mikudagur 21. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 245 - 21. desember 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Exxon knívin á barkan
Myndugleikarnir í Venesuela hava givið heimsins størsta
oljufelag, tí amerikanska Exxon Mobil, eini greið boð:
Vil felagið ikki skriva undir eina samstarvsavtalu við
myndugleikarnar innan árslok, missir felagið øll síni
rættindi á venesuelskum øki.
Stjórnin hjá Hugo Chavez, forseta hevur fingið til
svarandi avtalu í lag við hini útlendsku oljufeløgini,
sum arbeiða í landinum. Feløg sum Chevron, BP,
Shell og Total hava skrivað undir. Avtalan ber í sær,
at myndugleikarnir fáa størri ræði á oljuvinnuni, og at
oljufeløgini skulu gjalda væl meiri skatt, enn tey higartil
hava gjørt. Stjórnin hevur leingi sagt, at eftir hennara
tykki hava feløgini goldið ov lítlan skatt higartil. Tær
nýggju inntøkurnar ætlar stjórnin at brúka til at hjálpa
teimum ringast støddu í landinum, skrivar AP.
Einasta oljufelagið, sum hevur sýtt fyri at ganga undir
nýggju treytirnar hjá stjórnini, er Exxon Mobil. Slakar
felagið ikki, kann tað hava við sær, at felagið verður
blakað út úr Venesuela.
Aftur ein á dálkað
Fyri aðru ferð í ein mánað er ein á í Kina so illa dálkað,
at vandi er fyri, at drekkivatnið verður eitrað.
Hesaferð er talan um Shaoguan-ánna í landspartinum
Guangdong. Myndugleikarnir siga, at ein leki á einari
sinkverksmiðju hevur gjørt, at nógv kadmium er runn
ið út í ánna. Í gjár var tað dálkaða vatnið komið so
nær einum býi, at myndugleikarnir har gjørdu av at
sløkkja vatnveitingina. Samstundis fingu fólk, ið búgva
fram við ánni, forboð fyri at brúka vatn úr ánni, og
myndugleikarnir sendu tangabilar við drekkivatni.
Fyri fýra vikum síðani var ein á har norðuri í Kina
illa dálkað av einari spreinging á einari verksmiðju.
Dálkingin rakti millum drekkivatnið í býnum Harbin,
har umleið níggju milliónir fólk búgva. Dálkingin gjørdi
eisini um seg í Russlandi, av tí at áin rennur inn um
russiska markið.
Alt útlendskt av tí illa
Sjálvt um tað hevur verið bannað at spæla vestur
lendskan tónleik í Iran síðani kollveltingina í 1979, hava
myndugleikarnir ikki lagt so stóran dent á forboðið, og
tí hava iranar vant seg við bæði klassiskan og nútímans
tónleik úir Vesturheiminum. Men nú er øðrvísi, tí tann
nývaldi forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, bannar
nú iranum at spæla ella at lurta efti vesturlendskum
tónleiki.
Men tað er ikki bara tónleikurin, sum stendur fyri
skotum. Í august avdúkaði ein frágreiðing, at iranar
drekka verri, enn myndugleikarnir høvdu gjørt sær far
um, og at brennivínið kemur úr Evropa. Vesturlendskt
øl hevur eisini funnið leið inn um iranska markið,
og sambært frágreiðingini var tað eingin trupulleiki
hjá iranum at keypa sær ein kassa av Heineken ella
Tuborg.
Men eisini her skal annað skil koma á, sigur forsetin,
sum hevur kunngjørt, at tann, sum bryggjar ella
selir alkohol-drykkir, kann fáa fongsul ímillum seks
mánaðir og tvey ár. Harafturat kann viðkomandi fáa 74
koyrlasløg, stóra bót, forboð fyri at fara av landinum og
forboð fyri at koyra bil. Er hendan revsingin ikki nóg
mikið, er forsetin til reiðar at biðja tjóðartingið herða
hana, skrivar AP.
Kvinnur mugu ikki sita
aftanfyri
Skalt tú leiga ein hýruvogn í teimum stóru býunum í
tí muslimska partinum av Nigeria, er tað ikki vist, at
tú finnur nakran. Harafturímóti kann tað væl henda,
at tú kanst fáa fatur á einari motorsúkklu, sum koyrir
hýrukoyring.
Men ert tú kvinna, noyðist tú fyrst at kanna, um tað er
ein maður ella ein kvinna, sum situr frammanfyri, tí tann
muslimski guvernørurin hevur bannað kvinnum at sita
aftanfyri á motorsúkklum, um persónurin frammanfyri
er ein maður. Guvernørurin sigur, at sambært teirri
halgu Koranini er tað óverdugt fyri eina kvinnu at sita
og gleiva aftan fyri ein mann, samstundis sum hon ofta
noyðist at halda um føraran frammanfyri.
Ibrahim Shekarau, guvernørur, sigur sambært tíðinda
stovuni AP, at hann er ikki sinnaður at ganga ímóti
Koranini, og at hann tí umhugsar at finna eina loysn
fyri kvinnurnar.
Umleið 100 hvalir
gjørdu landgongd
á einari strond í Ný
Sælandi, men tað
eydnaðist hjálparfólki
at fáa teir útaftur.
Landgongd
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í gjár vóru grindaboð á
Puponga-strondini á teirri
syðru meginoynni í Ný
Sælandi, og maður fór av
húsi - ikki at drepa grind,
men at hjálpa umleið 115
hvalum, sum høvdu gjørt
landgongd.
Tað vísti seg, at 115 grinda
hvalir vóru komnir inn á
flóðini, og at teir gloymdu
at fara útaftur, áðrenn tað
fjaraði. Úrslitið var, at hval
irnir vórðu liggjandi inni á
sandinum. Hjálkparfólk og
ferðafólk í stórum tali royndu
at halda lív í hvalunum, til
tað fløddi aftur. Fólk stoyttu
sjógv á hvalirnar og løgdu
vát løk oman á teir, og á tann
hátt eydnaðist tað at bjarga
umleið 100 av teimum 115
hvalunum út aftur á lívi,
skrivar Reuter.
Misnøgd við ES-
politikkin og innan
hýsis ósemja í
arbeiðaraflokkinum
á skúlaøkinum hava
givið teimum kon
servativu í Bretlandi
vind í seglini
Bretland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri fyrstu ferð í fimm ár
og aðru ferð í trettan ár fær
tann konservativi andstøðu
flokkurin í Bretlandi størri
undirtøku ímillum veljarar
nar enn arbeiðaraflokkurin.
Sambært einari kanning
hjá The Guardian høvdu
teir konservativu fingið 37
prosent av atkvøðunum,
var val nú, meðan arbeiðara
flokkurin hevði endað eitt
prosent niðanfyri.
Við tí einans 39 ára
gamla nýggja formanninum
David Cameron hava teir
konservativu endiliga fingið
ein formann, sum veljararnir
hava álit á, og sum teir eisini
síggja sum ein komandi
stjórnarleiðara. Samstundis
eru fólk misnøgd við Blair,
og meiri enn helmingurin av
teimum spurdu siga, at hann
er ikki nóg góður. Hjá Blair
er tað uppaftur verri at hoyra
og lesa, at tveir triðingar av
veljarunum tykjast hava ta
sannføring, at tann ungi
Cameron hevði verið tann
rætti, og teirri støðuni ger
Cameron sær sjálvandi dælt
av.
- Hvussu ber tað til, at tú
letur teir fáa tað, teir vilja
hava, uttan at vit fáa nakað
afturfyri, spurdi hann Blair,
tá parlamentið fyrr í vikuni
viðgjørdi fíggjarlógina hjá
ES. Við hesum sipaði hann
til, at tað miseydnaðist Bret
landi at krevja landbúnaðar
politikkin hjá ES umskipað
an, aftur fyri at landið slepp
ur einum parti av sínum
avslátti.
Men tað er ikki bara mis
nøgd við ES-politikkin,
sum kostar Blair undirtøku
í hesum døgum. Stjórnin hev
ur boðað frá, at hon fer at
leggja eina nýggja ætlan um
skúlaverkið fram í februar,
men vinstravongurin í
arbeiðaraflokkinum stúrir
fyri, at ætlanin fær óhepnar
avleiðingar. Eitt nú hava 70
tinglimir hjá Labour skrivað
undir eitt mótmæli, sum vísir
á, at nýggja ætlanin fer at
hava við sær, at stórur munur
verður á skúlunum.
Reuter skrivar úr London,
at hetta kann noyða Blair at
biðja teir konservativu um
stuðul fyri at fáa skúlamálið
ígjøgnum parlamentið. Stuð
ulin fær hann helst, men
tað fer ikki at styrkja støðu
hansara, hvørki innan-ella
uttanfloks.
Hjálptu hvalunum útaftur
Alt varð gjørt fyri
at bjarga teimum
strandaðu hvalunum
Mynd: Reuteres
Blair um at missa takið
Tony Blair hevði tapt, var parlamentsval í Bretlandi nú
Mynd: Reuters