týsdagur 20. desember 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 20. desember 2005
39
Mikudagin kl. 17 kemur jóla
skipið á Runavík. Hugnaliga
tiltakið er sera fjølbroytt við
nógvum ymiskum á skránni.
Økið er vakurt pyntað við per
um og jólatrøum, og skótarnir
hava gjørt eitt portur úr raftum
við inngongina til Gomul
Jól. Teir skipa fyri hugnaligu
jólakaféini á Neystaloftinum,
har tú kanst keypa heitt gløgg,
kaffi, vaflur, eplaskivur og
annað gott, meðan tú lurtar
eftir jólatónleiki.
Tiltakið var roynt á fyrsta
sinni í fjør, og var tað so
væl umtókt, at tað aftur er
á skránni í ár. Tiltakið hevur
verið opið hvørt vikuskifti
síðani 1. sunnudag í Advent,
og jólavikuna er opið hvønn
dag til og við hósdagin 22.
desember. Opið er hvønn dag
frá kl. 16:30 til 19:00.
Í hugnaliga Gamla Handl
inum
hjá
Olivari,
hevur
blómuhandilin
Orkis
eina
rúgvu av jólaprýði til sølu.
Her eru ljós, stakar, vættrar,
jóladekoratiónir og mangt
annað. Jólatrø fáast eisini til
keyps uttanfyri. Harumframt
er eitt rúm í handlinum, har
ymisk tiltøk hava verið, í
løtuni hevur LR ymiskar vørur
til húðrøkt til sølu.
Í jólakaféini á Neystaloftinum
er tónleikur at hoyra hvønn
dag. Mánadagin 19. desember
fara børnini úr Útistovu í
barnagarðinum á Mýrunum
at syngja jólasangir kl. 16:30,
og týsdagin 20. desember fer
12 ára gamla Bjørt Simonsen
at spæla á sello kl. 17:00. Hós
dagin 22. desember, sum er
síðsti dagurin, áðrenn tiltakið
endar, spæla Angelica Nielsen
og Tóri Restorff Jacobsen á
violin og sello kl. 17:00.
Handlarnir
í
Handils
miðdeplinum
í
Runavíkar
kommunu
hava
leingi
opið í jólavikuni. So øll eru
hjartaliga vælkomin til býin
hesar dagarnar til jóla. Tað er
eitt gott hugskot at fara ein túr
til “Gomul Jól í Heiðunum”.
Tá ið jólainnkeyp og annað
er liðugt, kanst tú so leggja
leiðina ein túr til hugnaligu
og spennandi jólabygdina
Æðuvík, og so ert tú í røttum
jólahýri.
Jólaskipið Runavík
Um skil er í navigeringini, so verða
jólamenninir í Runavík kl. 17 mikudagin