týsdagur 20. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 244 - 20. desember 2005
UMMÆLI
tórbjørn jacobsen
Havi ongantíð verið inni
á dekkinum á Kap Farvel,
men harfyri havi eg verið
so undirdýktur í informa
tiónum um hendan fyrsta
hekkutrolaran í skipsfiski
flotanum, at eg eri rímiliga
vælvitandi um hetta søguliga
fartoyið hjá vestmenningum.
Í 1972 kom ein ungur maður
– advokatur in spe – akandi
á einum útboraðum Honda
prutli, 50 kubikk hugsi eg
vavið mundi vera, ferðin
90-95 km um tíman, oman
í Hoydalar, og tey næstu trý
árini var eg at kalla tving
silsinnlagdur til at hoyra
um hansara merittir av Fylla
Banka eystur í Hvítahavið
við skipinum, sum Birgir
Waag Høgnesen nú hevur
lagað ein varða fyri.
Vestmenningar eru ímill
um teir føroyingarnar, ið
frægast hava megnað, at
hildið fast um síni serligu
eyðkenni. Óalmindiliga
fittir at vera saman við,
púra óbefongdir av funda
mentalismu,
líkamikið
hvørjum slagið hon skuldi
verið av, gongulagið, har
fóturin ímillum hvørt fetið
fer í vinkul, upp á tá, oftast
við hondunum í reyva
lummunum og so hetta so
serliga prátingarlagið, so
seigligt, at tú oftani ivast í,
um teir ganga í tómgongd,
og um kropsførleikin er pro
portionalur við hesa serligu
drynjanina. Men stikk
denn, søgan sigur nakað
heilt annað. Í øllum teirra
virksemi, bæði á sjógvi og
á landi.
Føroyingar hava síðani
høvdingatíðina, við onkrum
smávegis sjálvta, verið pasi
fistar. Hava harvið onga
hertænastu havt. Kann tí
vera, at skipini í teimum
ymsu bygdunum hava havt
ein líknandi týðning, táið
tað ræður um at uppala
menn í lívsins harða skúla,
at disiplinera teir ígjøg
num arbeiðið, sum var lívs
neyðugt, skuldi samfelags
búskapurin hóra undan. Tað
munna vera fáir fuglfirðingar
á mínum aldri, ið ikki hava
verið ein ella fleiri túrar við
Ólavi Halga, tvørámenn
við Leivi, sørvingar við
Vesturvón, klaksvíkingar
við Kjølbro-trolarunum
ella línubátunum hjá Segl
húsmonnum. Søgan er hin
sama í Vestmanna. Hygg at
myndunum í bókini, og tú
kennir teir flestu av teimum,
ið eru komnir væl undan,
líkamikið hvat ið teir síðani
fingu sær fyri hendurnar
seinri í lívinum. Hesi skipini
høvdu, umframt leiklutin
sum inntøkukelda hjá pro
fessionellum fiskimonn
um, bygdasamfelagnum og
samfelagnum annars, ein
sera týðandi leiklut sum
skúlaskip, sum løðarsteinur
út í eitt harðbalið lív hjá
yngri monnum, líkamikið
hvørja professión teir valdu
sær sum lívsrás seinri í lívi
num.
Vestmenningar hava ligið
í broddi fylkingar tá ið um
skipavinnu ræður. Ólavur
á Heygum keypti fyrsta
trolaran til landið, Lord Al
fred Paget, í 1905, og hesin
úrmælingurin í framsøkn
var ikki heppin við landsins
fyrsta trolarakeypi. Trupul
leikarnir gjørdust ov stórir,
og hesin bræsni maður,
óræddur í sínum virki, fyri at
skipa føroyingum ein vinnu
ligan grundvøll, gjørdist
fíggjarliga so sperdur av
hesi íløgu, at hann fótaði
sær ikki aftur. Hóast hon
miseyðnaðist, so var hetta tó
ein byrjan, til eitt umfatandi
trolaralív hjá føroyingum.
Vestmenningar hava ikki
ligið á latu síðuni í so máta
síðani. Úrmælingar á brúgv, í
maskinu og á dekki. Trupult
er at nevna nøvn, skjótt er
at gloyma onkran í ferðini,
men alkendir í tí ovara ele
mentinum eru Dam-brøð
urnir, John og Jakku, Henry
Christophersen, Joen Jacob
Durhuus, Agga í Garðastovu
og tey seinru árini Aksel
Dahl-Olsen,
Tummas
Christophersen, Dánjal Ja
cobsen, Pauli Poulsen o.a.
Onkursvegna tykjast teir
at hava verið bundnir at
heimbygdini og hesi serliga
góðu havnini, ið sum ein
tann fyrsta varð góðkend til
vetrarlegu hjá skipum.
Tað kann ikki vera kom
ið serliga óvart á nakran,
táið tveir so kendir trolara
skiparar, sum Joen Jacob
og Henry, saman við øðr
um skilamonnum, fóru í
holt við at hyggja sær eftir
einum skipið, at okkurt
stórt fór at spyrjast burtur
úr. Frá barnsbeini havi eg
hoyrt um Joen Jacob, at
hann skuldi vera ímillum
teir alra grovastu, fiskaði
um kapp við Hans Paula
og Kaj í fimtiárunum, ein
legenda, ið av berari og
blektari grammheit kundi
standa í stýrhúsrútinum í
døgnavís út í eitt og Henry
sum var farin ígjøgnum alla
prosessina umborð í norsk
um trolarum, og hevði
royndirnar frá hekkutrolara
við sær, táið hann mynstraði
við Kap Farvel.
Føroyingar vóru komnir
inn í nútíðina hvat trolara
fiskiskapi viðvíkti og tað
skuldi ikki ganga long tíð
fyrrenn aðrir tóku eftir.
Erling Laksafoss, Thulesen,
Eivind Niclasen o.a.
Birgir er klaksvíkingur.
Tó býr hann í Vestmanna,
og ivaleyst fyllir Kap Far
vel, fyrsti hekkutrolarin í
landinum, so mikið nógv í
hugaheiminum, serliga hjá
vestmenningum, at hann ikki
hevur ivast í, at skipinum
átti at verða settur ein varði.
Og tað er rætt at greina tær
serligu hendingarnar, sum
í lopum hava flutt vinnuna
frameftir. Kap Farvel er ein
av hesum. Tað er lætt at gera
seg klókan í aftursjón, men
ein kann ikki annað enn taka
undir við Hendrik Old, táið
hann í bókini undrast yvir at
Portugáls trolararnir, so stutt
fyri at vestmenningar gjørdu
hetta hálið niðri í Hamburg,
ikki vórðu smíðaðir sum
hekkutrolarar.
Bókin er løgd til rættis
soleiðis, at nakað nógvir av
teimum, sum hava verið við
skipinum, hava skrivað um
sínar upplivingar frá tíðini
við Kap Farvel og frá teirra
sjólívi yvirhøvur. Hesir
epistlarnir standa ímillum
byrjanina hjá høvundanum
og endan, har trupul rannsøkn
avdúkar, hvar skipið end
aði sínar dagar. Aftast í
bókini eru avrokningar og
mynstringarlistar fyri partar
av skeiðnum, skipið var skrá
sett í Vestmanna.
Onki mannaverk er lýtar
leyst, heldur ikki hetta.
Kanska skuldi høvundurin
havt redigerað greinarnar
neyvari, sum menn hava
skrivað um sítt egna lív. Táið
fleiri av teimum hava verið
við á sama túri, slepst ikki
undan endurtøkum um ávísar
hendingar, og tað kann í ein
ávísan mun troytta lesaran.
Hinvegin er hetta ein stílur,
rithøvundurin hevur valt at
leggja seg eftir, og tað er
hann í sínum fulla rætti at
gera, vinningurin er tá, at
søgurnar eru autentiskar, í
hvussu er soleiðis sum hesir
frægu menn sjálvir hava upp
livað tær.
Tað átti at verið ein navna
listi aftast í bókini. Tað er
ósiður at geva bøkur út við
so nógvum persóns- og
skipanøvnum uttan ein lista,
har tú eftir ongari tíð kanst
leita umrøddu menninar upp
aftur.
Tað mundi vera meira sum
sjómaður dastið av lívinum
heldur enn sum maður við
skili fyri skriving, at blaðið
heitti á meg um at kaga í
hesa bókina hjá Birgiri. Fyri
mann við salti í æðrunum
eru allar bøkur um skip
og skipasøgu hugfarsligar
at taka upp í hondina. Tað
er hendan eisini. Tú hevur
beinanvegin ein varhuga
av, at tú ert staddur ímillum
hesar menninar, sum stríðast
fyri síni útkomu, taka sær av
løttum á frívaktunum, spæla
guitar, syngja, fleyga og
steikja sær ritur og havhestar
og fáa sær eina kenning táið
farið verður inn at bunkra.
Hesi seinastu árini eru tabu-
múrarnir falnir, ein fyri og
annar eftir, serliga í seinastu
skaldsøguni hjá Jóanesi Niel
sen, men merkiliga lítið
er at frætta í føroyskum
litteraturi um alternativa
sosiala felagsskapin, sum
menn komu sær í, dagarnir
táið ligið var við bryggju.
Táið tað varð bunkrað og
landað. Einaferð man onkur
rithøvundur fara at gera eitt
legg inn í teir loynistíggjarnar
eisini. Tað ger Birgir ikki.
Hetta er søgan um fyrsta
hekkutrolaran í Føroyum og
um nakrar av teimum, sum
mannaðu hetta skipið.
Bókin er verd at lesa. Hon
sigur søguna um, hvussu
nógv menn leggja fyri,
táið teir síggja áneyðina
í, at samfelagið skal eiga
vinnutól, har havsins til
feingið kann hagreiðast á
frægasta hátt fyri frægasta
marknaðarprísin. Hvussu
bygdafólkið stuðlaði sínum
framherjum á høvunum, táið
teir gingu kring bygdina og
savnaðu fíggjarorku til eina
úrmælda verkætlan sum
hesa. Hevði eg átt evnini at
skriva eina bók sum hesa,
hevði eg tó redigerað hana
dyggari og sett samrøðurnar
ella greinarnar inn í ein
felags samanhang.
Fyri allar teir sum royndu
seg á umborð á Kap Farvel,
løðarsteinurin hjá vest
menningum á mínum aldri,
og eg kenni fleiri av teimum
rættiliga væl, skilamenn, er
hetta ein trivaligur varði at
leita aftur á, í tíðini sum
kemur. Myndirnar í bókini
geva henni ein serligan
substans. Nostalgiin brúsar
upp undir skallabeinini,
táið tú sært bíløtini frá eini
tíð, sum eftirhondini er
farin at tykjast nakað fjar.
Vantandi verða teir ikki so
fáir, sum ímillum jólanna,
fara at stytta sær stundir
við bókini hjá Birgiri Waag
Høgnesen.
Løðarsteinurin hjá vestmenningum
– KAP FARVEL
Fyri allar teir, sum royndu seg umborð á Kap Farvel, løðarsteininum hjá Vestmenningum á mínum aldri, er hetta
ein trivaligur varði at eita aftur á í tíðini sum kemur, sigur Tórbjørn Jacobsen í ummæli sínum av bókini Kap
Farvel hjá Birgiri Waag Høgnesen