týsdagur 20. desember 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 14
Tey leypa so á dýr og renna
út á vegin. Tey renna gjøg
num bygdina og halda niðan
í bøin. Tey kunnu ikki fara
heim, tí tá politistarnir finna
út av, at tey eru flýdd, so er
tað fyrsta staðið, sum teir
fara at leita í. Men nú er bara
at renna og renna. Tey eru
nú komin langt niðan í bøin,
ja heilt niðan til skúrin, har
Leikamafian heldur til.
- Her kunnu vit fara inn
og hugsa um, hvat vit skulu
gera, sigur Trølla Omman
meðan hon tivar.
Í tí at tey skulu fara inn,
hyggur Trølla Pætur gjøgnum
vindeygað.
- Steðga omma – har er
onkur inni, teskar Trølla
Pætur.
- Hvat er tað tú sigur?
- Hygg omma. Og so
lúra tey bæði inn gjøgnum
vindeygað. Tey síggja, at
skúrurin er fullur í gávum,
og tey síggja í høvdini á
Stampa og Anthonio.
- Tað eru Leikamafian
sum hevur stolið alt, teskar
Trølla Omman í oyra á Trølla
Pætur.
- Og sært tú hasi ljótu
jólamannaklæðini. Tað eru
Stampi og Anthonio sum
vóru jólamenninir sum tendr
aðu jólatræið.
- Men góði Trølla Pætur,
um teir hava verið jólamenn,
hvar er so tann rætti jóla
maðurin?
Júst tá fara pakkarnir, sum
liggja á gólvinum, at liva.
Tað er jólamaðurin, sum
nú er komin so mikið væl
fyri seg, at hann byrjar at
flyta seg og hevur hug at
reisa seg. Trølla Pætur og
Trølla Omman hyggja upp á
hvønn annan, tá tey síggja
jólamannin reisa seg.
- JÓLAMAÐURIN, hvat ger
hann her? spyrja tey hvønn
annan.
Men tað dugir Trølla Omm
an skjótt at rokna út.
- Sært tú holið, sum er í
takinum, Trølla Pætur? Jóla
maðurin er heilt sikkur dottin
niður gjøgnum takið, og so
er hann svímaður. Síðani
hava hasir jassarnir latið seg
í nøkur følsk jólamannaklæði
og hava stolið allar gávurnar
frá jólamanninum og allar
gávurnar frá fólkunum í
Hvannadali.
- Hygg nú kemur jólamað
urin út, omma. Kom aftur
um skúrin og krógva teg og
so hálar Trølla Omman Trølla
Pætur aftur um skúrin. Tey
krógva seg millum nakrar
gamlar hegnpelar og eitt
rustað hegn.
Jólamaðurin fer spakuliga
yvir til hurðina. Hann heldur
um høvdið og má halda sær
fyri hvørt fet, hann tekur,
so ússaligur er hann. Hann
letur hurðina upp fyri at fáa
fríska luft, men í tí hann
stingur høvdið út um, teskar
Trølla Omman.
- Jólamaðurin, kom her.
Jólamaðurin blívur sum
verða man sera bilsin av hes
um, men gongur aftur um
skúrin.
- Trølla Pætur og Trølla
Omman, eru tað tit bæði?
- Shhhh ikki so hart, teskar
Trølla Omman aftur.
- Vit mugu ikki vekja
Stampa og Anthonio.
Puntur 20 til
jólakalendaran