mikudagur 21. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 21. desember 2005
Christian
Fróði við
yrkingum
Eftir at hava skrivað
hópatals yrkingar í
føroysku bløðunum
roynir Christian
Fróði Djurhuus seg
nú við egnari útgávu
YRKINGARSAVN
Betwixed eitur yrkingar
savnið, sum Christian
Fróði Ólason Djurhuus nú
hevur givið út. Yrkingarnar
í savninum eru einar fjør
uti í tali, og eru hesar ein
blanding av reinum sálar
ligum upplivingum og so
nakrar romatiskar yrkingar,
sum hann flest allar hevur
skrivað á ungum árum.
Um savnið kann sigast,
talan sum so ikki er um nakr
an málrættaðan boðskap,
men at tað heldur ber brá
av blandaðum kenslum.
Heitið ”Betwixed” sam
svarar við yrkingarsavnið.
Og tað setur síni spor í
sandin, har slóðað verður inn
á ungdóm og aldurdóm, vár
og heyst, summar og vetur.
Kápan er svørt og hvít,
við mynd, ið Karin Maria
Djurhuus, systir Christian
Fróða, hevur málað.
Yrkingarsavnið er útgivið
við egnum forlag, og fæst í
bókabúðunum. ”Betwixed”
er 32 blaðsíður til støddar og
kostar 70 krónur. Yvirskotið
av ”Betwixed” fer óskert til
felagið ”Sinnisbata”
Áðrenn tingið fór til hús
reistist tingfólkið og sang
Gleðilig Jól,. Hetta var ein
vakur háttur at enda ein dag,
har kjakið um fíggjarlóg og
kanska mest um fíggjarligt
óskil á Læraraskúlanum
hevði verið hart.
Tað ljóðaði fagurt, og flest
øll dugdu øll orðini. Tað bar
til hjá bæði samgongu og
andstøðu at syngja sama lag
‒ í øllum førum hesa løtuna
Fíggjarlógin er samtykt,
og tinglimirnir eru farnir til
hús at pynta jólatrø, pakka
gávur inn og annars at fyri
reika seg til jóla.
Tingfundur verður aftur
31. januar, so talan verður
um ein langa og góða jóla
frítíð.
nud
Tingfólkið sang jólini inn
Allar 3 konsertirnar við
teimum 3 havfrúnnum
Lenu, Guðrun og Eivør eru
útseldar, skrivar heimasíðan
hjá Lenu, www.lenamusic.
com. Konsertirnar verða í
Norðurlandahúsinum 28.
og 29. januar.
Hesar konsertir eru ein
endurtøka av væleydnaðu
konsertini við teimum
trimum í Keypmannahavn
í summar. Tað er blaðið
Kvinna, ið skipar fyri kon
sertunum. Allar 3 song
kvinnur kundu ivaleyst fylt
Norðurlandahúsið, so tað er
ivaleyst passandi, at tær fylla
húsini 3 ferðir.
nud
3 av bestu
føroysku
songkvinnunum
fara á pallin í
Norðurlanda
húsinum 3 ferðir
Útseldar havfrýr