týsdagur 20. desember 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 244 - 20. desember 2005
Teitur stórtreivst
í Voxhall í Århus
herfyri. Við fangandi
melodiskum
løgum og einari
gjøgnumførdari
framførslu prógvaði
Teitur enn einaferð,
at tað ikki var til
vild, at hann fekk
sáttmála við altjóða
plátufelagið Universal
Records
UMMÆLI
Høgni Reistrup
Nú er tað við at vera long
tíð síðani, at fyrsta fløgan
hjá Teiti “Poetry and aero
planes” kom út. Men tey,
sum høvdu leita sær oman
í Voxhall í Århus, fingu
góð tíðindi. Teitur arbeiðir
við nýggjari útgávu, og er
longu farin undir at taka
upp. Sangskrivarin legði
út við løgum, sum ikki
hava verið at hoyrt áður,
og sjálvt um tað eingin ivi
er um, at Teitur gjarna vil
varðveita stílin frá “Poetry
and aeroplanes, var hetta
nakað annað enn undanfarna
fløgan. Konsertin var í tveim
um, fyrra helvt var fyri tað
mesta nýtt tilfar, og seinna
gamalt. Áðrenn Teitur
kom á pallin, hitaði Tobias
Fröberg, ið er ein svenskur
singer/songwriter, upp.
Framførslan haltaði nógv,
og tað var týðuligt at teir
áleið 250 áskoðarinir ikki
vóru komnir fyri at lurta
eftir honum. Hesa løtuna
var nógv tos. Tá Tobias
Fröberg fekk Teit at spæla
nakrar sangir saman við
sær, fekk salurin ein annan
ró yvir sær. Tað hoyrdist at
svenski sangskrivarin hevur
fingið nógvan íblástur frá
Teiti, men støðið kundi ikki
samanberast, og tó at Teitur
sang aðrurødd, so var tað
henni, lurtað varð eftir.
Teitur og HC
Andersen
Eftir ein lítlan steðg, trein
Teitur einsamallur inn á
pallin. Hann legði út við trim
um nýggjum løgum. Lagið
um Louis Armstrong riggaði
ótrúliga væl, og sigast kann,
at tað er vorðið nógv betri,
síðani undirritaði hoyrdi
tað fyrstu ferð. Í hesum
lagnum fór Teitur niður í
tempo fleiri ferð, har hann
samstundis vaggaði aftur og
fram í takt, ella sum hann
sang í fyrsta lagnum: “I
fade into the music.” Tað
er nevniliga tað hann ger,
hann livir seg so nógv inn
í sangirnar, at áskoðarin
ikki kann annað, enn at
gera tað sama. Karmarnir
um konsertina vóru væl
egnaðir til Teit Lassen.
Voxhall minnir á nógvan
hátt um Mentanarhúsið í
Fuglafirði, bæði í stødd og
sniði, passaliga lítið til, at
tann intimiteturin sum er
altavgerandi tá Teitur spælir,
var til staðar. Melodiurin í
sanginum um Louis Arm
strong er einfaldur, og tekst
urin eitt sindur naivur. Tað
er soleiðis vit kenna Teit, og
við konsertini fríggjakvøldið
vísti hann, at hann enn dugir
at smíða løg, ið ikki standa
aftanfyri tey bestu á “Poetry
and aeroplanes”. Lagið
“Baby you don’t ever have
to see me again” var saman
við áðurnevnda lagi, tey
bestu, ið ikki longu eru við
á “Poetry and aeroplanes”.
Hetta er helst eisini orsøkin
til, at hann valdi at seta
hesi løgini í fyrru helvt av
skránni, sum í stóran mun
varð samansett av nýggjum
tilfari. Teitur spældi einans
tvey kend løg í fyrru helvt
av konsertini. Harafturat
spældi hann lagið “Syner”,
sum føroyingar ikki hava
hoyrt nakað serligt til, men
sum áhoyrararnir týðuliga
kendust við. Lagið, ið er
tað fyrsta, sum Teitur hevur
sungið á donskum, er við
á fløgu, ið hátíðarheldur
tveyhundrað ára dag HC
Andersens. Fløgan ber heitið
“Andersens drømme”, Peter
Laugesen hevur smíða lagið,
og Nikolaj Nørlund hevur
yrkt. Teitur framførdi sangin
væl við einari sjarmerandi
føroyskari dialekt. Fyrra
helvt endaði við tveimum
heldur óvanligum sangum,
ið viku frá restini. Ella
sum Teitur segði, áðrenn
hann setti seg við klaverið,
“nú fara vit til Rock n’roll,
yeah”. Lagið hann sipar til
er “Use it against me.” Tað
var feitt, tó at tað var ein
heilt annar stílur, enn vit
vanliga hoyra. Teitur spældi
sangin við einum smíli,
serliga eftir at hann fekk
allan salin at klappa við til
eina góða gamla rock n’roll
rútmu. Eftir at hava spælt
fleiri hundrað konsertir,
má tað eisini vera gott við
eitt sindur av variatión.
Teitur er ein føddur singer/
songwriter, hann hevur alt
sum skal til. Eina ótrúliga
góða rødd, gott gittar- og
klaverspæl og ikki minst
forteljaraevnini sum binda
eina konsert saman. Tað er
krevjandi, í stóran mun, at
skula framføra einsamallur,
og fyri at fasthalda fjøldina,
er tað umráðandi at duga at
undirhalda millum løgini,
og til tíðir eisini í løgunum.
Hettar megnaði Teitur væl.
Við einum humoristiskum
tóna og løgnum anekdotum,
hevði hann áhoyrararnar í
sínum lógva. Mitt í einum
lagi knekkaði røddin yvir,
men hann var skjótur til at
syngja “and I’ve got too
many cigarettes” so tað
passaði inn í restina av
tekstinum. Har Teitur í fyrru
helvt tosaði nógv ímillum
sangirnar, so segði hann ikki
nógv í seinnu helvt, men tað
var heldur ikki neyðugt, tí
nú hevði hann eina strúkitrio
við sær, og tøgnin bleiv fylt
við lógvabrestum.
Pláss til gamalt tilfar
Teitur og strúkararnir fram
førdu øll tey gomlu løgini
frá “Poetry and aeroplanes.”
Arrangemangini av strúk
arunum vóru øll góð, og
løgini riggaðu ótrúliga væl
saman við trioini. Hon gav
sangunum eina heilt serliga
intima ljóðmynd, sum ikki er
á fløguni. Violinin, bratsjin
og celloin vigaðu væl upp
ímóti rútmuorkestrinum,
sum hann ofta hevur við
sær á konsertum. Nógv
støð spældu strúkarinir mar
kerandi rútmur, sum virkaðu
fyri trummurnar, og celloin
fylti bassin væl út. Tað er
trupult at taka nøkur løg
framúr, tí tey vóru øll góð.
Vakra lagið “Josephine” var
einastandandi. Til hetta lagið
fekk Teitur hjálp frá Tobias
Fröberg, ið spældi urgu og el-
klokkuspæl. Teitur arbeiddi
nógv við dynamikkinum,
og tað riggaði væl, serliga
í kontraststykkinum - eitt
sveimandi og stórlátið
klimaks. Sangurin “Poetry
and aeroplanes” gekk í
seinni tempo enn vanligt,
strúkararnir góvu sanginum
nakað heilt serligt, men
tíanverri hoyrdust teir
ikki so væl í byrjanini av
sanginum. Intimiteturin
helt fram tá Teitur saman
við strúkarunum framførdu
lagið “Great balls of fire”
hjá Lewis Jerry Lee. Ein
melankolsk útgáva har Teit
ur uttan ljóðføri livdi seg
inn í dissonerandi tónar frá
strúkarunum og surrealistika
tekstin. Pláss varð eisini fyri
nýggjum løgum, eitt nú “All
my mistakes”. Teitur setti seg
við klaverið og spældi Erik
Satie líknandi harmonik,
sangurin var skegur, men
ikki nakað serliga gott lag.
Áðrenn sangin “Filt by
association” greiddi Teitur
frá um eina syrgiliga søgu
úr Leirvík, har tveir dreingir
høvdu spælt við eina byrsu,
og skotið ein mann av óvart.
Hetta hevði Teitur gjørt ein
sang um fyri langari tíð síð
ani, og var nú byrjaður at
spæla hann aftur. Sjálvt um
tað er ein harmilig søga, so
manglaði teksturin nakað.
Teitur hevur ment seg nógv
sum yrkjara, so sangurin
kundi gott trongt til eina end
urskoðan, tí lagið var gott.
Tónleikurin talar
Eftir at hava spælt heili 18
løg, takkaði Teitur fyri seg,
men áskoðararnir vildu hava
meir. Teitur kom inn aftur á
pallin, men spældi ikki tað,
man hevði væntað. Fyrsta
eykalagið var á klaver og
sungið á føroyskum - gott lag
við góðum teksti. Seinasta
lagið hann spældi var “One
and only” frá fyrstu fløguni.
Hann spældi sangin á klaver,
heldur enn gittar, sum hann
vanliga plagar. Sera inniligt
og vakurt sungið, havi hoyrt
at sangurin hevur verið nýtt
ur til fleiri brúdleyp. At Teit
ur er komin langt við sínum
tónleiki, er eingin loyna, og
at hann kann koma longri,
er bert ein spurningur um
tíð. Teitur hevur ikki nakra
stóra marknaðarføring aft
an fyri seg, og tí tekur tað
langa tíð at byggja eina
stóra áhoyrarafjøld upp.
Hann hevur spælt eitt ótal av
konsertum seinastu árini, og
á henda hátt latið tónleikin
talað fyri seg.
Erligur og fangandi Teitur
Teitur hevði eina góða framførslu í Århus fríggjakvøldið. Pláss varð fyri bæði gomlum og nýggjum tilfari.