týsdagur 20. desember 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 20. desember 2005
17
Tryggingarfelagið
lækkar rentuna
á fígging av bæði
nýggjum og brúktum
bilum. Rentan á
lánum til nýggjar
bilar verður nú 4,25
prosent
BILFÍGGING
- Skalt tú keypa bil, so
bjóðar Tryggingarfelagið
Føroyar tær ta skjótastu og
bíligastu fíggingina á mark
naðinum. Tú fert beina leið
inn á bilasøluna, og har
fært tú lagaliga fígging og
trygging alt fyri eitt. Uttan
hóvasták.
Hetta sigur Gunnar í
Liða, forstjóri í Tryggingar
felagnum Føroyar í tíðinda
skrivi.
Tryggingarfelagið siugr,
at tey hava við sera góðum
úrsliti bjóðað bilakeyparum
fígging á staðnum. Rentan
var kappingarfør, men síðan
í summar er rentustøðið
nógv broytt. Tí hevur Trygg
ingarfelagið Føroyar gjørt
av at lækka rentuna á bil
fíggingini av bæði nýggjum
og brúktum bilum. Og tað er
ikki smávegis lækking!
Rentan til fígging av nýggj
um bilum, sum hevur verið 6
prosent, lækkar niður í 4,25
prosent.
- Tað er nógv tann lægsta
rentan á marknaðinum. Til
samanberingar er almenna
rentan hjá teimum størstu
peningastovnunum 1 og
1,35 prosent hægri, sigur
Tryggingarfelagið.
Tryggingarfelagið Føroyar
hevur eisini gjørt av at gera
fíggingina av brúktum bilum
enn lagaligari. Rentan á lán
um til brúktar bilar er frá dags
degi lækkað úr 6 prosentum
niður á 5,75 prosent.
Samstundis
lækkar
Tryggingafelagið Føroyar
kravið til útgjald og gevur
møguleika fyri eini longri
afturgjaldingartíð, so tað
gerst nógv lættari at ogna
sær ein brúktan bil.
- Tilsamans hevur Trygg
ingafelagið í dag tað besta
tilboðið til bilfígging á mark
naðinum. Í viðheftu talvuni
niðanfyri síggjast rentusatsir,
útgjald og afturgjaldingar
tíðir, sigur Gunnar í Liða,
forstjóri í Tryggingarfelagum
Føroyar.
Talva, sum vísir kravið til
útgjald í % av keypsprísinum
og afturgjaldstíð í mánað
um
Harmonikufelag Føroya
var í juli 2005 boðið til
Landsmót í Íslandi. Tað eru
harmonikufeløg í Íslandi,
sum fyrireika stevnu fyri
hamonikutónleikarum úr
Íslandi og øðrum londum í
Europa.
Stevnan er eitt vikuskifti
og varar í tríggjar dagar.
Tónlistarliga støðið er
ymiskt, heilt frá 20 ára
gamla Søren Brix, sum
er danmarksmeistari í har
monikuspæli og til okkum
føringar, sum eisini fram
førdu á stevnuni og komu
væl frá okkara framførslu.
Við góðari hjálp og fíggj
arligum stuðli frá okkara
sponsorum, sum vit hervið
vilja nýta høvi at takka
hjartaliga fyri , fóru vit við
”Norrønu” 7 juli 2005. Vit
høvdu buss við til Seydis
fjarðar, har vit vóru sera
væl móttiknir av okkara
vertum við føroyavininum
Egili á odda. Hann er leið
ari á tónleikarskúlanum á
Neskaupstaðir, ein býur við
uml. 1700 íbúgvum. Tón
leikaraskúlin er eisini fyri
grannabýirnar. Vit búðu í
skúlanum,sum hevði allar
hentleikar. Haraftrat vóru vit
bodnir heim til búgvið borð
bæði privat og av feløgum í
Neskaupstaðir.
Við bussinum varð koyrt til
tey mest áhugaverdu støðini á
Norður- og Eysturlandinum,
og hetta vóru minniligir
túrar ikki minst, tí at veðrið
var so avbera vakurt, meðan
vit vóru har, heiður himin
hvønn dag. Vit hava knýtt
vina- og tónlistabond við
grannar okkara vesturi í
hav. Eitt samstarv er við at
menna seg longu nú til gagn
fyri báðar partar.
Vert er at nevna, hvussu
nógv meira harmonikutón
leikur er frammi í Íslandi,
harmonikan verður eisini
nýtt til klassiskan tónleik,
og til ber at fáa frálæru á
tónleika konservatorium,
ið verður nevnt accordion
tónlist.
Nevnast kann, at frásøgu
maðurin á landsmótinum
var prestur í Neskaupstaðir,
og hann var ein sera hugna
ligur og skemtiligur frá
søgumaður, sum var ótøm
andi fyri smáar sera stuttligar
søgur, serliga nógvar vóru
um prestar, ella sum hann
altíð vísti á, so var tað gamla
prestin, talan var um.
Vit vóru heima aftur í Før
oyum 14. juli í øllum góðum,
eftir ein ógloymandi túr hjá
frændum okkara í Íslandi.
Vegna Harmonikufelag
Føroya
Nevndin
Ferðafrásøgn frá Harmoniku
felag Føroya
Landsins bíligasta bilfígging
Árgangur
útgjald í %
afturgj. Tíð í mðr.
2005
25
72
2004
25
60
2002
30
48
2000
35
36
1998
40
24
2005
30
84
2003
30
48
2001
30
48
1999
35
36
1997
40
24