týsdagur 20. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 244 - 20. desember 2005
Nr. 244 • týsdagur • 20. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað er vónleyst at
fáa tíðindini alment
váttað, men eftir
øllum at døma kann
Jón Rói Jacobsen í
morgin kalla seg fyri
AaB-spælara
yrkissáttmáli
Jákup Mørk
Tíðindafundur er miku
morgunin kl. 10. Tað er tað
einasta, sum alment fæst at
vita, nú Jón Rói Jacobsen fer
aftur til superliguna.
Jákup í Stórustovu, sum er
umboðsmaður hjá Jón Róa,
hevur kalla inn til tíðindafund
mikumorgunin. Men hann
vil ikki siga tað allar minsta
um, hvat fundurin snýr
seg um. Hvørki um navn á
spælara ella felag.
Frá keldum í Danmark
hava vit tó fingið staðfest,
at talan er um Jón Róa Jac
obsen, sum nú skal verða
liðfelagi hjá Súna Olsen í
Aalborg og AaB.
Her hevur ítróttarstjórin í
felagnum, Lynge Jacobsen,
sagt, at felagið hevur ætlanir
um at styrkja sær um verj
una. Og at tað als ikki er
ósannlíkt, at hetta verður
greitt fyri jól.
Tá talan er um fyritøku,
sum er skrásett á virðis
brævamarknaðinum,
er
tó vónleyst at fáa nakrar
viðmerkingar um konkreta
málið. Øll viðurskifti, sum
kunnu ávirka fyritøkuna,
skulu fyrst og fremst boð
ast til partaeigararnar,
áðrenn tey verða almenn í
fjølmiðlunum.
Vit hava eisini havt orðið á
høvuðspersóninum sjálvum,
men heldur ikki hann fæst
at siga nakað sum helst um
málið.
- Eg eri heima í jólafrí.
Um talan er um spurningar,
sum viðvíkja míni framtíð,
so mugu tit tosa við Jákup
í Stórustovu, er einasta
viðmerkingin, sum Jón Rói
Jacobsen sjálvur hevur til
málið.
Jón Rói Jacobsen hevur
spælt við Frem tey bæði
seinastu kappingarárini. Í
vár var felagið nær við at
vinna seg í superliguna,
men síðani hevur gingið
skjótt aftureftir. Í heyst
hevur felagið verið í niðara
enda av næst bestu deildini,
og tað hevur eisini fingið
avleiðingar, at felagið ikki
hevur peningin, sum kann
stuðla upp undir vónina um
uppflyting. Ebbe Skovdahl,
sum er ein av mest virdu
venjarunum í Danmark,
og sum heldur nógv av
Jón Róa, legði frá sær fyri
stuttum. Hetta gjørdi hann,
tí hann var ikki samdur við
leiðsluna í felagnum um
framtíðar leistin fyri felagið.
Seinni eru eisini fleiri av
stuðulsspælarunum farnir
úr felagnum.
Á nýggja FIFA styrk
islistanum hava
Føroyar mist sjey
stig, meðan fleiri
at tjóðunum, sum
hava verið í nánd av
føroyingunum, flyta
seg rætta vegin
FIFA STYRKISLISTIN
Jóannes Hansen
Føroyar og India hava sambært
FIFA styrkislistanum leingi
verið roknað at eiga eins
stinn landslið í fótbólti. Tað
kann ikki sigast at vera so
galið. Í India eru tey omanfyri
milliardina, men tá ið tey hava
kjósað sær ellivu teir bestu at
spæla fótbólt, so hevur FIFA -
út frá úrslitunum seinastu árini
- mett, at teirra landslið hevði
somu styrki, sum liðið við
teimum ellivu, ið hava verið
valdir í Føroyum. Fólkatalið
í Føroyum er umleið 0,005
procent av tí, sum tað er í
India!
Men nú tykist tað at vera
ein farin tíð, at føroyingar
við FIFA styrkislistanum
sum grundarlag hava havt
møguleika at ganga út frá, at
teir bestu ellivu hjá okkum í
fótbólti vóru eins stinnir sum
teir fyrstu ellivu í India.
Á FIFA listanum, sum varð
kunngjørdur mánadagin 19. des
ember, er styrkistalið hjá India
hækkað við 31 stigum. Hjá
Føroyum er tað lækkað við sjey
stigum. Styrkistalið hjá India
er nú 355, og hjá Føroyum er
tað 325. FIFA hevur roknað seg
fram til, at indiska landsliðið er
nummar 127, og at føroyska
landsliðið er nummar 132.
India er flutt átta pláss rætta
vegin, og Føroyar eru dotnar
eitt pláss skeiva vegin.
Næsti FIFA listin verður
kunngjørdur 18. januar í 2006,
og tað kann væl hugsast, at
Føroyar fara at detta longri
niður. Maldivirnar eru á
plássinum undir Føroyum.
Síðsta mánaðin hava tær
vunnið 41 stig afturat, og
tað hevur havt við sær, at tær
eru fluttar fjúrtan pláss fram.
Maldivirnar hava 323 stig og
eru bara eitt stig aftanfyri
Føroyar.
Føroyingar plaga við ser
ligum áhuga at fylgja við
í, hvussu gongdin er hjá
Malta, Liktinstein, Andorra,
Luksemborg, San Marino
og kanska eisini Kypros.
Liktinstein er flutt tvey pláss
fram. Nú verður fyrstadømið
roknað at eiga 122. besta lands
liðið í heiminum. Andorra er
eisini flutt tvey pláss rætta
vegin. Nú verður Andorra mett
at eiga 125. besta landsliðið í
heiminum. Hjá Luksemborg
er støðan á listanum eisini
betri nú, enn hon var fyri
einum mánað síðani. Nú er
Luksemborg á 150. plássinum.
Á næstsíðsta listanum var Luk
semborg nummar 152. San
Marino er nummar 238. Eisini
San Marino hevur tikið seg
tvey pláss upp eftir listanum.
Kypros og Ísland eru ávika
víst á 96. og 94. plássinum.
Meðan Kypros hevur lyft
seg eitt pláss rætta vegin, so
er Ísland dottið eitt pláss eftir
hæli.
Líkist sær sjálvum
Nú tað er tað eitt hálvt ár,
inntil sjøtul verður settur á
HM endaspælið í Týsklandi,
líkist toppurin á FIFA listan
um sær sjálvum. Hann sær
út, sum hann hevur sæð út
heilt leingi. Brasilia er ovast,
og Kekkia er næstfremst.
Næstu fótbóltstjóðirnar
eru Holland og Argentina.
Frakland hevur verið og
er á fimta plássi, men nú
verða bæði Meksiko og
Spania roknað at eiga eins
stinn landslið, sum liðið hjá
fraklendingum verður mett
at vera.
Á næstu plássunum eru
USA, Ongland, Portugal
og Turkaland og Italia. Dan
mark er framvegis á trettanda
plássinum. Tað vil siga, at
danir verða mettir at eiga
besta fótbóltslandsliðið í
Norðurlondum, og tað vil
eisini siga, at Danmark eigur
tað landsliðið, sum er hægst
styrkismett og sum kortini
ikki verður partur av HM enda
spælinum í summar.
Svøríki og Japan eru
nummar fjúrtan og fimtan,
og týsku vertirnir fyri HM
endaspælinum verða í
løtuni roknaðir at eiga 16.
besta landsliðið í heiminum.
Teir eru á hesum plássinum
saman við Grikkalandi.
Av teimum 31 fótbólts
tjóðunum, sum saman við
Týsklandi hava kvalifiserað
seg til endaspælið næsta
summar, er Angola tann tjóðin,
ið sambært FIFA styrkislistan
hesa ferð verður roknað at eiga
veikasta fótbóltslandsliðið.
Angola er á 61. plássinum.
Í endaspælinum er Angola í
bólki saman við Meksiko, Iran
og Portugal.
Claus
fekk
fyrstu jóla
gávuna
Coventry var kroyst
í botn, men kortini
fóru teir úr London
við fullari úrtøku.
Hetta var fyrsta
ferðin í hesum
kappingarárinum, at
tað eydnaðist at fáa
alt við til hús
ONGLAND 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað var gott lag í spælara
bussinum hjá Coventry, tá
ið teir mánakvøldið fóru
úr London og til hús aftur.
Og tað var ikki at undrast á.
Á Loftus Road høvdu teir
vunnið 1-0 á Queens Park
Rangers, sum í vánaligari
uppgerð hevði verið leik
liga omaná, men ikki hevði
evnað at fingið mál.
Hetta var fyrsta ferðin í
hesum kappingarárinum,
at Coventry fekk fult
á úitvølli. Bretskir fjøl
miðlar vilja vera við, at
Coventry spældi illa, ja
heilt vánaliga. Málið fingu
teir við brotssparki, tá ið
tað restaðu fimm minuttir.
Talan var um jólagávu frá
QPR. Málverjin hjá teimum,
sum var á veg til fyri fyrstu
ferð í nígg ju dystum at
halda tætt, tók beinini
undan mótstøðumanni.
Hann fekk reyða kortið,
og Coventry umsetti væl
úr ellivu metrum.
Claus Bech Jørgensen,
sum er einasti føroyski fót
bóltsspælarin, sum í løtuni
spælir í landskapping, sat á
beinkinum, inntil tað bara
restaði ein lítil løta. Tá varð
hann settur á vøllin fyri
McSheffrey, sum hevði
skorað málið.
Annan jóladag skal Cov
entry aftur í eldin. Tá skulu
teir spæla í Leeds.
Jón Rói í superliguna
Eingin av høvu›spersónunum
í málinum vil gera
vi›merkingar. Men keldur í
Danmark vátta›, at Jón Rói
Jacobsen í morgin kann kalla
seg AaB-spælara
Føroyar eru um at missa India úr eygsjón