mikudagur 21. desember 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 21. desember 2005
7
Landstýrismaðurin
í Vinnumálum fekk
umborð á Smyrli í
morgun handað álit
um at seta á stovn
fastan gerðarrætt
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hetta merkir ikki, at eingi
verkføll verða aftur - tað
er ein vanlig misskiljing
millum fólk, at hetta loysir
øll verkføll, men ein gerð
arrættur kann ikki forða
fyri, at sáttmálar ganga
út, og at partar taka stig
í hesum sambandi, segði
Kári á Rógvi formaðurin í
arbeiðsbólkinum, ið hevur
arbeitt við at gera tilmælið
um loysn av trætumálum á
arbeiðsmarknaðinum.
Í morgun handaði Kári á
Rógvi vegna arbeiðsbólkin,
Bjarna Djurholm lands
stýrismanni í vinnumálum
álitið um fastan gerðarrætt.
Tað er ein samdur arbeiðs
bólkur umboðandi 60
ymiskar partar á arbeiðs
marknaðinum, ið letur álitið
frá sær. Landsstýrismaðurin
kallaði hetta eitt søguligt
frambrot, og fegnaðist um
hesa semju, og takkaði Kára
á Rógvi fyri stóra arbeiðið.
Arbeiðsbólkurin mælir
til at seta á stovn fastan
gerðarrætt, ið skal taka
støðu í øllum trætum á
arbeiðsmarknaðinum
í
sáttmála
skeiðinum.
Stovnurin skal fíggjast
av brúkaragjøldum eins
og vanligi gerðarrætturin
er tað í dag. Men fyri at
tryggja stovninum, eisini í
tíðarskeiðum har eingi mál
eru, skal Vinnumálaráðið
fíggja raksturin av hesum
sekreteriati. Stovnurin fær
heitið Fasti Gerðarrættur.
Kári á Rógvi sigur, at heiti er
óbundið í teirri vón, at Fasti
Gerðarrættur fær støðið
millum manna, eins og t.d.
Føroya Rættur.
Álitið um rættin er
ein semja, sum teir 60
partarnir skulu undirskriva,
hetta bindur teir til at
fylgja avgerðum, ið Fasti
Gerðarrættur tekur. Kári á
Rógvi sigur, at hann vónar, at
flest allir av partunum velja
at undirskriva beinanvegin,
tí nevndin er samd og hevur
í allari viðgerðini tryggjað
sær, at partarnar vóru kunn
aðir um arbeiðið, og tók
afturmeldingar frá pørtunum
við í viðgerðina.
Rætturin skipar seg við
somu nevnd, sum hevur
sitið og gjørt álitið, 3 limir
umboðandi arbeiðsgevarar
og 3 limir umboðandi
arbeiðstakarar. Henda nevnd
velur 2 løgfrøðingar at vera
formann og næstformann.
Nevndin tekur avgerðir í
øllum vanligum trætumálum
og ósemjum á arbeiðs
marknaðinum. Til hvørt
trætumál verða 3 limir valdir
av avgera málið. Ein vegna
arbeiðsgevaran, ein vegna
arbeiðstakararnar og ein
av formonnunum. Í serliga
truplum førum verða tvey
umboð vegna arbeiðstakarar
og tvey umboð vegna
arbeiðstakarar. Eru málini
av prinsipiellum slagi, er øll
nevndin við í viðgerðini.
Stovnurin fer somuleiðis,
at gera eitt savn av
avgerðum í trætumálum
á arbeiðsmarknaðinum,
ið kann lætta um framtíð
aravgerðir. Arbeiðið hjá
Fasta Gerðarrættinum fer
sambært Kára á Rógvi
og Bjarna Djurholm at
skapa eitt betri klima á
arbeiðsmarknaðinum,
soleiðis at trætur ikki
verða tiknar við til sam
ráðingarborðið, tá sáttmála
samráðingar verða, hetta
kann skera talið av verk
føllum niður. Men hetta
merkir ikki, at eingi verk
føll verða aftur, tí ein gerð
arrættur kann ikki forða
fyri, at sáttmálar ganga
út, og at partar taka stig í
hesum sambandi, segði Kári
á Rógvi
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum, Bjarni Djur
holm, setti á heysti 2003
arbeiðsbólkin, at gera tilmæli
um skipan at loysa trætumál
á arbeiðsmarknaðinum í
sáttmálaskeiðunum.
Arbeiðssetningurin,
sum bólkurin fekk at virka
eftir, var gera uppskot til
skipan, sum kann viðgera
trætumál og spurningar um
sáttmálabrot við atliti at
veita skjóta viðgerð,
• at samfelagslig áhugamál
verða havd í huga, serliga
• at ósemjur og sáttmálabrot
verða
loyst
í
eini
rættarskipan, og at kunna
hjálpa tí partinum, sum
líður undir sáttmálabroti,
• at fáa sín rætt og møguliga
uppreisn, so skjótt sum til
ber. Hesin Tað er hesin
partur av arbeiðinum, ið
er liðugur nú.
Nú verður arbeitt víðari
við at seta stovnin á stovn,
og ætlanin er, at hann fer
at virka 1. apríl. Bjarni
Djurholm segði, at hann
nú fór at bera uppskotið
um at fíggja sekreteriatið í
Løgtingið.
Bólkurin fer nú at
arbeiða víðari við restina
av arbeiðssetninginum,
ið umfatar stovnsetan av
nýggjum semingsstovnið
og at dagføra lóggávuna
um seming á arbeiðs
marknaðinum, men bæði
landstýrismaðurin og Kári
á Rógvi, vóru samdir um,
at størsta arbeiðið var fari
afturum við hesum áliti.
Ein fastur gerðarrættur er eingin
trygd ímóti verkføllum
Kári á Rógvi formaður í arbeiðsbólkinum handaði álitið um Fasta Gerðarrætt til landsstýrismannin í vinnumálum umborð á Smyrli