Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 21. desember 2005 25 Nr. 245 • mikudagur • 21. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Anders Theil, Frem-venjari: - Ein sera stórur missur Tá ið Sosialurin fyrrapartin týs­ dag­in fekk fatur á Anders Theil, venjara hjá Frem, harmaðist hann almikið um missin av Jón Róa Jacobsen Leikaraskifti Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anders Theil dylur ikki fyri, at Jón Rói Jac­ob­ sen hevur verið ein sera týðandi leikari hjá Frem, og tað verður trupult at finna ein avloysara fyri føroyska landsliðsmannin. Skal nokk klára seg - At Jón Rói nú velur at fara til AaB, er ein sera stórur missur fyri okkum í Frem, tí hann av týdningarmiklastu lei­k­arunum hjá okkum. Jón Rói er ein ógvuliga støðugur leikari, sum er í eini ótrúligari menning, sigur Anders Theil. Venjarin hjá Frem er ikki í iva um, at Jón Rói Jacobsen fer at standa seg væl í AaB og í sup­er­ liguni. - Jón Rói hevur leikligu dygdirnar, sum skulu til. Hann er tekniskt væl fyri, dugir væl at lesa spælið, og hann er sterkur við høvdinum. Einasti veikleikin er, at hann kanska ikki er so skjótur. Sjálvandi skal hann venja seg við støðið í bestu deildini, men eg ivist ikki í, at hann fer at klara seg í superliguni, sigur Anders Theil at enda. Í dag var tað al­mannakunngjørt, at føroyski lands­ liðs­spælarin Jón Rói Jacobsen næstu trý árini skal spæla við danska superliguliðnum AaB í Aalborg. Sjálvur sigur Jón Rói, at hann ætlar sær sum skjótast at gerast partur av besta liðnum hjá AaB Fótbóltsútiseti Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á tíðindafundi í Føroya Spari­kassa yviri við Strond í dag vóru tíðindini um skifti hjá Jón Róa Jacobsen til AaB, sum vit høvdu í blaðnum í gjár, endaliga al­mannakunngjørd. Føroyski landsliðsleikarin hevur skrivað ein trý-ára sáttmála við felagið, sum eisini hevur Súna Olsen í hópinum. Frem vóru trekir at sleppa Jón Róa Umboðsmaðurin hjá Jón Róa Jacobsen, Jákup í Stóru­stovu, greiddi á tíð­ indafundinum frá, at AaB í eini tveir til tríggjar mánaðar hevur sýnt Jón Róa sera stór­an áhuga. Men av tí at gamla felagið hjá Jón Róa, Frem, ikki hevur havt serliga góðan hug at sleppa føroyska verjuálitinum, hava samráðingarnar um eitt møguligt skifti verið rættuliga drúgvar. Í farnu viku komu feløgini tó ásamt, og tað gekk skjótt hjá Jón Róa og AaB at finna semju um tey persónligu viðurskiftini í sáttmálanum hjá føroyska landsliðsmanninum. - Tað vóru fleiri feløg, ið vóru áhugaði í Jón Róa, men AaB var mest ítøkiligt, og tí fall valið á júst teir, greiðir umboðsmaðurin, Jákup í Stórustovu, frá. Stórt stig Sjálvur dylur Jón Rói Jac­ ob­sen ikki fyri, at hann alla­ tíðina hevur havt sum mál at koma aftur í superliguna at spæla. Sum tey flestu óiv­að vita, so fekk føroyski lands­ liðmaðurin nakrar dystir á besta liðnum hjá Brøndby, áðrenn hann fekk ein álv­ars­ ligan skaða í knæið, sum forðaði honum í at spæla fótbólt í okkurt um eitt ár. - Eg var ongantíð í iva um at taka av, tá ið AaB kom við einum tilboði. Eg vildi aftur í superliguna, og AaB er eisini eitt felag, sum vanligani er við í ovaru hálvu í superliguni, og tað ger tað eisini lættari at skifta. Var talan um eitt botnlið, so hevði kanska hugsað meg eitt sindur longur um. Tað er eitt stórt stig at taka, men eg trúgvi upp á tað, sigur Jón Rói Jacobsen, sum væntar, at tað verður lættari at falla til í AaB, nú ein annar føroyingur er í felagnum. Verjuspælarin, sum í AaB hevur fingið tillutað troyggjuna við nummar fimm á bakinum, sigur, at málið hjá honum er sum skjótast at gera ein fastur partur av besta liðnum hjá AaB. Jón Rói Jacobsen, sum í løtuni er heima í jólafrí, fer aftur til Danmarkar 2. januar, og tá fer hann beinleiðis til Aalborg, har hann skal til eina læknakanning, áðrenn sáttmálin verður endaliga undirskrivaður. Síðani gongur leiðin aftur til Keyp­ manna­havnar, har hann skal siga farvæl við gomlu liðfelagarnar í Frem. - Tað verður ringt at siga farvæl við Frem og Keyp­ mannahavn, tí eg havi havt tað ótrúliga gott. Eg havi trivist serstakliga væl í Frem og havi nógv vinfólk í danska høvuðsstaðnum, sigur Jón Rói Jacobsen. Men eftir nýggjár gongur leiðin hjá teimum trimum, Jón Róa sjálvum, unnustuni Súsonnu og 3 ára gomlu dóttrini Silju til Aalborg. Jón Rói Jacobsen: - Eg skal verða partur av liðnum Jákup í Stórustovu frá North Atlantic Football Agency og Jón Rói Jacobsen á tíðindafundi í Føroya Sparikassa mikumorgunin, tá ið skifti hjá Jón Róa til AaB var almannkunngjørt. Mynd: Jens Kr. Vang Føroyski landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, er ikki í iva um, at Jón Rói Jacobsen skal klára seg í donsku superliguni. - Eg havi kent Jón Róa, síðani hann kom á U15- landsliðið fyri nógvum árum síðani, og hann hevur allatíðina víst ein ótrúliga góðan vilja. Hann hevur rætta hugburðin, og leikligu dygdirnar eru góðar, so eg eri ikki í iva um, at hann skal klára seg, sigur Jógvan Martin Olsen. Nýggi landsliðsvenjarin heldur, at um Jón Rói ikki á sinni fekk álvarsligan skaða í knæið, so hevði hann longu nú verið ein royndur superliguspælari, men skaðin útsetti hetta. tn Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari: - Hann skal nokk klára seg