týsdagur 20. desember 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 244 - 20. desember 2005
Í morgin mikudagin kl. 18
kemur Jólaskipið á Klaksvík
ina við nógvum jólamonnium
og næstan 2000 pakkum til
spentu klaksvíksbørnini.
Tað er eingin ivi um, at
veitslurómur verður í Klaks
vík, tá skipið leggur at á
Stongunum. Vanliga plaga
eini 3000 fólk at taka ímóti
skipinum og hetta er altíð
stak hugnaligt. Tað er altíð
ein vøkur sjón, tá Jólaskipið
stevnir inn skrýtt við blussum
og faklum.
Jólamenninir,
nissur
á
hestbaki og Klaksvíkar Horn
orkestur fara síðan í skrúð
gongu heim á vøllin, har
borgarstjórin bjóðar væl
komin. Birgir Sigurðsson og
vinfólk skipa fyri sangi, og
eisini verður felagssangur.
Hetta er fimtanda árið á
rað, at Klaksvíkin fær vitjan
av jólaskipinum. Hetta var
eitt av fyrstu plássunum har
Jólaskipið gjørdist ein verulig
risahending. Á hvørjum ári
gleða børn og vaksin seg
nógv til hesa hending, ið
veruliga setur jólini í gongd
ikki bara í Klaksvík, men í
øllum Norðuroyggjum.
Jólaskipið kemur til Klaksvíkar
Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo
Sera kraftigan prosessara, 20 GB harðdisk, 512MB,
tráleysur kontrollari, fjarstýrari og oyramikrofon.
Alt hetta fyri bert
XBOX 360
Nýtt
Nýtt
Nýtt
Kr. 3.990,-
...alt ber til
Stanley
intelli-
sensor
Digiscan
Finnur træ, metal,
káplar og sigur frá
um streymur er á.
298,00