Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 20. desember 2005 25 Tað líktist einum formaliteti. Og tað var tað eisini. Ranaldinho varð í gjárkvøldið kosin til besti spælarin í heiminum annað árið á rað Heimsins besti Jákup Mørk Tað er tann so væl kenda søgan um fátæka dreingin, sum tók allan heimin á bóli við sínum fótbóltskynstrum. Eins og so nógvir av vin­ monnum sínum, so dámdi Ranaldo de Assis Moreira sera væl spælið við rundu leðurkúluni. Á strondini og á gøtunum í Porto Alegre í heimlandinum, Brasil, gingu nógvir tímar hvønn tann einasta dag, og evnini vóru eisini sjónsk. Somikið sjónsk, at tað heldur ikki gekk long tíð, áðrenn stórfeløgini í Brasil royndu at fáa fatur á honum. Ikki minst gjørdi hann sum toppskjútti um seg í U-17 HM-kappingini, sum í 1997 varð hildin í Egyptalandi, og tað endaði við, at hann í 1998 gjørdi sáttmála við Gremio. Og síðani hevur bara gingið ein veg. 1998 var eisini árið, tá hann gjørdist yrkisspælari í Gremio, sum vann kappingina um unga gimsteinin. Fyrstu 15 dystirnar skeyt hann 14 mál, og so var tað nærum eitt fólkakrav, at ungi maðurin kom á A-landsliðið. Í fyrsta dystinum, sum hann var í gula búnanum, gjørdi Ronaldinho eisini um seg. Í finaludystinum í Copa America skeyt hann nevnliga mál, tá Brasilia tryggjaði sær heitið, og so var ein nýggj stjørna fødd. Hevði tað ov stuttligt Sum vera mann, so stóðu europeisku stórfeløgini mest sum í bíðirøð eftir stjørnu­ skotinum. Gremio vildi tó ikki selja, so tað var ikki fyrr enn sáttmálin rann út í 2001, at hann slapp at skifta felag. Her gjørdist tað heldur óvæntað Paris St. Germain, sum fekk undirskriftina frá gullfuglinum, sum nú hevði frítt at fara. Ella tað hildu tey í øllum førum í felagnum. Gremio vildi nevnliga slettis ikki sleppa spælaranum, og tað gingu tríggir mánaðir, áðrenn FIFA blandaði seg upp í leik­in, soleiðis at franska høvuðsstaðarfelagið fekk spælaran, aftur fyri at rinda Gremio 4,5 mió dollarar. Og stjørnuskotið nýtti ikki langa tíð, áðrenn hann fór at gera um seg. Eftir at hava bíðað í tríggjar mánaðir, kom hann heilt skjótt ígongd, og longu í januar varð hann kosin sum besti spælarin tann mánaðin. Hetta eftir at hann í seks dystum hevði skotið sjey mál. Alt Europa mundi halda, at her var talan um næstu mega-stjørnuna í fót­bóltsheiminum, men í drúgva tíð tóktist tó, sum hevði Ronaldinho ilt við at liva upp til stóru orðini, sum vóru søgd og skrivað. Serliga gekk tað ofta sjón fyri søgn, at ungi brasiliu­ maðurin ikki altíð livdi upp til tey ideal, sum verða kravd av einum yrkisspælara. Luis Fernandez, sum var venjari hjá spælaranum, hevði ofta at honum, tí hann nýtti meira tíð í náttklubbum, heldur enn á vøllinum, men hetta tóktist ikki rína við. At enda bað Ronaldinho um at verða seldur, men hesum sýtti franska felagið fyri. Teir vildu fyrst og fremst hava, at hann fór at uppføra seg, soleiðis sum teir vildu hava hann at gera. Kappbjóðing millum risar Ósemjan var tó sjónlig, og skjótt komu fleiri av heilt stóru feløgunum á vøllin. Ser­liga gjørdist talan um kappbjóðing millum Manchester United og Barcelona, og endin varð, at Barcelona rindaði á leið 250 mió kr. fyri spælaran. Stór tøl - ja - men tað er neyvan nakar í catalanska felagnum, sum í dag iðrar seg um velduga kekkin. Tí við Ronaldinho á liðn­ um hevur Barcelona aftur reist seg. Fyrsta árið gekst kanska ikki heilt so væl, men seinastu 17 dystirnar ta árið tapti felagið ikki. Og frá sumrinum 2004 legði Barcelona av álvara til brots. Ikki bara við góð­ um úrslitunum, men eis­i­ni við spæli, sum fekk áskoð­ ararnar at droyma um víðagitna Dram Team, sum Johan Cruyff hevði undir sær. Hesa ferð er tað so ein annar hollendari, Frank Rijkaard, sum situr við stýrisvølin, og longu nú tyk­ ist felagið vera væl ávegis næsta meistaraheitinum á rað. Og mitt í øllum hesum er eingin, sum ivast. Ronaldinho er besti spælarin í heiminum í løtuni. Hetta varð so ruddiliga staðfest á Gallakvøldinum hjá IFA. Har var ein av táttunum kjósanin av árins spælara, og vóru tað landsliðsvenjarar og -liðformenn, sum skuldu geva sínar atkvøður. Her gjørdist Ronaldinho so nógv fremstur í at­kvøðu­ greiðsluni. Numm­ar tvey gjørdist miðvallarskiparin hjá Chelsea, Frank Lampard, meðan snarljósið í Barca- álopinum, Samuel Eto'o gjørdist nummar trý. Hendan heiðurin kundi Ronaldinho so leggja afturat gylta bóltinum, sum hann fekk frá France Football, eins og hann fyri stuttum varð kosin heimsins besti av altjóða spælarafelagnum. Heimsins besti Hann er bara nógv tann besti. Annað árið á rað atkvøddu landsliðsvenjarar og -liðformenn Ronaldinho sum heimsins besta fótbóltsspælara Mynd: Reuters Føroyski landsliðs­ venjarin rakti allar tríggjar teir fremstu, tá hann læt sínar atkvøður til FIFA Atkvøðugreiðsla Jákup Mørk Á atkvøðuseðlinum hjá Jógvan Martini stóðu nevn­ liga tey trý nøvnini, Frank Lampard, Samuel Eto'o og Ronaldinho. Júst teir tríggir, sum endaðu ovastir. Sjálvur hevði Jógvan Martin eisini hug at smílast, tá vit so kundu staðfesta, at júst hesir tríggir vóru teir. Biðin um at grundgeva fyri sínum vali, sigur Jógvan Martin, at hann heldur Lampard vera mest kompletta spælarin, sum hann hevur sæð í ár. Hann er sera sterkur í øllum pørtum av spælinum, og er veruliga ein, summ lyftir lið sítt. - Um Eto'o er at siga, at eg ivaðist nakað millum hann og Adriano. Tað gjørdist tó Eto'o, tí hann í nógvar mátar megnar tað óvæntaða. Har er Adriano meira einfaldur, tá hann leggur bóltin til vinstra bein, áðrenn hann smekkar til, segði altso føroyski landsliðsvenjarin at enda. - Ronaldinho fyrst og fremst er ein spælari heilt yvir tað vanliga. - Tað er eitt fornøjilsið fyri eygað at síggja hann, og tað eru nógv ár ímillum, at vit síggja spælarar av slíkum klassa. Og eg eri so slettis ikki so ósamdur í valinum, hóast eg hevði hann í triða plássi, sigur føroyski landsliðsvenjarin. Óli hevði tveir av trimum Heldur ikki Óli Johannesen var ósamdur í valinum, sum samlaði flokkurin var komin til. - Eg hevði Ronaldinho ovast. Hann er ein ótrúligir spælari, sum einsamallur megnar at avgera dystir. Og hann ger tað á slíkan hátt, sum áskoðararnir elska at síggja. Tað sigur væl eis­ini eitt sindur, at hann sum Barcelona-spælari megnar at fáa Real Madrid áskoðararnar at reisa seg við lógvabrestum. - Nummar tvey hevði eg Zinedine Zidane. Hóast fleiri helst halda, at hann er farin um sín besta aldur, so er hann framvegis ein ótrúligur spælari. Ikki minst tekniskt er hann so væl fyri, sum nakar annar. - Og so hevði eg Lampard sum nummar trý. Eg haldi at dygdirnar hjá honum verða staðfestar av, at hann hevur spælt yvir hálvt­ annaðhundrað dystir á rað fyri Chelsea. Og ikki nóg mikið við tí. Hann hevur eisini verið millum teir bestu á liðnum í hvørjum einasta av hesum dystunum, og tað er nærum ótrúligt, staðfestir føroyski landsliðsskiparin. Svenski dómarin fekk eitt sonevnd Presedential Award á árligu galla­ veitsluni hjá FIFA í Sveis. Presedential Award er ein serstakur heiður, sum verður latin onkrum sum hevur gjørt nakað serstakt fyri fótbóltin. Frisk hevur í fleiri ár ver­ ið millum bestu dóm­ar­ar í heiminum, men hann kom rættiliga í brennidepilin í vár, tá hann var offur fyri harskapi á Olympiska Stadion í Rom. Seinni varð hann eisini hóttir eftir lívinum, tá Jose Mourinho vildi vera við, at Frisk hevði tosað við venjarin hjá Barcelona, Frank Rijkaard, í hálvleikinum, tá Chelsea vitjaði í Barcelona. Ein hending, sum at enda fekk Frisk at takka fyri seg í altjóða dómarahøpi. Tað var FIFA-forsetin, Sepp Blatter, sum handaði virðislønina, og sjálvur tóktist Frisk rørdur um heið­urin. - Tað einasta, sum eg havi roynt at gjørt, er at tæna fótbóltinum. Fótbólturin er ein deilig ítrótt, og hvør einstakur okkara eigur at gera sítt til, at hetta spæl kann mennast enn meira, segði fegni sviin. -mørk Jógvan Martin hevði toppin rættan Serstakur heiður til Frisk