týsdagur 20. desember 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 244 - 20. desember 2005
- Størsta avbjóðingin,
sum føroyska sam
felagið stendur fyri
beint nú, er at fáa selt
nakrar av almennu
ognunum fyri
marknaðarvirði, gjalda
skuldina niður og fáa
javnvág á fíggjarlógini,
soleiðis at vit fáa ein
sjálvberandi búskap,
sigur Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Einskiljingar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú einskiljingar nærmast er
vorðið gandaorð í politiska
kjakinum, hevur Sosialurin
vent sær til umboðið
fyri minsta flokk á tingi,
Sjálvstýrisflokkin.
Vit
hava skift orð við Kári P.
Højgaard, formann floksins,
um einskiljingarætlanir
landsstýrisins, og um hvørjar
av ætlaðu einskilingunum,
hann heldur eiga at fremjast
– og fremjast fyrst.
Kári heldur, at landsstýrið
í fyrsta lagi eigur at einskilja
Føroya Banka og Føroya
Tele, tí hetta eru fyritøkur,
sum í dag kappast undir
marknaðartreytum og eru
lættar at selja.
- Føroya Banki og Før
oya Tele eru heldur ikki
kensluliga so viðbreknar
og hava ikki eins stór árin
á vanliga gerandisdagin hjá
vanliga føroyinginum, sum
eitt nú Faroe Seafood og
Atlantic Airways hava.
Partabrøv fyri serprís
Kári vísir á, at tað enn stend
ur frískt í minninum hjá
partaeigarunum í Føroya
Banka, tá ið partabrøvini á
sinni vórðu niðurskrivað til
nærum einki, hóast fyritøkan
seinni vísti seg at vera eitt
gullegg.
- Tað er ein spurningur,
um rætt varð farið fram
móti teimum smærru parta
eigarunum í bankanum við
niðurskrivingini av parta
brøvunum til lítið og einki.
Løgtingsmaðurin heldur,
at allir føroyingar eiga at
fáa møguleikan at ogna
sær eini tvey partabrøv
í Føroya Banka á 1000
krónur til serprís, eitt nú
kurs 110 sum endurgjald
fyri niðurskrivingina.
- Landsstýrið eigur eisini
at fráboða alment, at ætlanin
er at selja meirilutan av
partabrøvunum í bankanum
á
Virðisbrævamarknaði
Føroya.
Kári P. Højgaard heldur, at
tað hevði verið ein styrki fyri
bankan, at hann hevði ein
breiðan eigaraskara, hóast
hugsandi er, at ein stórur
íleggjari keypir meirilutan.
Eigarakensla
- Tað gevur eina serliga
eigarakenslu, tá ið tú eigur
partabrøv í eini fyritøku, og
somuleiðis kann tað vera ein
dreymur einaferð at kunna
selja hesi við vinningi, tá
ið pensjónsárini eru kom
in. Hetta kundi verið eitt
íkast til pensjónina ella
dreymaferðina til sólfyltar
strendur.
Tí heldur løgtingsmaðurin,
at møguleikin skal verða hjá
vanliga føroyinginum at eiga
ella keypa fleiri partabrøv,
tá ið Føroya Banki verður
seldur.
Kári vísir á, at bankin er
yvirkapitaliseraður í mun
til bankar aðrastaðni og í
mun til kappingarneytarnar
í Føroyum.
Hann heldur, at ein møgu
leiki fyri avkapitalisering
er, at bankin keypir Húsa
lánsgrunnin ella Realin og
at peningurin, sum fæst á
henda hátt, verður brúktur
til niðurgjalding av almennu
skuldini.
Verulig virðir
fyri ognirnar
Løgtingsmaður Sjálvstýris
floksins heldur tað vera burt
ur við, at almennu Føroyar
eiga meira enn 60% av øllum
partapeningi í Føroyum.
- Her eigur ein partur
avgjørt at verða seldur priv
ata vinnulívinum.
Kári leggur tó dent á,
Politisk profilering ikki áv
- Tað er vandatekin, at
gjógvin millum tey lægru
løntu og hægri løntu veksur,
heldur Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Høgni Hansen á
Fiskamarknaði
Føroya sigur, at
trýstið á marknað
inum hevur ikki
verið so ógvuliga
stórt nú uppundir
jólahøgtíðina
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Uppboðssølan hjá Fiska
marknaði Føroya selir fram
til og við, 23. desember, og
longu 3. jóladag, 27. des
ember, letur marknaðurin
uppaftur.
Høgni Hansen á Fiska
marknaði Føroya sigur, at
trýstið á marknaðinum hevur
ikki verið so ógvuliga stórt
nú uppundir jólahøgtíðina.
- Nøkur skip eru úti enn
og fara á marknaðin fyri
jólahøgtíðina. Onnur skip
koma inn beint fyri jól og
fara á marknaðin, tá ið selt
verður aftur, 27. desember.
Hann heldur, at upsaprísur
in hevur verið heldur lægri
í seinastuni, nú so nógvur
fiskur hevur verið at fingið,
men fallið hevur ikki verið
tað stóra.
Høgni veit at siga, at
umframt partrolararnir, sum
meira at kalla burtur av veiða
upsa, hava lemmatrolarar
eisini fiskað upsa, og hetta
kemst av, at prísirnir hava
verið hampiliga góðir.
- Fiskurin er betri, og
tað eru prísirnir eisini.
Prísmunurin er stórur frá
tí, teir vóru lægstir fyrr í
hesum árinum, sigur Høgni
Hansen.
Skip selja bæði fyri og eftir jól
Fleiri skip lógu við Kósabrúnna mánamorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen