Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 20. desember 2005 19 at trygd má verða fyri, at veruliga virðið fæst fyri ognirnar. - Tað er her, at størsti óttin valdar og tað, sum higartil er hent, minkar ikki um henda ótta. Spurdur, hvørja sølu, hann sipar til, sigur løg­ tings­maðurin, at hann hugs­ ar um hendingina, tá ið Før­oyagrunnurin seldi ein stóran part av JFK-Troli. - Landsstýrið hevur eisini alment boðað frá, at ætlanin er at selja 2/3 av Atlantic Airways, og somuleiðis skal Faroe Seafood seljast. Andstøðan er fullkomiliga hildin uttanfyri, og frættir tíðindini í fjølmiðlunum. Kári heldur, at tað hevði ikki verið meira enn rímiligt, at andstøðan varð kunnað, eins og andstøðan átti at verið hoyrd í hesum málum. - Hetta eru jú almennar ognir, og tað mátti verið felags áhugi hjá okkum øllum, at rætt verður farið fram í hesum málum, heldur hann. Óneyðug profilering Kári ásannar, at neyðugt er við ávísum einskiljingum, sum hann heldur fara at vera samfelagnum at gagni. - Einskiljingar eiga ikki at vera merktar av politiskari profilering, men av semjum um felagsloysnir. Hann vísir á, at Ný Sæ­land er eitt dømi um, hvussu illa tað kann ganga við ein­ skiljingarætlanum, með­an ein av okkara nærmastu grann­um, Íslandi, veruliga hevur fingið vind í seglini við einskiljingum, sum eru ein sólskinssøga. - Okkara lutur má vera, at vit læra av mistøkunum hjá hinum og taka tær røttu avgerðirnar við opinleika, har bæði politiskir við- og mótspælarar verða tiknir upp á ráð, heldur Kári. Skulu síggjast á fíggjarlógini Løgtingsmaðurin heldur, at tað er ógvuliga týdn­ing­ ar­mikið og umráðandi, at allar útreiðslur og bindingar landskassans síggjast aftur á fíggjarlógini. Hann heldur eisini, at um ov stórur politiskur kreativitetur verður nýttur fyri at fremja íløgur – og skjótari enn ráð eru til hesar, kann hetta fáa óhepnar avleiðingar fyri samfelagið. - Tað er so stutt síðan, at vit upplivdu eitt skrædl, og tí noyðast vit at vísa varsemi, tá búskaparliga tilfeingið er so viðbrekið, sum okkara er. Vit kunnu ikki arbeiða ótálmað við útreiðslum uppi á landi, uttan samstundis at fylgja væl við primervinnuni, ið eisini skal skapa grundarlagið fyri vøkstrinum á landi. Kári vísir í hesum sam­­bandi á, at nýggj partafeløg verða stovnað fyri at halda einum stórum aktiviteti uttanfyri vanligu fíggjarlógina. - Seinasta partafelagið í so máta er Øravíkar/Hov- tunnilin. Tað er ein stórur spurningur, um hetta er rættur framferðarháttur eftir partafelagslógini, tí hesin tunnil er ein vanlig íløga í undirstøðukervið og kemur ongar inntøkur at hava. Talan verður bert um árliga innskotið frá landinum, vísir løgtingsmaðurin á. At gjalda skuld landskassans Samanumtikið heldur Kári P. Højgaard, at størsta avbjóðingin fyri framman er at fáa selt nakrar av al­mennu ognunum fyri markn­aðarvirði og nýta peningin til niðurgjalding av almennu skuldini, at fáa javnvág á fíggjarlógini og soleiðis miðja eftir einum sjálvberandi búskapi. - Eg síggi tað, sum eitt vandatekin, at gjógvin millum tær lægru og tær hægru lønirnar veksur. Um hetta heldur fram, kunnu vit veruliga fáa ein stættarmun í Føroyum, sum vit síggja tað aðrastaðni. Tá er veruligur vandi á ferð, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður. virka einskiljingar - Trygd má verða fyri, at veruliga virðið fæst fyri ognirnar, tá ið einskilt verður. Tað er her, at størsti óttin valdar og tað, higartil er hent, minkar ikki um henda ótta, heldur løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins Mynd: Vilmund Jacobsen Kári P. Højgaard heldur, at allir føroyingar eiga at fáa møguleikan at ogna sær tvey partabrøv í Føroya Banka á 1000 krónur til serprís, eitt nú kurs 110 sum endurgjald fyri niðurskrivingina í kreppuárunum. Søren Havmand, verfaðir hansara, Helgi Brekku og sonur Søren, René, fara nú at stovna felagið, Føroya Trol, sum fer undir at framleiða trol í keyptum hølum í Vestmanna Trolvirki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hann hevur drúgvar royndir í at framleiða og umvæla trol. Tað, sum hann ikki veit um trol og trolreiðskap, er neyvan vert at vita. Søren Havmand, sum sein­astu 21 árini hevur starv­ast hjá trolvirkinum, Vónini, byrjaði í frítíðini sum 12 ára gamal at arbeiða á einum trolvirki í Thyborøn í Danmark. Føroya Trol Eftir at hava arbeitt undir ”hattinum” hjá Vónini, fer hann nú saman við verfaðiri sínum, Helga Brekku og sonum sínum, René, at stovna nýtt felag, sum fær navnið, Føroya Trol. Í januar byrjar virksemið í bygninginum inni á Fjørð í Vestmanna, sum teir hava keypt frá Føroya Banka. Bygningurin er 1600 fermetrar til støddar, og hetta er ein partur av ogn­ unum, sum Vestlaks átti. Sonur Søren, René, er hóast bert 24 ára gamal, eisini royndur í leikum, tá ið ræður um trol og trolarbeiði. Seinastu árini hevur hann nevniliga ver­ ið formaður á nýggja virk­ inum hjá Vónini í Havn. Alt til trolvinnnuna Søren Havmand sigur, at Føroya Trol fer at framleiða trol til alla trolvinnuna, og felagið fer eisini at selja allan reiðskap, sum hevur við vinnuna at gera. - Eg vænti, at vit verða klárir at fara undir framleiðslu um hálvan januar, og sum frá líður vænti eg, at vit verða eini 6-7 fólk í starvi á Føroya Trol. Søren sigur, at í byrjanini verða tað í fyrsta lagi hann og sonurin, sum fara at leggja lunnar undir virksemið í Vestmanna. - So skjótt, sum eftir­spurn­ ing­ur­in veksur, og meira verður at gera á virkinum, verða vit eisini fleiri fólk í starvi, sigur hann. Søren er spentur upp á virksemið, og við sínum drúgvu royndum á økinum hevur hann góðar vónir um, at tað fer at bera til, hóast aðrir útbjóðarar eisini eru á marknaðinum i Føroyum. - Eins og hjá øðrum trolvirkjunum í Føroyum, fara vit eisini at innflyta tilfarið, sum trolini verða gjørd burtur úr, sigur hann. Góður karmur Søren Havmand vísir á, at hølini, teir hava keypt, eru rúmlig, og tað er ein fyrimunur, tá ið slíkt arbeiði verður gjørt. - Bygningurin, sum er umleið 1600 fermetrar í stórur í einari hædd, skuldi soleiðis verið ein góður karmur undir nýggja trolvirkinum, sigur trolmaðurin, sum eisini hevur sínar royndir á sjónum. Føroya Trol nýtt trolvirki í Vestmanna