Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 245 - 21. desember 2005 Eitt dómaramistak gav Boga Simonsen reytt kort, tá Neistin dystaðist móti KÍF. Í Neistanum halda tey, at hetta fekk avgerandi ávirkan á dystin, sum tey tí vilja hava spældan umaftur Hondbóltur Jákup Mørk Skal felag hava rætt til nýggjan dyst, tá eitt klokku­ klárt dómaramistak hevur avgerandi ávirkan á úrsliti av dystin. Tað er høvuðsspurn­ing­ur­ in, sum Neistin hevur sett bæði kappingar- og dóms­ nevndini hjá HSF. Fekk reytt aðru ferð Upprunin til hendingina skal finnast í næsta dystinum hjá mansliðnum hjá Neistanum hetta kappingarárið. Hesin var í Hoyvíkarhøllini móti KÍF, og sum so var talan ikki nakað merkisvert fyrstu trý korterini av dystinum. Eitt korter fyri leiklok kom tó hendingin, sum fekk Neista-sinnini í kók. Bogi Simonsen fekk tá sína aðru útvísing, og sum so var eingin, sum mótmælti hes­ um. Dómaraborðið gjørdi tó dómararnar varugar við, at talan var um triðju út­vísingina, og at spælarin tí skuldi rekast av vøllinum. Neista-spælarar og -venjari vóru í øðini. Teir hildu fast um, at talan bara var um aðru útvísingina. Dómaraparið sjálvt hevði ikki ført yvir­ lit yvir útvísingar v.m., so­leiðis sum eitt par annars eigur at gera, og tí kundu teir ikki gera stórt annað, enn at fylgja boðunum frá dómaraborðinum. Eingi prógv Eftirfylgjandi hevur Neist­ in so kært málið til kapp­ ingarnevndina, men her fekk kæran ikki viðhald. - Við støði í, at dómara­ seðilin er undirskrivaður av bæði dómaraborði og dóm­­arun­um, hevur kapp­ing­ arnevndin valt, at tey ikki gera meira við málið, er stað­festingin frá hesi. Seinni hevur Neistin so eisini kært málið til Dóms­ nevndina. Svarið frá hesari kom 13. desember, men held­ ur ikki her var nøkur hjálp at heinta. Fyrst og fremst, so grund­ ar Dómsnevndin sítt svar á, at tað ikki ber til at prógva, hvørt eitt mistak er farið fram ella ikki. Teir hava millum annað hoyrt bæði dómarar og dómaraborð í málinum, men hvørgin parturin hevur her staðfest, at talan var um mistak. »Dómsnevndin metir, at tá dómararnir í einum dysti hava tikið avgerð um, at ein leikari skal reyða kortið, skal Dómsnevndin hava tilfar, sum heilt greitt prógvar, at talan var um eitt mistak, áðrenn tað kann koma upp á tal fyri Dómsnevndina at áseta, at nýggjur dystur skal leikast. Dómsnevndin hevur ikki fingið tílíkt tilfar í hesum málinum«, er greiða staðfestingin í skrivinum, sum Dómsnevndin hevur latið Neistanum. Gera neyvan meira Í Neistanum hava tey enn ikki tikið støðu til, hvørt tey fara at kæra málið víðari til Ítróttardómstólin. - Vanliga verður jú góðtikið, at Dómsnevndin hevur av­gerðarmyndugleikan, og spurningurin er helst, hvørt vit vilja nýta meira orku upp á hetta málið, sigur for­ maðurin í Neistanum, Jón Kragesteen. - Fyri okkum er talan tó um rættiliga prinsipiellan spurning. Umboð fyri dóm­ araborðið hava fyri okkum viðgingið, at talan var um mistak, men hetta er ikki tað, sum er sagt í frágreiðingini til Dómsnevndina. Samstundis er hetta eisini ein spurningur um, hvørt ein dómaraseðil er nakað sum helst verdur. Sambært dómaraseðlinum framgongur jú púra greitt, at talan var um mistak, men hetta hevur ikki nakað virði í próvførsluni. Og tað er ein rættiliga prinsipiellur spurn­ ingur fyri okkara viðkom­ andi. Jón Kragesteen sigur ann­ars, at tey enn einaferð hava sett seg í samband við um­boð fyri dómaraborðið. - Vit vilja hava at vita, hvør frágreiðing er galdandi. Men sum sagt, so veit eg ikki, hvørt vit annars fara at gera meira við málið. Neistin vil hava nýggjan dyst Upprunin til málið um kær­una frá Neistanum, er kanska fyrst og fremst, at dómaraparið í dystinum - Rúni Mohr og Ragnar Ras­ mussen - ikki førdi nakað yvirlit yvir útvísingar og annað, soleiðis sum eitt dómarapar eigur at gera. Formaðurin í Dóm­ara­ felagnum, Eyðun Sam­ uel­sen, ásannar, at talan var um eitt mistak hesum viðvíkjandi, men hann vil á ongan hátt harta dóm­ ararnar fyri hetta. - Fyrst og fremst, so skal viðmerkjast, at dysturin varð framskundaður. Tí verða dómararnir ringdir upp við boðum um at møta alt fyri eitt. At teir so í hes­um gloymdu kortini at skriva á eftir, er sjálvandi harmiligt, og teir áttu helst at funnið upp á onkra neyð­ loysn hes­um viðvíkjandi. - At talan so samstundis verður um ein dyst, har slíkt ivamál skal stinga seg upp, ger sjálvandi støðuna enn meira keðiliga. Og hetta ásanna dómarararnir eisini sjálvir. - Talan er um eina øgi­ liga keðiliga hending. Og eingin man harmast hetta meira enn dómararnir sjálvir. Men tíbetur kunnu vit staðfesta, at teir báðir hava reagerað positivt upp á hetta. Teir hava dømt nógv­ar dystir síðani, og teir hava eisini dømt væl, og tað haldi eg vísir, at teir hava rætta hugburðin til dømingina, staðfestir Eyðun Samuelsen at enda. -mørk Dómararnir verða bakkaðir upp McLaren liðið hevur boðað frá at høvuðsstuðulin hjá Ferrari og fyrsti koyrarin hjá Renault skifta til McLaren Mercedes frá kapp­ingarárinum 2007 Fernando Alonso er heims­meistari í formel 1 og hevur, í øllum førum so vítt, sum okkum er kunnugt, liðstjóran í Renault lið­ num Flavio Briatore sum um­boðsmann, hetta kann tó vera broytt, uttan, at vit hava fingið frænir av tí. Men kappingarárið 2006 verður seinasta kapp­ingarár, sum Alonso koyr­ir fyri franska liðið í hes­um umfarinum í øllum førum. Hetta eru rættiliga løgin tíðindi, tí um­framt tætta sambandið ímillum Briatore og Alonso, so hev­ur McLaren tveir av sterkastu koyrarunum í for­ mel 1 í Montoya og Räik­ könen, hvør av hesum fær sekkin aftan á 2006 er ikki gott at vita. Vodafone hevur seinastu árini verið høvuðsstuðul hjá Ferrari, og reyðu farv­ ur­nar hjá Ferrari hava giv­ið Vodafone óvanliga nógv lýsingarpláss. Men í framtíðini verður tað McLaren liðið, ið skal bera Vodafone rund­ing­in við 300 kmt kring heim­ sins formel 1 breytir. Hetta er uttan iva orsakað av, at Vodafone eins og restin av heiminum, væntar at gull­fuglurin hjá Ferrari Michael Schumacher legg­ ur í eftirlønarreiðrið aftan á komandi kappingarár. -nud Alonso og Vodafone skifta til McLaren Mercedes Nýggi landsliðsvenjarin hevur við innkallingini til venjingarlegu givið til kennar, at hann í brutto hópinum hevur fleiri ungar spælarar, sum fáa møguleikan at vísa, um teir eru búnir at taka við altjóða avbjóðingum VENJINGARLEGA Jóannes Hansen Jógvan Martin Olsen hev­ ur sent bestu føroysku fót­ bóltsspælarunum jólabræv. Innihaldið er innkalling til fyrstu venjingarleguna við nýggja oddamanninum fyri landsliðnum. Venjingarlegan verður í Havnini 7. og 8. januar. Umframt venj­ing­ arnar á vøllinum er ætl­an­ in at spælararnir skulu fáa kostvegleiðing frá lands­ liðslæknanum Jens Paula Mar­stein, og so fara ætl­ an­irnar fyri nýggja lands­ liðsárið at verða lagdar fyri spælararnar. Teir, sum droyma um at gerast landsliðsspælarar, og sum ikki hava fingið boð til fyrstu venjingarleguna, mugu ivaleyst rokna við, at teir skulu stríða serliga nógv fyri at koma í altjóða hitan. Venjarin hevur givið 30 spælarum boð, og tískil eigur hesin hópurin at verða roknaður sum brutto landsliðið. Tosað hevur verið um ætt­ arliðsskifti, og millum teir, sum hava fingið boð, eru nógvir blaðungir spælarar. Her verður eitt nú hugsað um Christian R. Mouritsen í Manchester City, Jóhan T. Davidsen í Everton, Hans Paula Samuelsen og Bárð Olsen úr EB/Streymi, Jann Inga Petersen úr B68, Hanus Thorleifsson, sum nú umboðar B36, og Jónas Tór Næs úr Frem. Jens Martin Knudsen tel­ ist ikki longur millum spæl­ ararnar. Hann er mál­mans­ venjari. Saman við Jákupi Mikkelsen hava tveir aðrir málverjar fingið boð. Teir eru Bárður Johannesen úr HB og Gunnar Nielsen úr Frem. Tað tykjast altso at vera veteranurin í HB og ungi eykamálverjin í Frem, sum skulu stríðast um at verða annar av lands­ liðsmálverjunum. Todi Jónsson hevur áður boðað frá, at hann ikki er tøkur til landsliðið, og Julian S. Johnsson tykist á B68 lið­num at skula prógva, at hann framvegis er upplagt landsliðsevni, áðrenn hann verður boðsendur. Teir, sum hava fingið lands­ liðsboð eru Jákup Mikkelsen, Hanus Thorleifsson, Berg­ur Midjord og Fróði Benja­ min­sen úr B36, Bárður Jo­hannesen, Janus Joensen, Jákup á Borg, Kári Nielsen og Rasmus Nolsøe úr HB, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør úr KÍ, Símun Samuelsen úr Keflavík, Mortan úr Hørg úr VB, Hanus Jacobsen úr GÍ, Hans Pauli Samuelsen og Bárður Olsen úr EB/ Streymi, Pauli G. Hansen og Jónhard Fredriksberg úr Skála, Høgni Zachariassen úr ÍF, Jann Ingi Petersen úr B68, Christian H. Jacobsen úr NSÍ, Óli Johannesen úr TB, Rógvi Jaocbsen úr KR, Andrew av Fløtum úr Fremad Amager, Christian R. Mouritsen úr Manchester City, Jón Rói Jacobsen, Gunn­ar Nielsen og Jónas Tór Næs úr Frem og Jóhan T. Davidsen úr Everton. Á pappírinum hevur úrslitið av dystinum ikki tað stóra at siga. Men í Neistanum vilja tey hava staðfest, hvat virði er í at føra dómaraseðlar 30 hava fingið landsliðsboð