegrammir og tykkum, ið ringdu. Bestu heilsur við ynskir um eini gleðilig jól og signað nýggjár. Bjarni Samuelsen, Tvøroyri Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum ið gleddu meg á 80 ára føðingardegnum 12. oktober. Eg ynski øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Blíðar heilsanir Petrea Joensen, Hósvík Tøkk Øllum tykkum, sum á ymsan hátt mintist okum á silvurbrúðleypsdegnum 9. august 2005, takka okur hjartaliga. Somuleiðis ynskja okur øllum eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár. Heilsan Jens og Jonhild Johannesen, Tvøroyri Tollaksmessudag 23. de­sember 2005 fyllir Eyð­ finn Mørk í Vági 60 ár. Eyðfinn vaks upp á Tvør­ oyri, hann er sonur Martin Berg og Hjørdis Mørk. Eyðfinn fór fyrstu ferð til sjós sum 14 ára gamal. Sjólivið varð partur av hans­ ara lívi fram til miðskeiðis í sjeytiárinum. Eftir sjólivið keypti Eyðfinn sín fyrsta lastbil frá Ova Mikkelsen sála í Vági. Eyðfinn helt áfram við lastbilavinnuni fram til fyrst í 1990-unum. Tá hann fekk starv sum bilførari á Varda Verkstaðnum á Bakka í Vági, har var hann umleið 3 ár. Seinni bleiv Eyðfinn umsjónarmaður hjá Vágs Kommunu yviri á Oyrinum í Vági, hetta starv røkti hann fram til juni 2005, tá hann fór úr starvinum vegna sjúku. Eyðfinn hevur eisini verið virkin innan lokalpolitikk. Hann hevur verið partur av Vágs býráð seinastu 20 árini. Eyðfinn er giftur við Ingi­ bjørg Mørk úr Vági, og tey eiga 8 børn, tey eru: Jens, Anja, Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni. Anja, Eyðhild, Heidi, Mortan og Rini búgva í Vági. Jens, Sonni búgva í Hvalba og Levi býr í Sønderborg í Dan­ mark. Umframt børnini eru í alt 16 abbabørn. Eyðfinn Mørk 60 ár Lesið - so eru tit við