mikudagur 21. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 245 - 21. desember 2005
Herfyri gav Páll Poulsen
út bókina Vitanarslóðin.
Bókin viðger ymisk fyri
brigdi og frábrigdi í tí før
oyska samfelagnum og er
ætlað sum kjakbók.
Í innganginum sipar høv
undurin til føroyska sam
felagið sum eitt samfelag,
sum ikki riggar, men held
ur fram, sjálvt um tað ikki
riggar. Víðari sigur hann
millum annað:
”Tað er sera áhugavert
teoretiskt, at tað ber til,
sjálvt um tað ikki ber til.
Fyri at føroyingar skulu
standa við ábyrgd, noyðast
vit at seta intelligens við,
annars gongur tað ikki.
Tað nyttar einki, at tyrlan
stendur á flogvøllinum,
tá ið sjómenn drukna úti
á havinum. Samfelagsliga
sjúkan er mental, tí men
talt eru vit ikki vorðin
”airborne”, soleiðis at
vit kunnu skapa veruliga
hávitan og vísindi í Før
oyum. Higartil eru vit tó
komin so mikið langt, at
skipanin gevur prógvini
móti sær sjálvari út í bók.
Vónandi fer hendan bókin
at seta ferð á nakrar tankar,
ið bera á annan bógv, tí
hetta organiserða óskil
kann ikki halda áfram.”
Vitanarslóðin er tann
fyrsta í røðini Annales
Kioskus Tórshavniensis.
Hon er 95 síður og fæst í
bókabúðunum.
ave
Nýgg kjakbók
Lena og Niclas
spældu mánadagin
konsert í vælumtókta
norska spælistaðnum
Smuget, millum
áskoðararnar vóru
fleiri fólk úr norska
tónleikaídnaðinum.
Tónleikavinna
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lena og Niclas spældu
mánadagin eina konsert í
Smuget, ið er eitt væl umtókt
spælistað í Oslo. Talan var
um eina sýnisgluggakonsert
fyri fólki úr norska tónleika
ídnaðinum.
Ætlanin var, at Lena skuldi
hita upp fyri amerikonsku
songkvinnuna Beth Hart í
Oslo herfyri, hetta var ein
partur av eini longri konser
trundferð hjá teimum báð
um. Men Lena fekk lungna
bruna og avlýsti tí síðsta
part av konsertferðini m.a.
konsertina í Oslo.
Umboðsmaðurin
hjá
Lenu hevði gjørt avtalu við
plátufeløg og fyrireikarar í
Noregi um at koma á kon
sertina við Beth Hart, tá hetta
varð av ongum, varð avgjørt
at halda hesa sýnisglugga
konsert fyri somu fólkum.
Lena hevur norskar røtur,
og hetta var eitt høvi hjá
henni at kannað tær, hon
segði í samrøðu við Sosialin
í november, at hon gleddi
seg til hesa uppliving.
Hósdagin koma Lena og
Niclas til Føroyar at halda
jól. Beint eftir jól fara tey
í Jak Zak upptøkuhølið, at
taka nøkur nýggj løg upp.
Hetta er fyrst og fremst fyri
at dokumentera nøkur av
nógvu løgunum, ið tey hava
skrivað seinastu mánaðarnar.
Tá Lena og Niclas vóru í
Føroyum herfyri, vóru tey
í sama upptøkuhøli og tóku
nøkur løg upp. Enn er ikki
greitt hvussu nógv av hesum
verður til eina útgávu, ella
nær henda so kemur.
Lena roynir seg í Noregi
Løgtingsins
umboðsmaður hev
ur í heyst kannað
málsviðgerðina á
Almannastovuni.
Frágreiðing um
kanningina verður nú
almannakunngjørd.
- Almannastovan fegnast
um, at umboðsmaðurin
metir umsitingina av sjúkra
dagpeningi at vera skjóta
og smidliga. Somuleiðis
eru vit sera fegin um, at
umboðsmaðurin er væl
nøgdur við viðgerðina av
málum um hjálpartól, sigur
Petra Johnsdóttir Joensen,
stjóri á Almannastovuni.
Umboðsmaðurin metir, at
á hesum báðum økjum eru
bert talan um smávegis
trupulleikar í málsviðgerð
ini.
Umboðsmaðurin hevur
atfinningar at umsitingini
av fyritíðarpensjónsmálum,
sum hann metir vera ov drúgva
og innihalda óneyðugar tætt
ir. Umboðsmaðurin mælir
tí Almannastovuni til at
umhugsa broytingar í manna
gongdini.
- Almannastovan tekur til
eftirtektar atfinningarnar
at umsitingini av fyritíðar
pensjónsmálum. Vit ásanna,
at viðgerðin av ávísum mál
um hevur verið ov drúgv,
og at mannagongdin eigur
at verða endurskoðað við
atliti til tey viðurskifti,
sum umboðsmaðurin vísir
á, sigur Petra Johnsdóttir
Joensen.
Almannastovan er ikki
samd í meting umboðsman
sins av vektingini av lækna
váttanini, tá støða skal takast
til fyritíðarpensjón. Í nøkrum
málum er støðan so greið,
at læknaváttanin einsamøll
er nóg gott grundarlag at
taka avgerð út frá, men
Almannastovan metir, at tað
er ikki vanliga so.
Sambært
lógini
um
almannapensjónir er tað
fyritreyt fyri at játta pensjón
til fólk undir 60 ár, at ongin
møguleiki er at seta í verk
endurbúgvingarfyriskipanir
ella at finna eitt hóskandi
arbeiði (§ 5), herundir vart
starv. Harumframt sigur
lógin, at inntøkuviðurskifti,
arbeiðsmøguleikar, aldur,
lívsstarv, útlit fyri betran
ella versnan av avlamninum
ella onnur viðurskifti, sum
kunnu hava týdning, skulu
takast við í metingini av
skerda arbeiðsførleikanum.
Almannastovan metir tí,
at ein sosialfaklig heildar
meting vanliga má ger
ast av umstøðunum hjá
umsøkjaranum fyri at kunna
taka støðu og gera eina
tilráðing um pensjón og pen
sjónsstig – hægstu, miðal ella
lægstu fyritíðarpensjón.
Umboðsmaðurin vísir í
kanningini á, at Almanna
stovan í fyritíðarpensjóns
málum bara skal gera
eina tilráðing, ikki taka
avgerð, tí hana tekur Van
lukkutryggingarráðið.
Tá málið verður latið til
Vanlukkutryggingarráðið,
metir Almannastovan tað
at vera klárt til støðutakan.
Almannastovan ger tað neyð
uga fyrireikandi arbeiðið,
og hóast at hetta arbeiðið
hevur tikið í so drúgva tíð
í ávísum málum, so metir
Almannastovan, at tað er
henda fyrireiking, sum eig
ur at taka tíð í einum fyri
tíðarpensjónsmáli. Ein táttur,
sum harumframt er við til
at leingja málsviðgerðina
munandi, er langa bíðitíðin
hjá
Almannastovuni
eftir at fáa umbidnar ser
læknaváttanir til vega.
Umboðsmaðurin vísir
harumframt á, at samrøðan,
sum Almannastovan hevur
við umsøkjarar, í nógvum
førum er óneyðug og leingir
viðgerðartíðina óneyðugt.
Almannastovan ásannar, at
har støðan hjá umsøkjaranum
er púra greið frammanundan
og týðuliga framgongur
av læknaváttanini, er ikki
neyðugt við samrøðu. Í
øðrum førum metir Almanna
stovan, at beinleiðis samband
– samrøða – við umsøkjaran
er neyðug fyri at tryggja eina
neyva og rætta lýsing av
umstøðunum hjá tí einstaka
umsøkjaranum. Somuleiðis
hevur tað týdning, at støðan
eisini verður lýst sum umsøkj
arin sjálvur sær hana.
Almannastovan hevur lagt
stóran dent á at menna stovnin
við atliti at málsviðgerð og
tænastu. Starvsfólkaorkan
stendur tó ikki mát við øktu
fyrisitingarligu og tænastu
ligu krøvini og økta máls
talið. Vegna skerjingar á
fíggjarlógini segði Almanna
stovan 6 fólkum úr starvi
fyri einum ári síðan, og hetta
metir Almannastovan sæst
aftur serliga í mun til eina
longri viðgerðartíð.
Almannastovan fer nú við
støði í frágreiðingini hjá
umboðsmanninum at end
urskoða mannagongdirnar
á fyritíðarpensjónsøkinum
og annars gera neyðugar
rættingar í mannagongdunum
á hinum økjunum, sum
umboðsmaðurin hevur kann
að.
Almannastovan tekur umboðsmanna
kanning til eftirtektar