Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 244 - 20. desember 2005 Einki minni enn Jólaskip - Jólahús - Jólabýur stóðu mongu hundr­að­ tals børnunum í boði at vitja, tá sætt jólahald var í Havn leygardagin Jólahald Nógv varð gjørt burtur úr jólahugnanum í Havn leyg­ ar­dagin. Hetta var eisini dagurin, tá Jólaskipið kom í Vágsbotn við tí góðu last­ini, fleiri jólamonnum og stúgvandi fullum jólaposum. Eisini var stúgvandi fult av fólki komið saman undir Bryggjubakka klokkan 15, tá Jólaskipið, Thorshavn, legði at bryggju. GHM spældi og setti sín serstaka dám á jólahaldið. Eftir tað var farið niðan í Jólabýin á Reyni, sum er vorðin eitt sætt „hitt“ hesi jólini. Somuleiðis gekk leiðin niðan í Jólahúsið, sum í ár var einki minni enn Miðlahúsið í Vágsbotni. Vanliga er jóla­hús í Græsa­garði, men tað eydnaðist ikki at fáa hetta klárt til hesi jólini og fyri at rætta eina hjálpandi hond og vera við til at gera jólini í miðbýnum enn hugnaligari og fjøl­ broyttari beyð Miðla­húsið seg fram sum Jólahús. Ungir tónleikarar frá Musik­skúlanum spældu jólaløg og annars var stórt gestablídni í Jólahúsinum við m.a. Topppopp-saft frá MBM, kaffi og kara­ mellum. Bakgarðurin vest­an fyri Miðlahúsið, sum hevur ligið fjaldur og stongdur, varð latin upp fyri almenninginum henda dagin og er ætlanin, at hann eisini í framtíðini skal kunna vera opin fyri almenninginum, eitt nú í sambandi við til­tøk av ymsum slag, so sum smærri uttandura kon­ sertum. Eftir ein steðg í Jóla­ hús­inum varð farið nið­ an í Gongugøtuna, har GHM spældi. Sanniliga má sigast, at tiltøkini í miðbýnum í Havn leyg­ar­ dagin vóru væl skipað og væleydnað. Hugnajól í mið