týsdagur 20. desember 2005síða 40
Tekstur á síðuni
40
Nr. 244 - 20. desember 2005
8 spurningar um jól
Hvat er tað besta við
jólunum?
Jólini eru nakað serligt. Hetta er
sum á jólum, verður ofta tikið
til um okkurt, sum er sera gott.
Tað besta við jólunum er hugnin
saman við familjuni, at fara í
kirkju at hoyra jólaboðskapin,
syngja jólasálmar og at njóta
friðin, sum har er.
Hvat er tað keðiligasta við
jólunum?
Beinleiðis keðiligt vil eg ikki
siga nakað er, men tað kenst
eitt sindur ørkymlandi, at tað
verður gjørt so nógv hóvasták
burtur úr jólafyrireikingunum.
Hvussu helt tú jól sum barn?
Saman við foreldrunum og
beiggjunum í Trongisvági. Vit
tríggir hugnaðu okkum undir
góðum og tryggum umstøðum.
Tá bleiv ikki gjørt so nógv burtur
úr stákinum undan jólum, men
so mikið størri var spenningurin
og gleðin, tá jólini endiliga upp
runnu.
Hvussu heldur tú jól í ár?
Øll árini, eg havi sitið í býráð
num, havi eg verið til jólahugna
á Ellisheiminum í Havn jóla
aftan kl. 14. Har er altíð sera
hugnaligt, og gleði eg meg til
at vitja har aftur í ár. Sonurin,
sum lesur niðri, kemur heim at
halda jól. Jólaaftan halda vit hjá
okkum saman við elstu dóttrini
og familju hennara. Tað er altíð
serliga stuttligt jólaaftan, tá
børn eru við, tey eru so spent
og glað fyri allar jólagávurnar. –
Jóladøgurðin er føroysk gás av
trøðni í Havnardali. Tankarnir
leita tá til hinar báðar døturnar
og teirra familjur, sum búgva í
Ålborg. – Tey eta sjálvandi eis
ini føroyska gás jólaaftan.
Hvat heldur tú um jólaresið
í desember?
Tað ræður um at duga ikki at lata
seg ávirka ov nógv av øllum tí,
sum fyriferst í desember, tí so
verður tað alt ov strævið. Annars
so gleðist eg um jólahugnan,
sum er í býnum, fólk eru glað
og fryntlig. Er veðrið gott, so er
desembermánaður sera hugna
ligur. Dagurin er stuttur, so øll
jólatrøini og ljósini í býnum
koma rættuliga til sín rætt.
Hevur tú nakrantíð hildið
jól uttanlands?
Nei, ongantíð. Havi altíð hildið
jól heima í Føroyum. Enn hava
børnini, sum búgva niðri, ikki
fingið lokkað meg niður at
halda jól.
Keypir tú sjálvur tínar
jólagávur?
Nei, Hjørdis keypir allar gávur
nar, uttan ta einu, sum hon fær
frá mær.
Hvat ynskir tú tær í
jólagávu?
Mítt hægsta ynski er altíð at fáa
eina friðaliga høgtíð saman við
familjuni. Annars ynski eg mær
føroyskar bøkur í jólagávu, og
gleði meg til at seta meg niður
at lesa í frið og náðum.
Heðin Mortensen
Gávuhugskot á posthúsinum
Frímerkjaárbókin 2005: 285,- kr.
Frímerkjadeildin - www.stamps.fo - filateli@postur.fo
Í bókini eru øll frímerki, ið givin eru út í ár, umframt
myndir og útgreinandi tekstir til hvørja útgávu.
,
,
//
À>ÀÊLÖÃÌ>s>À?
+OM INN TIL OKKARA ELLA RING OG HOYR UM TÓNAR MGULEIKAR
PETUR PETUR s
>>Ê/
ÀivÃÃ]ÊÕ`>À?s}iÛ