mikudagur 21. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 245 - 21. desember 2005
Av tí at bæði jólini og nýggjárið fella í einum vikuskifti
verður blaðútgávan í ár ikki so nógv darvað av høg
tíðunum, sum tað annars oftani er støðan.
Í ár verða sostatt bert tveir færri útgávudagar, ein
eftir jól og ein eftir nýggjár. Blaðið kemur sum
vant út sum vikuskiftisblað bæði lítlajólaaftan og
lítlanýggjársaftan. Og eins og undanfarin ár verður
talan um víðkaðar útgávur.
Sum siður hevur verið seinastu mongu árini gevur
Sosialurin út eitt serstakt JÓLABLAÐ. sum verður
prentað fyri seg í góðum pappíri og lagt inn í seinasta
blaðið undan jólum. Her verður nógvur og fjølbroyttur
jólalesnaður. Lýsingar til hetta blaðið skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin á middegi.
Aftur í ár gera vit eisini nógv burtur úr nýggjárinum.
Her verður serstakt ínnlegg um farna árið, og sjálvandi
líta vit eisini frameftir og vita, hvat 2006 hevur at
bjóða okkum. Lýsingar til hetta blaðið skulu vera
okkum í hendi hósdagin millum jól og nýggjár.
Miðlahúsið er skjótt eitt ára gamalt. Umframt at hýsa
framleiðslum okkara á ymsu miðlapallunum hevur
húsið eisini hýst tiltøkum av ymsum slag tað verið seg
konsertum og fundum. Hetta er nakað vit fara at halda
fram við í 2006 og heita vit á fólk, feløg, stovnar og
felagsskapir um í góðari tíð at siga okkum frá, tá tit
vilja brúka hølini til tiltøk, sum so aftur í mongum
førum verða umrødd á miðlapallum okkara. Vit fara
eisini sjálvi at taka stig til tiltøk av ymsum slag eitt
nú Trapputingið, sum er komið fyri at verða.
Orðaskifti fer at vera ein av hornasteinunum í
miðlavirkseminum komandi ár. Ætlanin er at gera
Trapputingið til eitt fólksins debatforum, bæði sum
upphitari til viðgerðir á tingi og sum forlongdi armurin
av hesum viðgerðum. Meðan tingsins røðarapallur
einans er fyri politikararnar, so fer Trapputingið at
vera pallurin hjá fólkinum. Vit meta, at Trapputingini
kunnu stuðla uppundir demokratisku prosessina,
viðgerðina í samfelagnum annars og her ikki minst
viðgerðina á Føroya Løgtingi. Har verða karmar um
framtíð føroyinga settir, og hesar karmar eigur fólkið
eisini at hava møguliga at ávirka ikki bert til val.
Trapputingini fara so aftur at fóðra Tinghellunar í
blaðnum. Her skal verða ein veksulvirkningur, har
hesi stuðla uppundir hvørt annað. Tvs. at tiltøkini
í Miðlahúsinum verða endurspeglað og fylgd upp
í blað og á ymsu miðlapallunum. Ein bæði náttúrlig
og týðandi tilgongd.
Sosialurin og Miðlahúsið eru tí eisini opin fyri øllum
góðum hugskotum í hesum sambandi. Vit leggja høli
til og vit vilja eisini vera við til at fyrireika kjakfundir
so sum Trapputing, har initiativið kemur uttanífrá.
Tí skal tað vera okkara áheitan á lesarar og brúkarar um
ikki at halda seg aftur men saman við okkum at vera
við til at fylla hesar góður karmar út í Vágsbotni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Blaðútgávan til nýggjárs
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
Havnar Arbeiðskvinnufelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag,
Klaksvíkar
Arbeiðs
kvinnufelag og Føroya
Arbeiðsmannafelag hava
drúgva grein í bløðunum nú
um dagarnar við yvirskriftini:
”Úttalar løgmaður seg vegna
Javnaðarflokkin?” Sambært
undiryvirskriftini til greinina
so er tað tað, sum eg førdi
fram á landsfundinum, sum
hevur fingið hesi feløg at
taka blaðið frá munninum.
Og hvat segði eg so á
landsfundinum? Her kemur
brotið orðarætt:
Í einum framkomnum sam
felag eru nógvir aktørar, sum
hvør á sínn hátt hava týðandi
leiklutir. Ein av hesum
týdningarmilu aktørum er
arbeiðsmarknaðurin – fak
rørslan og arbeiðsgevarar.
Ein annar eins týðandi akt
ørur eru kommunurnar.
Men hvussu vit enn venda
og snara hesum, so eru vit í
botn og grund øll við í sama
leiki – vit eru á sama liði.
Tíverri síggja vit alt ov ofta,
at vit heldur enn at draga
eina línu, seta okkum við
føtur í spenni og hála ímóti
hvørjum øðrum.
Tí skal tað vera mín áheitan
á eitt nú arbeiðsmarknaðin,
at vit seta okkum niður í
friðartíðum og taka upp eitt
mennandi kjak um, hvussu
vit frægast leggja okkum
viðurskiftini til rættis. Tað
byggir einki upp, at vit frá
almennari síðu leggja okkum
út í tykkara viðurskifti, tað
eru vit fullgreið yvir, men
eins lítið dugur tað, at tit
halda lív í einum fiktivum
klassastríði,
sum
fyri
langari tíð síðani er farið í
søguna.
Tá okkara politisku und
angongufólk í politikki
og í fakrørsluni stríddist
fyri grundleggjandi og
sjálvsøgdum rættindum,
so mugu vit í dag ásanna,
at hetta stríð varð vunnið.
Men eftirkomarar hjá
teimum, sum tá vóru mið
depilin í stríðnum, eru í
dag tey, sum ynskja m.a.
góðar útbúgvingar, góð
ansingartilboð og góð pen
sjónsviðurskifti. Og soleiðis
flytist heimurin alsamt.
Okkara samfelag tørvar
ein meira opnan, breiðan
og konstruktivan dialog.
Ikki ein monlog frá okkum
poltikkarum, men ein dialog
eisini við tykkum, sum
umboða arbeiðsmarknaðin.
Vit mugu fáa dialogin at
virka. Vit hava so sanniliga
brúk fyri tykkara meiningum,
og eg meti enntá, at tað er
tykkara skylda at vera við í
almenna samfelagskjakinum.
Men tá nyttar lítið, at ein
rópar í eyst og annar í vest.
Vit hava tørv á einari rødd
frá fakrøsluni, eins og vit nú
í nøkur ár hava havt eina
rødd frá arbeiðsgevarunum
gjøgnum Vinnuhúsið. Hetta
kann bert styrkja kjakið og í
seinasta enda avgerðirnar,
tiknar verða.
Góðu floksfelagar.
Sjálvandi skulu vit ikki
gloyma, hvørji vit eru.
Sjálvandi skulu vit byggja
okkara politikk og tilveru
á ta hugsjón, sum hevur
savnað okkum. Grundin er
tann sama, men vit noyðast
at modernisera tað, sum
stendur oman á grundini.
Vit mugu støðugt vera
frammanfyri, fyri ikki at
enda aftanfyri. Hjá mær
er eingin ivi, vit skulu taka
fyrra partin av yvirskriftini
til okkara, tí í henni býr fram
tíðin. Framtíðina kunnu vit
ávirka, meðan fortíðina
kunnu vit bert minnast.
Lat okkum tí frameftir
herja!
Eg skal bert endurtaka, at
sjálvandi vita bæði tit og eg, at
tað klassiska stættarastríðið
fyri teimum grundleggjandi
korunum tíbetur er av, og
tað eiga vit at frøast yvir.
Eitt stríð, sum m.a. snúði
seg um 8 tímar arbeiðsdag,
frítíð og frítíðarløn, trygg
arbeiðskor og trygd í
arbeiðinum fyri álitisfólk
og fakfelagsleiðarar. Men
hetta merkir ikki, at tað ikki
eru nýggjar avbjóðingar at
stríðast fyri bæði hjá tykk
um sum fakfeløg og hjá
okkum sum flokki. Hetta
eru avbjóðingar, sum hoyra
nútíðini til. Tí var eisini heitið
av okkara niðurstøðu av
landsfundinum. ”Frameftir
herja og aftureftir verja”.
Fremst
av
hesum
avbjóðingum er tillaging og
útbúgving av arbeiðsfjøldini.
Vit liva í einari broytingartíð,
har alla tíðina verður neyð
ugt at tillaga seg nýggju
krøvini, sum m.a. fara at
vera, at tykkara limir eisini
fáa bestu møguleikar til at
tillaga seg við førleikum og
útbúgvingum.
Men harumframt eru tað
so mong onnur viðurskifti,
sum
eru
viðkomandi.
Eitt nú ein skynsamur
bústaðarpolitikkur, sum
tryggjar eisini tykkara limum
góða bústaðarmøguleikar.
Góð pensjónsviðurskifti,
sum eisini kann tryggja
tykkara limum góðar pen
sjónssømdir: Her hevur
henda samgongan hóast alt
gjørt sítt til, at Samhaldsfasti
fyri fyrstu ferð síðan byrj
anini av 90´árunum er
hækkaður munandi. Øktir
vinnumøguleikar fyri tey
tímaløntu, sum vónandi
bæði Íslandssátmmálin og
Kumuleringin vilja føra til.
Eg skal annars ikki fara
inn í einkultu málini, tit
nevna. Men tey vil eg fegin
taka upp saman við tykkum
á fundi, sum eg eisini fegin
vil taka stig til, um tit eru
áhugaði í tí.
Síggi annars, at ein
nevndarlimur í Lærara
felagnum í grein í Skúla
blaðnum hevur grein, sum
eisini sipar til landsfundin,
sum hann kallar: ”Bjóðar
løgmaður av, ella bjóðar
hann inn?” Mítt svar er: ”Eg
bjóði inn.”
Við ynskinum um eini
gleðilig jól og eitt gott
nýggjár.
Aftursvar til fýra fakfeløg