Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 21. desember 2005 9 - Út við 1000 russar, sum ikki sleppa heim til síni kæru á jólum, eru her rundan um høgtíðina. Í fleiri ár hava vit givið teimum jólagávur, og tað hevði glett okkum, um samkomur, sjó­ manskvinnuringar og fyritøkur aftur í ár stuðlaðu okkum í at geva hesum fólkum, sum eru so langt heimanífrá á jólum, eina jólagávu, sigur Árni Dam, russiskur umboðsmaður í Føroyum Jólahøgtíðin Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið flaggskipið í føroyska fiskiskipaflotanum, Atlantic Navigator, fór fyrsta túrin herfyri, fekk manningin jóla­pakkar umborð, sum sjó­ manskvinnuringarnir kring landið hava latið. Væntandi er ikki, at manningin verður heima um jólini, og tí syrgdi sjómansmissiónin fyri, at manningin fekk jólapakkar. Men tað er ikki bara At­lantic Navigator, sum verð­ ur burtur á jólum. Vit hava eisini onnur langfaraskip, sum eru langt burtur av landi, nú jólini rættiliga stunda til. Eisini hesar manningar fingu jólapakkar, tá ið seinasti túr­ urin undan høgtíðini byrjaði. At enda hava vit nógv fólk í farmaskipasigling á øll­ um heimshøvum, og hjá mongum av teimum b‡ðst heldur ikki høvi at vera heima á jólum. Afturvendandi jóla­heil­s­ urnar geva okkum eina hóming av, hvar føroyingar umborð á føroyskum og fremmandum skipum balast, tá ið vit onnur hugna okkum heima við hús saman við familju, vinum og kenningum. 1000 russar Men tað eru ikki bara før­ oyskir fiskimenn og føroysk sjófólk, sum heimanífrá á jólum. Árni Dam, russiskur um­ boðsmaður í Føroyum, veit at siga, at út við 1000 russar, sum ikki sleppa heim til síni kæru á jólum, eru í Føroyum rundan um høgtíðina. Nøkur skip liggja á Sundi, og skip hava eisini ligið í Kollafirði. Haraftrat liggja skip á reduni. - Russarar koma og fara, men eg vil meta, at út við 1000 russarar, sum ikki sleppa heim á jólum, eru her rundan um jólahøgtíðina. Árni Dam vísir á, at í fleiri ár hava føroyingar givið russ­iskum sjófólki, sum eru her um okkara leiðir um høgtíðina, jólagávur, og tað eru teir sera glaðir og takksamir fyri. 1000 jólagávur - Aftur í ár savna vit inn jólagávur til russ­isku sjófólkini, og tí hevði tað glett okkum al­­mikið, um samkomur, sjó­ manskvinnuringar og fyritøkur aftur í ár stuðl­aðu okkum í at geva russ­unum eina jólagávu, sigur Árni Dam, russiskur umboðsmaður í Føroyum Hann vísir á, at bæði samkomur, sjómans­kvinn­u­ ringar og fyritøkur hava verið ófør at koma við gávum, ið Faroe Agency, sum Árni Dam rekur, síðan fær umborð á russisku skipini, sum liggja við bryggju og eru úti á reduni. - Eingin ivi skal vera um, at hetta hevur stóran týdning fyri russisku sjófólkini, og úr Ruslandi hoyra vit mangan, hvussu vinsælir og gestablíðir vit føroyingar eru sum fólk. Ein góð gerð Árni Dam vísir á, at tað at geva eina jólagávu kanska ikki ljóðar av nógvum, men hann er onga løtu í iva um, at hetta eisini hevur týdning fyri góða samstarvið, sum er millum russiskar og før­ oyskar myndugleikar á fiski­ vinnuøkinum. Tað, at vit føroyingar geva russiskum sjófólki jóla­ gávu, verður – sum hann tek­ur til – ”rapporterað” til russisku sendistovuna, sum afturvendandi vísir sítt takksemi fyri hesa góðu gerð mótvegis teirra siglandi fólki. Hann væntar, at eini 10 russisk skip við millum 70 og 92 fólkum umborð eru her um okkara leiðir – frá nú av, og til jólini eru av. Latið frætta - Tey, sum vilja hjálpa okk­ um at geva russum eina jóla­gávu, kunnu venda sær til Faroe Agency á tlf. 351990 ella á gsm 231990 – og telefonirnar svara allan sólarringin, sum Árni Dam tekur til. Hann sigur, at tað var til jólini í 1981, at stig vórðu tikin til at savna inn jólapakkar til russisk sjófólk, og hetta hevur verið gjørt síðan. - Higartil hava tvær mann­ ingar fingið jólarpakkar, men tað plagar at vera so­leiðis, at flestu sjófólkini fáa ein jólapakka í part, tá ið saman um kemur, sigur Árni Dam. Í Ruslandi halda tey ikki jól somu dagar sum vit, men jólini verða í staðin hildin 6. og 7. januar. Ein jólagáva til russisk sjófólk - Tey, sum vilja hjálpa okkum at geva russum eina jólagávu, kunnu venda sær til Faroe Agency á tlf. 351990 ella á gsm 231990 – og telefonirnar svara allan sólarringin, sigur Árni Dam Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað, at vit føroyingar geva russiskum sjófólki jólagávu, verður – sum Árni Dam tekur til – ”rapporterað” til russisku sendistovuna, sum afturvendandi vísir sítt takksemi fyri hesa góðu gerð mótvegis teirra siglandi fólki Mynd: Vilmund Jacobsen