mikudagur 21. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 245 - 21. desember 2005
– Vit megnaðu at
minkað hallið á
fíggjarlógini, uttan
at høgga djúpt
nakrastaðni og nú
skal ikki so nógv til
afturat fyri at javnvág
í, sigur Anfinn
Kallsberg
Fíggjarlógin 2006
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit sluppu undan at gera
nøkur álvarslig høgg. Men
kortini eydnaðist tað at
minka hallið á fíggjarlógini
nakrar milliónir.
Týsdagin
samtykti
Løgtingið fíggjarlógina fyri
2006 og Anfinn Kallsberg,
formaður í fíggjarnevndini
fegnast um, at tað eydnaðist
at minkað hallið enn meiri
enn landsstýrið ætlaði enn
at tað skuldi verið.
Eftir uppskotinum hjá
landsstýrinum hevði hallið
á fíggjarlógini næsta ár verið
219 milliónir krónur.
Men eftir at hava verið
ígjøgnum kvørnina í fíggj
arnevndini, er endaliga
úrslitið, at hallið verður
slakar 212 milliónir.
– Tað er úrslitið, hóast ein
útreiðsla upp á 50 milliónir
til Hovstunnilin, er sett á
fíggjarlógina afturat.
Upprunaliga var ætlanin,
at Hovstunnilin skuldi leggj
ast í eitt partafelag og so
hevði hallið verið 50 milli
ónir lægri og hevði tað verið,
hevði hallið komið niður á
160 milliónir.
– Og høvdu aðrar lógar
broytingar verði settar í gild
ið, sum ætlanin var at seta
í verk, hevði hallið verið
undir 150 milliónir. Talan
var um prístalsreguleringar
av ávísum pensjónum,
endurgjald fyri barnapening
og annað, sum kosta einar
10-15 milliónir.
Anfinn Kallsberg ásannar,
at fyri so vítt kann tað gera
tað sama, um Hovstunnilin
stendur beinleiðis á fíggj
arlógini, ella um hann er í
einum partafelag.
– Men stendur hann á
fíggjarlógini, skal alt setast
av í einum ári. Hevði hann
ligið í einum partafelag,
kundu útreiðslurnar hinveg
in verðið toygdar yvir fleiri
ár.
Ì fíggjarnevndini varð
stórur dentur lagdur á at
gjøgnumganga hvørt einasta
málsøkið og tað eru eisini
ymsar sparingar settar í verk
her og har, uttan kortini at
høgga so djúpt. Hinvegin
eru nógvar smár broytingar
gjørdar, men á øllum teimum
eymu økjunum, heilsuverk
og almannaverk, eru ikki tær
stóru sparingarnar gjørdar,
hóast vit ikki hava góðtikið
allar hækkingarnar, sum
landsstýrið hevur biðið um.
Harafturímóti eru eisini
summar útreiðslur, sum
hækka. Samstundis er tað
eisini farið at ganga frægari
í samfelagnum við tað, at
inntøkurnar hækka.
Anfinn Kallsberg sigur,
at annars er lagt upp fyri
lønarhækkingum á fíggjar
lógini, so at almennir stovn
ar fáa endurgjald fyri tær
lønarhækkingarnar, sum nú
liggja í kortunum.
– Kortini eru ymsar spar
ingar gjørdar á summum
økjum og á øðrum økjum
eru játtanirnar hækkaðar.
Størsta einstaka hækkingin
er á eldraøkingin, har játtanin
er hækkað 27 milliónir.
Anfinn Kallsberg sigur,
at tann hækkingin er eitt
úrslit av eini politiskari
raðfesting sum sigur, at
stórur dentur skal leggjast
á at útbyggja eldraøkið við
fleiri røktarheimum.
Hallið skal burtur
Anfinn Kallsberg staðfestir
kortini, at tað framvegis er
hall á fíggjarlógini. Hann
staðfestir eisini, at hallið
skal burtur.
– Men nú er hallið ikki
størri enn so, enn at bara
eitt sindur av viðgongd er
í samfelagnum, skuldi tað
eydnast at fingið javnvág í
aftur.
Samstundis staðfestir for
maðurin í Fíggjarnevndini
eisini, at tað krevur eisini,
at politikarar hava rygg til
at føra ein strangan fíggj
arpolitikki, so at tær inn
tøkur, sum ein viðgongd í
samfelagagnum fara at geva
landskassanum, ikki verða
gjaraðir útaftur í ymsum
útreiðslum.
– Tað er júst hetta, sum er
torført, tí beinanvegin tað fer
at ganga betri, veksa eisini
krøvini frá politikarum
til útbyggingar av ymsum
slagi.
– Tað verður eisini neyð
ugt at vit gera tær skipanir
vit hava á ymsum økjum,
nógv einfaldari enn tær eru.
Nógvar lógir eru danskar
lógir, ella lógir, sum eru
týddar úr donskum og gjørdar
til føroyskar lógir. Men hetta
eru lógir, sum eru smíðaðar
til eitt samfelag, sum er 100
ferðir størri enn okkara og
tað er ikki altíð, at tær hóska
til føroysk viðurskifti.
Formaðurin í fíggjar
nevndini heldur tískil, at
tað verður neyðugt at fáa
eitt einafaldari lógarsmíð
á nógvum økjum, so at tað
hóskar betri til føroysk við
urskifti og verður lættari at
handfara, enn tær mangan
eru nú.
Men hann vil ikki nevna
ávís øki, tí hann heldur, at
hetta eru galdandi fyri øll
øki.
– Tað krevur stóra orku
at broyta tey viðurskiftini,
men tað gongur illa at fáa
politikarar at játta pening
til tað orkuna. Tí vænti eg
kortini ikki tær stóru broyt
ingarnar tey næstu árini,
leggur Anfinn Kallsberg
afturat.
Vit fara ikki at taka
gosbrunnin niður,
sigur borgarstjórin í
Havn
Býarmynd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Gosbrunnurin við teimum
sermerktu dansigentunum á
Káta Horni í Havn, skal ikki
takast niður.
Tað staðfestir Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn.
At døma eftir gerða
bókini við frásøgn frá
býráðsfundinum hósdagin,
hevur býráðið annars sam
tykt eina ætlan fyri Niels
Finsensgøtu sum eisini ber
í sær, at gosbrunnurin skal
takast burtur.
Hesi tíðindi bóru vit í
Sosialinum í gjár.
Men Heðin Mortensen,
borgarstjóri, ásannar nú, at
tað er hent eitt mistak við
gerðabókini, so at hon ikki
gevur eina heilt sanna mynd
av tí, sum varð samtykt.
– Tað er rætt, at býráðið
einaferð samtykti at taka
gosbrunnin niður. Tá var
ætlanin at flyta standmyndina
niðan til svimjihøllina at
standa
– Men hendan samtyktin
varð broytt á býráðsfundi,
uttan at tað er komið við í
gerðabókina.
– Úrslitið er at tað kann
slást fast, at dansigenturnar
verða standandi, sigur borg
arstjórin.
Hann sigur, at tað er
ikki bara sum at siga tað at
flyta gosbrunnin, tí undir
standmyndini er eitt stórt
pumpuverk.
– Ístaðin fyri at taka hana
niður, fara vit at gera hana í
stand, so at hon kemur til sín
fulla rætt og kemur at verða,
sum listamaðurin, Frithjof
Joensen ætlaði hana.
Upprunaliga var vatn í
gosbrunninum, men tað
sprutaði so illa, at fólk, sum
gingu framvið, fingu karm.
– Ístaðin fyri at taka
gosbrunnin niður, er ætlanin
nú at gera broytingar og ábøt
ur, so at vit aftur fáa vatn í
brunnin, uttan at tað verður
til ampa fyri tey, sum ganga
framvið, sigur borgarstjórin
í Havn.
Sluppu undan at høgga ov djúpt
Løgtingið hevur minkað hallið á fíggjarlógini niður í slakar 212 milliónir, hóast stórar eykaútreiðslur vórðu settar á hana. Nú ræður
um at føra ein stramman fíggjarpolitikk, so at tær inntøkur, sum ein viðgongd í samfelagnum, fer at geva landskassanum, ikki verða
gjaraðar útaftur beinanvegin, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini
Dansigenturnar á Káta
Horni verða standandi
Hendan býarmyndin
í Havnini verður ikki
burturbeind kortini, sigur
Heðin Mortensen, borgarstóri